Yoko Matsumoto í Listamannahúsinum á Dalatrøðni

portr.jpg

Fyrradagin hitti eg listakvinnuna Yoko Matsumoto í Steinprenti. Eg skilti, at hon í løtuni býr og arbeiðir í húsinum, sum Janus Kamban doneraði til listafólkaresidens í Havn. Beint nú lesi eg í tíðindum frá Statens Kunstfond, at listakvinnan hevur fingið eitt av teimum stóru legatunum á 250.000 krónur frá grunninum: “Med fokus på bæredygtige historiske materialer eksperimenterer og samarbejder Yoko Matsumoto tværfagligt i sit kunstneriske virke på tværs af japansk, dansk og færøsk kultur. Matsumo viser os nye måder at se materialerne på igennem sine fabulerende værker. Det vil vi gerne se mere af”.

Týsdagin 25.mai klokkan 16-18 og somu tíð mikudagin 26.mai bjóðar listakvinnan inn á atelierið í Klokkaragøtu at síggja okkurt av tí, hon arbeiðir við. Tað er veving og plantuliting. Yoko Matsumoto greiðir í síni innbjóðing frá, at møtið við stórbæra føroyska náttúru, kvæði, tekstiltraditión og gestablíðar og jarðbundnar føroyingar hava givið henni íblástur til autenticitet og megi í listarliga arbeiðinum.

188090568_10225119301598061_7771778721421671936_n.jpg