Vikuyrkingin - Gunnar Hoydal

Hanni Bjartalíð mynd.jpeg

Gunnar Hoydal gav í 1987 út sítt fyrsta og einasta yrkingasavn, Hús úr ljóði. Mæti býararkitekturin hevði tá laðað eini poetisk hús úr kenslum og litum og við rúmum til alt tað skeiva og veika og mjúka. Yrkingin er lutfalsliga drúgv, hon tekur seg sosialt og atfinnandi upp í lýsingini av ymsum bústaðum, har ”vit” hava búð. Í fyrstani er huglagið sostatt heldur myrkt við húsum, ið minna mest um fongsul og bumbuskýli. Yrkingin fær samfelagskritiskt bit, tá tosað verður um rændar verjugarðar av ovuráti. Víðari verður varpað ljós á heimloysi, ein trupulleika, sum eftir øllum at døma ikki er nýggjur her um leiðir, tí tey eru mong, sum alt ov væl munu kenna seg aftur í reglunum um at hava búð so leingi í kjallarum gjørdum úr heimloysi og harmi, at vandi er fyri at missa seg sjálvan og sína rødd burtur. Miðskeiðis í yrkingini kemur eitt avgjørt ”Nú” og her vendist lagið og gerst meira positivt við áræði at byggja eini nýggj hús úr viti og dirvi og góðum menniskjaligum førningi. At enda broytist yrkingin og verður til eina kærleiksyrking. Myndin er av einum verki hjá Hanna Bjartalíð.

 

 

Húsini

 

Í so nógvum húsum hava við búð

so nógvir veggir

so nógvar dyr

so nógvir karmar við rimum fyri

og við farnum rútum.

 

Í bumbuskýlum hava vit búð

stoyptum úr nátt og eldi

lokaðum við øsku og ótta

umgirdum av oyðimørkum

í okkara geislandi hjørtum.

 

Í skansunum hava vit búð

aftan fyri verjugarðar av ovuráti

rændum frá heimsins svøltandi

og laðaðir so sterkir

at bara byrsumúlarnir

hoyra skotriðini í okkara æðrum.

 

so leingi hava vit búð í kjallarum

gjørdum úr heimloysi

og bróstaðum innan við harmi

at røddirnar kámaðust

og eiturfon veiftraði í okkara andadrátti.

 

Nú er tíðin komin

at grunda av nýggjum

úr drúgvum starvi

er tilfarið vaksið

til sterkari grindir:

 

Eitt hús úr kenslum

borið av huga

styrkt av viti og dirvi

og við látri út gjøgnum allar gluggar

varmin er til

hann rennur kaldur eftir bakinum

andlitið er opið

og tárini dryppa niður í urtagarðarnar

ímóti skansunum stendur samkenslan

ímóti ræðsluni hugurin

gleðin og longsulin

ferðast í grønum frumskógum

kærleikin og tann reyða ástin

bíða á hvørjum húsarhorni

at taka teg av fótum

og syfta teg óvardan

inn í látur og grát .

 

Eitt hús úr litum

við rúmum til alt tað skeiva og veika og mjúka

eitt hús úr vøkstri

har eg komi óbiðin til tín

og tú tekur ímóti við ongum spurningum

elskaða,

unnusta mín.