Silja Strøm í húsunum hjá Janusi Kamban

185951558_150167963789971_3481206552437953737_n.jpg

Listakvinnan Silja Strøm býr og arbeiðir í London, men var herfyri í Føroyum fyri at gera listaverkið liðugt, ið skal prýða nýggju løgreglustøðina í Havn. Eg var og vitjaði Silju í Klokkaragøtu í Havn í vøkru húsunum, sum Janus Kamban, myndahøggari læt byggja í 1970 á Dalatrøðni eftir tekning hjá Palla Gregoriussen. Húsið er ómetaliga serstakt við eini greiðari listarligari raðfesting, sum merkir, at størsta rúmið í húsunum er atelierið, arbeiðsrúmið. Janus Kamban skrivaði í sínum testamenti, at hansara ognir skuldu fara í grunn, nevndur Listamannahúsið á Dalatrøðni. Hesin grunnur skal stjórnast av nevnd, ið er hin sama sum sitandi nevnd í Listafelagi Føroya. Í testamentinum hevur Janus gjørt sær hesar tankar um tørvin á einum listamannahúsi: ”Vantandi arbeiðsumstøður hjá teimum ungu listamonnunum eru vanlig fyribrigdi. Fyri at lætta um henda tørv er tað ynski mítt, at húsið í Klokkaragøtu 42, ið stendur eftir meg, verður latið listamonnum at arbeiða í”. Húsini á Dalatrøð standa eisini útlendskum listafólkum í boði, - í býti við onnur hús, sum kann geva føroyskum listamanni høvi at koma burtur. Eisini rithøvundar kunnu fáa innvist, um húsini eru tøk. Janus Kamban doyði 2. mai 2009 - 95 ára gamal. Hansara hús hava síðani 2015 verið leigað út til listafólk.

Rúm

Gunnar Hoydal lýsir so ómetaliga væl húsini soleiðis sum tey enn síggja út í bókini um Janus: “Stovan hevur huglag og búnað hvørt eftir øðrum. Her situr maður hjá sær sjálvum. Her er álvari, sum gongur varliga. Einki, sum vil sýnast, men mangt, sum verður brúkt og hevur søgu. Her er eldstaður, og á múraða vegginum er svørt jarnpláta av gomlum ovni feld inní við mynd av fimta Fríðrikki og drotning hansara. Øðrumegin er veggur við bókum, mest bøkur um list, men hjá teimum eisini savn av bókum um samfelag og mannahugsan.. stovan er ikki stór, men tað skilst, at hon er rúm út í størri heim. Øðrvísi er við verkstaðnum. Hetta er rúmið inn í hansara egna heim, her starvast hann, og her er alt hansara egna verk. Rúmið er høgt og vindeyguni sita ovarlaga, her sæst ikki út, men fjørðurin er inni kortini og liggur við sínum ljósi uppi undir tróðrinum..” Gunnar Hoydal: Janus Kamban (1995 Listasavn Føroya).

Eitt privilegium

Í hesum húsum hevur Silja Strøm búleikast ein mánaða og her hevur hon skapað endaliga stórverkið, sum fer at hanga í móttøkuni á nýggju politistøðini. Sija Strøm er úr Vestmanna og býr og arbeiðir í London. Eg spyrji um tíðina í Janusarhúsum og hvussu uppihaldið hevur riggað hjá henni: “Í morgin er síðsti dagur her. Tá havi eg verið her ein mánaða. Tað hevur verið fantastiskt at arbeiða í einum so væl gjørdum atelieri. Og húsini eru sum eitt livandi savn, so bara at vera her, er eitt privilegium. Myndin, sum eg havi gjørt, er so mikið stór, at eg ikki fekk hana inn í arbeiðsrúmið, eg vanliga brúki í Føroyum, so tað var ógvuliga heppið, at eg slapp inn her”. Í 2019 hevði Silja Strøm serframsýningina, Listaleikir í Listasavni Føroya. Í myndunum á teirri framsýningini sóu vit, at listin hjá Silju Strøm ofta snýr seg um relatiónir ella viðurskifti millum menniskju, lutir og umhvørvi. Tann nýggi stóri málningurin, sum stendur í atelierinum hjá Janusi Kamban henda ljósa dagin, eg eri har, er ikki øðrvísi í so máta, men støddin ger mun. Hann stendur í rúminum eins og ein veldug og gylt glampandi ovursjón á tremur í litríkum, figurativum og abstraktum myndaliðum. Silja Strøm vil helst ikki avdúka ov nógv um henda málningin, sum hon hevur arbeitt við. – Tað fer at bíða til politistøðin er liðug og letur upp, sigur hon, men brosið nær frá kinnklovanum og heilt upp til tey glógvandi eyguni, tá hon leggur aftrat: “Um eg sjálv sleppi at siga tað, so bleiv hann ordiliga góður”.

Gløgt er gestsins eyga

Vit tosa um alt tað nógva, ið hendir innan føroyska list og í listaumhvørvinum fyri tíðina. Vit plaga at siga, at gløgt er gestsins eyga, so eg spyrji Silju hvussu menningin sær út frá hennara sjónarhorni. Hon svarar, at tað var serliga stuttligt og inspirerandi at síggja listafólkini uppi í Hoydølum leygardagin, tá LISA hevði alment hátíðarhald har: “Út frá øllum sum eg sá og upplivdi har, haldi eg heilt vist, at framtíðin fyri føroyska list er bjørt. Og eg má taka hattin av fyri LISA, sum hevur fingið hatta upp at standa”.

Listastuðul

Í sambandi við, at Mentanargrunnurin fyllti 75 herfyri tosa vit um listastuðul og hvat henda íløga hevur at týða bæði fyri Silju Strøm sjálva og fyri føroyska list sum heild. Hon var í 2020 millum teirra, sum fekk tillutaðan Listafólkastuðulin, sum varir í 3 ár. Silja sigur sína fatan av listastuðlinum í Føroyum vera sera ávirkaða, av hvussu mangulfult sama økið er í Bretlandi við tað, at hon arbeiðir í báðum londum: “Listastuðulin, sum eg havi fingið gjøgnum alla mína listafólkakarrieru, er nokk ein tann størsta grundin, at púra vanlig fólk sum eg kunnu vera listafólk yvirhøvir. Í einum landi sum Bretland er tað mest tann priviligeraða stættin, ið hevur ráð at gera tær neyðugu ílegurnar, eg havi atgongd til heimanfrá bæði viðvíkjandi útbúgving, og meira beinleiðis stuðul til verkætlanir og løn. Og eg vildi mett, at listastuðulin er beinleiðis orsøk til, at vit hava so fjølbroytta list og áhugaverdan mentanararv, sum vit hava, ið er nakað heilt serstakt fyri eitt so lítið land sum Føroyar”.

FC724F91-84AC-49C4-BA00-01A29A624697.jpeg
895D915E-40E1-4DC1-A618-F175036E4C5C.jpeg
F2DC9C97-E9EE-4192-AAD3-779C43BDF9FE.jpeg
E28B12DE-2B0D-4A63-9472-9924BDB2C813.jpeg