Við bankandi kjøthjarta
/Vársprotnir tankar um náði og list og eina altíð unga altartalvu, ið undirritaða kirkjusangarinna gjørdi sær, tá henni untist at vera til guðstænastu í Kirkjubøar kirkju við nýggja prestinum í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi og hoyrdi eina av fleiri vitbornum ungum røddum, sum ríka okkara samfelag og bera boð um eina ljósa framtíð.
-Eg skuldi gingið meir í kirkju! Tað haldi eg, at eg staðfesti fyri mær sjálvari rættiliga ofta, tá eg havi verið í kirkju – hetta er vanliga í sambandi við mentanarátøk ella sang og soleiðis var eisini hesa ferð. Eri so heppin, at eg eigi ein góðan sangvin á Velbastað, sum viðhvørt biðjur meg koma at syngja í Kirkjubøar kirkju. At syngja er lívsjáttandi í sjálvum sær og kirkjugongd er somuleiðis tiltalandi – har er uggi í orðinum og tryggleiki í rituellu endurtøkunum, sum tørvur er á - ikki minst tá árini fjølgast og endin ikki longur tykist heilt so endaleyst langt burturi sum hann plagdi. Men í kirkjuligum høpi eru eisini kveikjandi upplivingar av poesi, byggilist og myndlist í prædiku, sálmum, kirkjurúminum og altartalvuni. Henda sunnudagin í Kirkjubø tosar prestur um eitt steinhjarta - eg hugsi tað er úr Ezekiel. Men bara orðið steinhjarta er so fullt av myndamegi, at tankarnir fara á flog, steinhjarta, ekkóhjarta, steinlungu, feittlivur, kjøthjarta. Steinhjartað er kalt, hart og kensluleyst meðan kjøthjartað er heitt, bleytt og kensluborið. Steinhjartað letur seg ikki ávirkast av nøkrum júst sum øll tey, ið ongan móttakara hava, bara avsendara – Eg skal geva tykkum nýtt hjarta, og nýggjan Anda skal Eg geva tykkum í bróstið; Eg skal taka burt steinhjartað úr likami tykkara og geva tykkum kjøthjarta.
Altartalvan
Hvørja ferð, eg stígi inn í Ólavskirkjuna, er tað eins og lyftist frunturin uppfrá av bilsni, tá eg beri eyga við altartalvuna. Hesin modernaði málningurin sær altíð út sum var hann málaður í gjár. Sum um Sámal Joensen-Mikines nýliga er komin við honum, stríðandi gjøgnum oysregn og áarføri, sjúkur, í slobbrokki við bankandi kjøthjarta og psoriasis. Listasøgan um ta ferðina, tá Mikines kom við altartalvumálninginum til Kirkjubøar, er mytisk, og kyknað úr eini trongari støðu hjá bæði listamanninum og teimum, ið høvdu bílagt málningin, sum barasta ikki mundi komið fram. Málningurin varð ikki málaður í gjár, men fyri 53 árum síðani - fýra ár áðrenn tað byrjaði Mikines uppá skitsur til málningin. Eg giti bara, at málningurin má hava virkað radikalt modernaður í 1967, tá Ólavskirkjan í Kirkjubø var umvæld, endurnýggjað og endurvígd í miklari dýrd. Eg veit ikki hvat tey høvdu væntað sær, kirkjufólkið henda septemberdagin, tá myndin varð avdúkað, men tann ljósi og skitsukendi altartalvumálningurin er formliga sæð sera langt frá teimum myrku og meira ítøkiligu málningunum, sum Mikines málaði í 1930´unum av sorg og sakni og frá teimum heroisku grindadrápsmyndunum. 1967 var eitt serliga strævið ár hjá Mikines, sum stríddist við sjúku meginpartin av hesum árinum. Eftir at hava málað vatnlitamyndir í Noregi eina tíð, fór hann til Føroya, har hann varð innlagdur á Landssjúkrahúsið. Hann málaði altartalvuna til Kirkjubøar kirkju heima hjá yvirlæknanum, Bendt Jensen, sum hevði feriu og sum legði nógv fyri, at henda týdningarmikla uppgáva Mikinesar skuldi eydnast. Einastaðni skrivar læknin: “Der er mange her, som er misundelige på Mikines. Han er for stor en kunstner, det tåler man ikke i disse tider, hvor alt skal nivelleres. Bare fandens, at Mikines ikke forstår det. Nu har han chancen inden for rækkevidde. Altertavlen til Kirkebø skal males nu. Det ville være en triumf for nogle, hvis han ikke gjorde det..”. Henda løgna viðmerkingin verður endurgivin í bókini S.Joensen-Mikines. Færøerne maler, hans kunst og miljø (1973) eftir danska journalistin, Ernst Mentze, sum als ikki dámdi myndina, ið gjørdist altartalva í Kirkjubø, men hann ger eftir øllum at døma klassiska mistakið, at hann hyggur eftir myndini við vanabundnum eygum og vónum, ið eru treytaðar av fortíðarverkum.
Jesus á sjónum
Myndevnið av Jesusi, sum gongur eftir sjónum, er sera væl dámt í Føroyum, ei undur í tí, tá hugsað verður um okkara tilknýti til sjógvin. Niels Kruse málaði hetta myndevnið til altartalvuna í Gjáar kirkju longu í 1929 og Mikines brúkti sama myndevni, tá hann málaði sína altartalvu til kirkjuna á Kirkju í Fugloy í 1933. Seinni málaði hann onnur brigdi av sama myndevni, ið eru sera ymisk og í grundini rættiliga øðrvísi enn altartalvan í Kirkjubøar kirkju. Meðan hinar myndirnar eru lutfalsliga mettaðar av máling í fleiri løgum, hevur altartalvan í Kirkjubø eitt nógv feskari brá – fleiri staðni síggja vit til dømis inn á hvíta løriftið eins og í impressionistiskum myndum.
Impressionisma
Impressionisman tók seg fram langt áðrenn í Fraklandi, har Claude Monet og onnur listafólk fóru at mála uttandura við denti á ljósið. Hetta hevði við sær, at myndevnið sýntist meira og minni upployst og flykrandi og henda formliga loysingin frá myndevninum gav listafólkunum nýggjar møguleikar og íblástur og hevði við sær stóra menning. Úr øllum Europa komu listafólk til París í 19. og 20. øld fyri at uppliva og royna seg innan impressionismu og onnur nýggj rák, ið tóku seg upp og sum samanumtikið verða nevnd modernistisk rák. Summi listafólk løgdu dent á tað formella, á flatuna, skap og litir, meðan onnur hildu tílíkt virksemi vera ov grunnskygt. Tey málaðu heldur ekspressionistiska list, ið snúi seg um menniskjað og tess kenslur ella symbolistisk verk, har myndamálið var miðsavnað um idé og frásøgn. Mikines hevði sum kunnugt sínar listarligu fyrimyndir innan ekspressionismu og symbolismu sum Edvard Munch og Ejnar Nielsen og hetta sæst ikki minst í málningum frá 30´unum og 40´unum, meðan seinni myndir eru ljósari, meira koloristiskar og abstraktar.
Undrið
Stílurin í altartalvuni í Kirkjubø er also øðrvísi, meira upploystur, abstraktur, lættur og modernaður. Burtur úr eini rokaligari, turkisgrønari flatu stingur eitt svart bátaskap seg upp á skák gjøgnum myndarúmið í eini dynamiskari kompositión. Og sjálvt um menninir umborð bara hómast í abstraktum violettum, brúnum, reydligum og svørtum skitsukendum strokum, sýnist ræðslan og hvøkkurin yvir undrið á sjónum ítøkilig. Jesus sjálvur er næstan gjøgnumskygdur sum ein vatnlitamálningur í violettum við gulum skyggjandi ljósi rundanum – undrið er í sær sjálvum lýst á sera einfaldan, næstan góðvarnan hátt júst soleiðis sum tað má vera, skalt tú trúgva undrinum og málninginum.
Ein nýggj rødd í fólkakirkjuni
Tað vildi soleiðis til, at Steintóra Gleðisheygg Joensen gjørdist fyrsta kvinna nakrantíð, ið hevur borið messuakulin frá 1967, hetta var sostatt ein søgulig hending í Kirkjubøar kirkju. Og sjálvt um messuakulin var ríkiliga stórur, riggaði nýggi presturin sera væl eisini í hesum partinum av gudstænastuni, tá kirkjufólk vóru til altars. Men tað týdningarmesta er sjálvsagt prædikan – orðið og hvussu tað verður tulkað og umsitið. Og tað er vist, at mann verður glað inn í sálina av at hoyra slíkar ungar, upplýstar og nuanseraðar røddir í føroysku fólkakirkjuni sum hesa hjá Steintóru Gleðisheygg Joensen, sum í síni prædiku tosaði beint ímóti fortíðar dómadags- og syndapredikantum, ið sambært henni gjørdu ov nógv burtur úr syndini og gloymdu at taka náðina við.
Skál
Og júst hetta við syndini er ein aðaltáttur í heimildarfilminum Skál, sum Maria Guldbrandsø Tórgarð og Cecilie Debell hava leikstjórnað við bankandi kjøthjarta. Heidi Kim Andersen, Made in Copenhagen hava framleitt filmin saman við Jón Hammer, Kykmyndir. Fotografar eru Cecilie Debell, Troels Jensen, Rógvi Rasmussen, klippari Rebekka Lønqvist, meðan Kasper Janus Rasmussen stóð fyri ljóðinum. Skál hevur sama heiti sum eitt yrkingarsavn eftir Daniu O.Tausen. Hon er sjálv ungi høvuðspersónurin í filminum saman við vinkonuni og unnusta sínum. Hon kemur frá einum trúgvandi umhvørvi og gongur í somu samkomu, har eisini hennara foreldur ganga. Hon er flutt til Havnar, gongur á Listaútbúgvingini á Føroyamálsdeildini og er farin at ganga saman við Trygva Danielsen úr Havn, ið eins og hon sjálv er fjøllistafólk. Tvístøðan er fjøltáttað og snýr seg í fyrsta umfari ítøkiliga um avbjóðingina at presentera sjeikin fyri familjuni. Samstundis verður ein lívsfegin frælsishugur lýstur í Daniu og vinkonuni, sum kann gerast teimum ein trupulleiki í samkomuhøpi. Í triðja lagi letur heimildarfilmurin upp fyri einum størri uppreistri, hvørs úrslit fevnir víða og longur enn til endan á heimildarfilminum. Fagurfrøðiliga er okkurt eyðkent føroyskt yvir stílinum í filminum við eiggiligum misfits í undurvakrari føroyskari náttúru. Eg komi í tankar um tær báðar í Byebye Bluebird hjá Katrini Ottarsdóttir og aðrar koyrifilmar frá hálvfemsunum. Eg komi eisini í tankar um tær báðar vinkonurnar í filminum hjá Sakaris Stórá. Men hesar drekka ikki. Tær renna hálvnaknar runt púra edrúar. Akkurát tað skilji eg ikki. Men óansæð hvussu poetiskur ella planlagdur, filmurin er, so er hann dokumentaristiskur. Og tað er tað besta við honum. Ella nei, tað besta við hesum filmi er, at hann er nuanseraður og brýtur niður fordómar. Hyggjarin verður av tí sama góð við persónarnar á báðum síðum av bíbliubeltinum og tað gevur í útgangsstøði ein nógv meira áhugaverdan film enn um vit alt fyri eitt løgdu okkum í ta ”røttu”, progressivu grøvina, sum vit plaga. Eg skal viðganga, at eg sjálv haldi tað vera heilt ómetaliga løgið, at hoyra fólk tosa um ”reinleika” í mun til kynslív í 2021 og eg kann blíva smádeprimerað við tankan um, at ung fólk á henda hátt skulu bera uppá arvasyndina, men hinvegin er kærleikin so týðiligur í filminum– ikki minst frá teimum, sum formana og vara av. Tað lýsir av hesum fólkunum, av foreldrum og ommum og abbum, hvussu góð tey eru við ta ungu kvinnuna og tað er hann eisini, tann ungi maðurin, sum sær út til at vera við uppá hvat sum helst fyri at vera góðtikin av verforeldrunum, eisini um tað krevur, at hann skal minka seg niður til hann er fullkomiliga gjøgnumskygdur, tapetfarvaður biðjandi borðbøn. Tann rapp-skrappa fucking-alien attitudan hjá Silvurdrongi er horvin. Alt av kærleika. Tá tey hittast, sigur mamman, at hon ikki kennir til tað, sum Trygvi hevur gjørt, tí hon heldur vildi møta honum við opnum sinni. Hetta tykist vera ein sannur lætti hjá Havnamanninum, sum alt fyri eitt heldur við henni. Hetta sama slagi av rørandi, næstan sjálvútslettandi kærleika hómast fleiri staðni í filminum. Eitt nú, tá foreldrini hjá Daniu hava lisið yrkingasavnið og tú sært hvussu hart tað er, hvussu stúrin tey eru og mamman sigur, at hon hevði ynskt, at tað var onkur annar enn dóttir sín, sum skuldi vera so djørv. Skál vann ikki sum væntað virðisløn á CPH Dox, men hann var nógv tann mest sæddi filmurin og onkursvegna hava vit øll longu vunnið við hesum filminum, hesum ungdóminum, dirvinum og øllum hesum menniskjum við kjøthjarta.
Kinna Poulsen