19. juni í 1983 spældi Føroya Symfoniorkestur sína fyrstu konsert í spildurnýggja Norðurlandahúsinum. 40 ár seinni kunnu vit hyggja aftur á eina tónleikaliga menning íborin av visiónum, ágrýtni og treiskni. Konsertin er ein felagsjubilæumskonsert hjá Norðurlandahúsinum og Føroya Symfoniorkestri.
Í samband við hátíðarhaldið hevur orkestrið bílagt eina symfoni í fýra satsum fyri orkestur og kór frá tónaskaldinum Tróndur Bogasyni. Hetta er fyrsta symfoniin Tróndur hevur skrivað.
Symfoniorkestrið fær eisini vitjan av viðurkendu italiensku violinleikaranum Franceska Dego, ið framførir Brahms violinkonsertini.
Høllin í Norðurlandahúsinum verður latin upp heilt inn í Klingruna, sostatt verður konsertsalurin líka stórur sum hann er til nýggjárskonsertirnar.
Solistur Francesca Dego
Francesca Dego hevur vunnið sær stóra viðurkenning úti í heimi og er í dag ein av mest umbidnu violinleikarum á internationala tónleikapallinum.
Konsertárið 2022-23 framførir hon m.a. við Orchestre de Champs Elysées, Orquesta Sinfónica de Castilla y León, National Symphony Orchestra of Ireland, North Carolina Symphony Orchestra, Sofia Philharmonic og eisini Føroya Symfoniorkestur.
Fyri at nevna nakrar av feskastu bitunum á hennara tónleikaleið, so hevur hon turnerað Japan tunt við NHK Symphony undir leiðsu av Mo Luisi.
Hon hevur eisini framført við BBC Symphony, Royal Philharmonic og Royal Scottish National Orchestra, Tokyo Metropolitan og Tokyo Symphony Orchestra, spælt konsertir í Louvre í París, í Lincoln Center New York og í Washington DC.
Francesca er á eksklusivari kontrakt hjá plátufelagnum CHANDOS Records. Hennara nýggjasta útgáva við Mozarts Violinkonsertum nr. 3 og 4, er upptikin saman med Royal Scottish National Orchestra undir leiðslu av Sir Roger Norrington. Útgávan fekk óvanliga nógvar rósur frá ummælarum og BBC Music Magazine gav útgávuni 5 stjørnur og blev vald til 'Record of the month'.
Violinkonsert – Johannes Brahms (1838-1897)
Johannes Brahms bleiv borin í heim í Hamburg. Pápi hansara var dansitónleikari og spældi seinni kontrabass í býarorkestrinum í Hamburg. Sum 10 ára gamal spældi Brahms sera væl klaver og byrjaði sjálvur at skriva tónleik. Sum 15 ára gamal slapp hann við á turné ungarska violinleikaranum Eduard Reményi. Tá møtti ungi Brahms violinleikaranum Joseph Joachim, teir gjørdust vinir fyri lívið. Violinkonsertin er skrivað í 1878 og bleiv frumframførd í 1879 av júst besta vinmanninum Joseph Joachim.
Tróndur Bogason (1976)
Tróndur Bogason er útbúgvin í tónasmíði á konservatoriunum í Keypmannahavn og í Den Haag. Hann hevur skrivað hópin av tónleiki fyri orkestur, kór og einstaklingar. Vit kunnu nevna Aldubáruna, Føroya Symfoniorkestur, Tarira, DR-undirhaldssorkestur, Norrbotten NEO, Figura Ensemble. Harafturat hevur hann arbeitt nógv saman við ymsum artistum innan rútmiska tónleikin, bæði sum framleiðari og útsetari.
Symfoni nr. 1 og 2
Sum heitið á verkinum rør framundir, er talan í veruleikanum um tvær symfoniir, sum verða framførdar í senn. Tann fyrra, Symfoni nr.1, tekur støði í wienarklassiska stílinum við einum lívligum 1. satsi í A-dur, einum friðarligum 2. satsi, eini Scherzo og eini Finalu. Tónamálið er lutfallsliga wienarklassiskt við siðbundnum melodium, harmonikki og rútmun.
Symfoni nr. 2 er meira nútímans og er kanska í ein ávísan mun heldur ein antifoni enn ein symfoni. Soleiðis skilt, at hon í stóran mun dyrkar friðin og tað óbroytiliga heldur enn tað episkt dramatiska, ið vit ofta seta í samband við eina symfoni.
Talan er sostatt um tvey sera ymisk tónarúm, sum møtast og í felag skapa eitt triðja tónarúm, Symfoni nr. 1. og 2.
Dirigentur: Bernhardur Wilkinson
Solistur: Francesca Dego (ITA)
Kostnaður: Vaksin 345 kr., lesandi 195 kr.