Leygardagin 12.februar (ikki nú men næsta!) klokkan 16-17 fer Randi Samsonsen at greiða frá um sína list í Víngarðinum í Havn. Listakvinnan hevur í løtuni úr at gera við framsýningum bæði heima og uttanlands - hon er m.a. við á bólkaframsýningini Shared Terrain í Toronto, har fimm kanadisk og fimm norðurlendsk listafólk og sniðgevar samstarva. Framsýningin hevur samband við stóra norðurlendska mentanarátakið, Nordic Bridges, har eisini Føroyar taka lut.
Heitið á framsýningini hjá Randi Samsonsen í Víngarðinum er Blue Velvet. Hetta sipar bæði til tilfarið/klæðið, sum fleiri verk eru framleidd úr - t.e. djúpblátt velourstoff, men heitið fevnir eisini huglagið á framsýningini, sum kann fatast nostalgiskt eins og í sanginum og filminum, Blue Velvet, tó at framsýningin sýnist progressiv. Sjálvt um vit kenna draperingar av klæði heilt afturi í elstu griksku og rómversku listini, so verður hetta øðrvísi avstaðfarið enn vit eru von við.
Verkini hjár Randi eru ikki úr marmor, bronsu ella gipsi, tey eru hvørki tveydimensionellar, málaðar myndir, ella trídimensionellar standmyndir, men eitt slag av “in-between” hangandi klædnarelieffum. Talan er um tekstillist - og tað kensluliga, taktila hevur stóran týdning í verkunum, sum mann fær hug at nerta við. Men sjálvar kompositiónirnar hjá Randi Samsonsen tykjast í fleiri førum øðrvísi hvassar og geometriskar við beinum strípum og avgjørdum netmynstrum.
Eitt monumentalt verk, ið var við á framsýningini, Samrøður um Mjørka á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, er sett saman við strípum av tveimum sløgum av tilfari - tað minnir næstan um persiennir ella okkurt slag av gardinum (sí niðast). Strípurnar eru partvíst bláar, partvíst blómuprýddar og av tí, at figuratión ofta tykist vinna fyrsta umfar við tað, at eygað av sær sjálvum letar eftir onkrum at kenna aftur, so er tað møguliga blómurnar, tú sært fyrst. Men longu meðan tú ert í ferð við at taka vakurleikan inn og fata blómurnar, teirra litir og lív, mást tú blinka, og tá eygað verður uppafturlatið er tað brádliga eins og djúpbláa myrkrið otar seg fram í myndini. Hetta verkið er nógv meira álvarsligt enn mann skuldi hildið og snýr seg um annað og meira enn estetisk fyribrigdi.
Eins og hini verkini hjá Randi Samsonsen er hetta abstrakt list um tilveru og tilfar - um livað lív, sakn, kærleika, heljardýpið, men eisini um og við einum fittum skamti av humor. Ein grundlitur á framsýningini er brúnt, sum listakvinnan lýsir eins og ein lit, ið fevnir um allar litir. Eisini hesin litur hevur eitt nostalgiskt brá. Um tilfarið velour sigur hon, at tað áhaldandi broytir litirnar, alt eftir hvaðani tað sæst og hvussu ljósið fellur á tað og so eru tað minnini, sum bæði tilfar og litir lata upp.