BEINIR - Hugsanarsamur poppur

beinir.jpg

BEINIR hevur júst givið út eina EP og okkurt bendir á, at mann skuldi farið og lurta eftir allari útgávuni hjá gávuríku ungu monnunum, ið mynda tónleikabólkin Beinir. Bólkurin er úr Saltangará og telur umframt forsangaran, Beinir Troest, Fríða Bjarkhamar, Bárð Petersen, Benjamin Dalheim Djurhuus og Jákup Tórgarð. Beinir Troest hevur skrivað sangin, World Out There, saman við Esben Svane. Ein lættur, bleytur og væl svingandi sangur við tekstligari, hugsanarsamari dýpd, sum rakar nokk so beint á tilveruna hjá nógvum børnum og ungum, ið av einari ella aðrari orsøk kenna seg tryggast heima á kamarinum í staðin fyri at fara út í verðina og gera seg galdandi. Einsemið og vantandi framfýsni millum ung er ein vaksandi trupulleiki, sum eisini orsakað av corona er versnaður nógv. Fleiri grundir eru eyðvitað til trupulleikan, men nógvir sálarfrøðingar tykjast samdir um, at ung í vaksandi mun føla eitt ávíst trýst í mun til hvussu mann klárar seg útbúgvingarliga, fíggjarliga og sosialt í samfelagnum. Tað er eitt trýst, sum eitt nú kemur av okkara reypi m.a. av ungdómum á sosialu miðlunum av karakterum, feriustøðum og øllum møguligum øðrum herligheitum. Tá mann bara lesur um tíggju- og tólvtøl, so kann sjey- ella fýratalið, sum mann sjálv skoraði, følast kiksað; tá man sær myndir av vinfólkum í góðalag og champagne í hitapottum, verður tann hálvsvímaða rugbreyðsflísin við livurpostei, sum man hevur standandi við síðuna av telduni í kamarinum, møguliga eitt lítið sindur trist. Trýstið elvir hjá nøkrum ungum til eina kenslu av at vera miseydnað sum menniskja og hetta fær tey at avbyrgja seg. Reypið er nokk komið fyri at vera, men kanska skulu vit eisini minnast til at vísa okkara meira vanligu menniskjaligu síður fyri hvørjum øðrum. Ein sangur sum World Out There er forrestin einki tristur, men fær okkum kortini at hugsa um og varnast trupulleikan. So hattin av fyri BEINIR og til lukku við útgávuni. Eg gleði meg at hoyra meir!