Nýggj skaldsøgukapping

Sambært heimasíðu Kringvarpsins kunngjørdi Jonhard Mikkelsen í gjár, at Sprotin og Bókahandlarnir hava útskrivað eina nýggja skaldsøgukapping. Hesa ferð er vinningurin 100.000 krónur; tað dupulta av upphæddini seinast. Ta kappingina vann Marjun Syderbø Kjælnes kappingina. Nú er avgjørt at hava slíka kapping aftur, og hesa ferð gevur Sprotin út. Fyri tveimum árum síðan var tað eitt krav, at tað skuldi vera ein samtíðarskaldsøga. Hesa ferð eru ongar treytir um nær og hvar, skaldsøgan skal vera farin fram, ella hvat hon skal vera um. 

- Eg hugsi, at nógvar lagnur hjá føroyingum kunnu vera grundarlag undir einari góðari skaldsøgu, t.d. einari ævisøguligari skaldsøgu, segði Jonhard Mikkelsen, sum kortini legði dent á, at hvør ger, sum hann ella hon vil.

Treytirnar eru, at skaldsøgan er á føroyskum, hon skal í minsta lagi vera 150 síður, við 2000 eindum á hvørjari síðu, sum tað verður sagt, og hon verður latin inn 1. september í 2018. Sostatt er skotbráið 15 mánaðir at skriva eina skaldsøgu hjá teimum, sum hava góð hugskot ella spennandi skitsur til eina skaldsøgu liggjandi og brenna eftir at fáa tað gjørt.