Heilt síðani ta fyrstu serframsýningina hjá Rannvá Kunoy í Listasavninum í 1999 hevur list hennara verið merkt av eini áhaldandi roynd at upploysa sjálvar grundtreytirnar hjá málarínum. Við tunnum løgum av máling málaði hon fram ein øgiliga dýpd á flata málninginum, seinni hevur hon lagt dent á henda sama flatan við eini striku, sum fylgir myndakantinum allan vegin runt. Í einum viðtali í Dimmalætting greiddi Rannvá frá, at røntgenmyndir fyri hana er sum eitt portur: “Ein røntgenmynd er fyri meg eitt sindur sum eitt portur, ein lutur, sum er komin frá einari aðrari dimensión, røntgen er sum úr øðrum heimi. Modernisma loysti menniskjað úr holustøðuni, brádliga slapp ljós inn gjøgnum gluggarnar á sama hátt sum røntgenmyndin vísir okkum tað, sum áður var fjalt. Skal eg koma inn á nakrar dygdir, sum gjørdu meg áhugaða í røntgenmyndum, so snýr tað seg m.a. um tað, at ljós sæst í gjøgnum tær, at yvirflatin tykist fotografiskur, sjálvt um talan ikki er um eina fotomynd, mær dámar eisini holografisku og grundleggjandi mystisku eginleikarnar hjá røntgenmyndini, at tær eru ljósgjøgnumskygdar, mátan tær blaktra millum okkurt, sum er til at kenna aftur, men sum samstundis er fullkomiliga abstrakt og fremmant. Teir nýggjastu skøvaðu málningarnir snúgva seg um somu eginleikar, um at flyta fastan form so langt sum til ber móti tí óítøkiliga við holografiskum ljósi skínandi inn og út úr øllum molikylum. Málingin verður næstan ein blendingur av onkrum ókendum, tað er máling, men sær ikki út sum máling, ein sjónarhvørving har tú heldur teg síggja okkurt tú kennir, sum í grundini ikki er har allíkavæl.”
Í mun til myndirnar, sum Rannvá framsýndi á Ólavsøkuframsýningini í 2014 eru nýggju myndirnar rættiliga øðrvísi. Eftir atburðinum hjá áskoðarunum at døma, tá tey hyggja at hennara myndum, er okkurt hent, tí hesin atburður víkir greidliga frá tí, vit vanliga gera, tá vit skoða málningar. Vit standa jú vanliga nøkulunda still framman fyri myndunum og hyggja. Fríggjadagin, tá framsýningin ABSTRAKT SUMMAR læt upp, sóust fleiri mentanarnáttargestir framføra okkurt, ið minti um ein lítlan dans framman fyri myndunum hjá Rannvá Kunoy. Tey gingu nøkur stig fram, onnur stig til høgru, aftur og fram og til vinstru. Grundin til rørslurnar býr m.a. í serliga pigmentinum, sum Rannvá hevur brúkt sum skiftir lit alt eftir hvaðani áskoðarin hyggur. Við tað, at upplivingin av málninginum á henda hátt gerst ein prosess, fær myndin eina eyka dimensión. Málarí plagar at veita eina stilla, beinleiðis nú og her uppliving, men í myndunum hjá Rannvá Kunoy er sjálv upplivingin ein prosesskend gongd.
Sostatt kann fotomyndin omanfyri ikki brúkast sum dokumentatión í mun til listaverkið við tað, at stilla fotomyndin jú ikki fangar prosesskendu upplivingina. At brúka disko-pigment við flipputum ljósárini eigur onkursvegna at vera synonymt við kitsch. At Rannvá Kunoy hevur megnað at fáa haldgóða list burturúr hesum kemst fyrst og fremst av, at hon er ein sera roynd listakvinna og ein serstakliga dugnaligur málari. Málaríið er annars eitt torført listaslag, sum øgiliga lætt verður antin ein endurtøka av onkrum, sum er gjørt áður ella tómari, effektjagstrandi list.
Í myndunum hjá Rannvá eru nógvar fláir, nógv løg. Heitini eru sambært Rannvá sjálva eins og køkuglasurur soleiðis at skilja, at verkini klára seg uttan glasur, tað er bara tað, at glasururin kanska ger upplivingina enn ríkari ella stuttligari. Psycho Pomp kann merkja okkurt við sinni og skreyti, men ofta eru heitini hjá Rannvá Kunoy popput og tí kemur ein tann óhugnaligasta filmurin hjá Hitchcock til hugs. Eyðkent fyri listakvinnuna er at hon avmonterar óhugnan við orðinum "Pomp", sum sipar til nakað pompøst. Verkini eru ítøkiliga bygd upp av nógvum málingaløgum, men her hómast eisini hópin av mótgangandi listarligum løgum í myndunum, t.d. viðvíkjandi tíð. Samstundis sum svarti botnurin í myndunum minnir um barokkar clair obscure myndir frá 1600-talinum, tykjast myndirnar sera samtíðarlistarligar av lyndi.
Tú fært kanska varhugan av íblástri frá týskum málarum sum Sigmar Polke og Albert Oehlen, men Rannvá Kunoy tykist hava funnið sína egnu rás. Tær mongu tilsipingarnar í málningunum til ymiskt figurativt, rundingar og orð eru áhugaverdar, tí hetta er bæði lesandi og ikki lesandi. Har eru hópin av strikum og skapum sum á einari útmeiggjaðari talvu, har tað hava staðið týdningarmiklir upplýsingar á, Tað er næstan sum fótafarið av eini farnari ella eini komandi tíð. Hetta er málarí uttan ábendingar um málingastrok, ið eru framd ella um listakvinnuna, ið málað hevur. Tað er sum um myndirnar hava fest seg á løriftið ella pappírið á onkran uttanjarðarligan hátt.
Myndin er saman við øðrum áhugaverdum verkum hjá Rannvá Kunoy, Hansinu Iversen, Ian Mckeever og Julie Sass at síggja í Steinprenti í summar.