Í dag fyllir føroyski listamaðurin, Zacharias Heinesen 85 ár. Hesin nestor innan føroyska myndlist hevur verið aktivur listamaður í hálvfjers ár og er til alla eydnu enn í fullsving og sýnir í heilum fram heima og í útlondum – hann hevur beint nú tvær framsýningar í ávikavist Keypmannahavn og í Klaksvík. Málningarnir, sum hetta til 30.mai verða framsýndir í Gamla Seglhúsi í Klaksvík, skúma av koloristiskum og listarligum yvirskoti og benda ikki á nakran hátt á, at listamaðurin er í ferð við at leggja frá sær og takk fái hann fyri tað.
Zacharias Heinesen hevur øll árini hildið lutfalsliga fast í tí figurativa myndamálinum, har ikki minst landslagið hevur havt ein høvuðsleiklut, men ofta eru myndirnar hjá honum nógv meira abstraktar enn vit kanska gera okkum far um. Hetta kemst møguliga av, at hansara máti at síggja okkara land, hevur havt so mikið grundleggjandi ávirkan, at vit halda Føroyar síggja út sum í hansara málningum. Soleiðis er tað als ikki. Heilt so bjartlitt eru húsini ikki – heldur ikki um mann skrúvar heilt upp fyri litunum og t.d. velur clarendon-filtrið á instagram. Heilt so fýrkantað og kubistiskt sær tað heldur ikki út í veruleikanum. Í grundini eru myndirnar hjá Zachariasi Heinesen so mikið abstraktar, at tað tykist heilt surrealistiskt, tá fólk tosa um akkurát hvar í landinum, vit eru landafrøðiliga, tá tey standa og skoða eitt av hansara listaverkum við flykrandi prikkum, strokum, puntum og bjartlittum, geometriseraðum skapum. Sjálvt um tað byrjar við figurativum, impressionistisku skitsum úti í náttúruni, so kunnu málningarnir heldur samanberast við frítt improviserandi jazztónleik enn við fosturlandssangir – tað heldur hann sjálvur.
Ein rættiliga stórur málningur á áðurnevndu framsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík er rættiliga abstraktur. Bygnaðurin er horisontalur, tríbýttur. Niðast er myndaflatin fullur av ymisklittum, bláum, gulum, reyðum, grønum, orange, violettum, hvítum, gráum, rosa, olivengrønum og gráum rektanglum og kvadratum. Beint uppi yvir eru skapini heldur størri, einfaldari og meira einlitt blá við denti á eina samanhangandi umhvarvsstriku ovast. Ovast er blái liturin eitt vet bjartari og her hómast eisini gyltir gulir og appilsinreyðir litflatar, sum tendra í tað bláa. Men í staðin fyri at fata hesar formligu staklutirnar hvør sær, savnast teir í okkara huga til eitt bygda- ella býarlag í forgrundini, sjógv í miðgrundini og himmal við ljósglottum í bakgrundini. So fast situr myndevnið av bygdini við havið í okkara huga frammanundan og tað er m.a. Zacharias Heinesen, ið hevur definerað tað.
Zacharias Heinesen var bara fimtan ára gamal, tá hann debuteraði á Ólavsøkuframsýningini í 1951. Og júst sum hann segði um pápa sín, William, tá vit herfyri í Williamshúsi hugdu at einaru broderingsmynd hjá ommuni, Caroline, so hevur heldur ikki hann tað listarliga frá fremmandum. Listin var honum í holdi borin og grundleggjandi partur av hansara barndómsheimi bæði sum lívstreyt og umhvørvi – tíðliga merkti Zacharias krøvini frá listini, tá pápi hansara kendist eitt sindur fráverandi í teim tíðarskeiðum, tá listin kravdi alt.
Zacharias Heinesen er útbúgvin fyrst á Myndlistaskúla Íslands í Reykjavík og síðani á Kunstakademinum í Keypmannahavn, har serliga Niels Lergaard professari gjørdi honum stóran mun. Gjøgnum tíðina hevur Zacharias Heinesen gjørt stórar prýðingar bæði saman við pápa sínum, Williami Heinesen og einsamallur og Zacharias hevur eisini verið fagnaður á ymiskan hátt, í 2011 kom portrettsending um hann í Kringvarpinum (Tá litirnir dansa) og í 2006 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins.
At eiga ein málning hjá Zachariasi Heinesen er sum at eiga hundrað ymsar málningar, tí hann er ongantíð líka vorðin og skiftir útsjónd eftir ljósinum. Málningurin, sum vit eiga, er fyri ein part av kirkjuni í Haldórsvík, men er í veruleikanum ein abstrakt kompositión, eitt skyggjandi klútateppi, ið onkuntíð er nokk so kalt grønt, blátt ella hvítt, men sum aðrar dagar skyggir heitari í gulum og appilsingulum tónum. Tað er ein litsamanseting, sum kortini er meira enn tað. Sjálvt um kompositiónin í málninginum hevur flutt seg nógv í mun til ta naturalistisku upprunaskitsuna og upplivingina hjá Zachariasi Heinesen av landslagnum, so er okkurt eftir av henni í endaliga málninginum, ein kensla av vátum bøi og flógvum sólstrálum og so vakurt ljómandi klangum við rútmiskum strofum onkrastaðni millum heiðafugl og jazz. Hiðani ynskja vit listamanninum hjartaliga til lukku við føðingardegnum.