Tekningar og grafikkur hjá Zven Balslev

 KLOMBUR

Eitt klombur er hann, sum ikki hevur hegni til at gera tingini ordiligt á vanligan, rættan hátt. Zven Balslev er ikki nakað klombur, hann er listamaður, men hann hevur stóran áhuga fyri klombrum og outsidarum, og fríggjadagin 24.apríl klokkan 16-18 læt upp framsýning við nýggjum tekningum og grafiskum myndum í Steinprenti. Onkrar eru gjørdar í Steinprenti, aðrar hevur listamaðurin við sær.

Tað sigur seg sjálvt, at ein listamaður, sum dugir at finna sær myndevnisligan íblástur í einum festivalvesi, má vera ein rættiliga serstakur listamaður, og helst ein listamaður við størri áhuga fyri tí klombruta, lorkuta, ljóta og stuttliga enn fyri tí avkláraða, stórsligna og sublima. Tílíkur listamaður er Zven Balslev, ein stillisligur, gávuríkur maður, sum ofta sær út sum um hann gongur og hevur tað stuttligt fyri seg sjálvan. Hann hevur hesa seinastu tíðina búð í Williamshúsi, meðan hann hevur arbeitt á verkstaðnum í Steinprenti. Bæði evnisliga og í teknistíli hava myndirnar hjá Zven Balslev okkurt óskikkiligt yvir sær, hetta kemst møguliga av áhuganum fyri óskikkiliga býttlinginum í skúlaflokkinum, sum hann onkursvegna kennir seg onkursvegna sameindan við. Framsýningarheitið á einari framsýning í 2013 í SOD Gallery í Keypmannahavn var CANCRE, sum er eitt franskt slangorð fyri klombrið, ella býttlingin í flokkinum, hetta er somuleiðis ein sjálvsævisøgulig tilsiping til uppvøksturin hjá listamanninum, tá hann sum smádrongur gekk í einum franskttalandi skúla í Sveis.

 Myndevnini tyrpast

Myndirnar hjá Zven Balslev innihalda í fleiri førum eina ørgrynnu av ymiskum myndevnum, sum líkasum hava lyndi til at tyrpast í myndarúminum og til tíðir eru eisini orð í myndunum eins og í plakatkenda prentinum við yvirskriftini COSMIC, har myndevnini at síggja til eru við at spreingja myndarúmið. Grotesk gálvandi andlit eru kroyst inn í eina ørkymlandi heild av figurativum og abstraktum myndaliðum. Myndamálið er tekniseriukent, sjálv strikan minnir um undergroundteknirøðir, men myndirnar hava ikki sama narrativa greidleika sum teknirøðir. Heldur enn at siga eina søgu við byrjan, miðju og enda tykist endamálið heldur vera at ørkymla áskoðaran. Millum figurativar lutir, sum vit kenna aftur, eru eisini myndaliðir, sum bæði bera brá av surrealismu og av avskeplaða myndamálinum í gomlum ræðufilmum og ræðubløðum.

 3.ferð í Føroyum

Zven Balslev býr í Keypmannahavn, har hann eisini er útbúgvin. Hann var liðugur á kunstakademinum í 2006 og í 2005 vitjaði hann Grafiska Verkstaðin í Havn á fyrsta sinni. Hann hevur forlagið Cult Pump, sum javnan gevur út bøkur og bóklingar m.a. Hetta er triðju ferð, Zven Balslev er í Føroyum við arbeiðsuppihaldi í Steinprenti. Hann hevur luttikið á fleiri bólkaframsýningum, millum annað er hann við í ferðaframsýningini Grafiske Forbindelser, sum verður framsýnd í Norðurlandahúsinum í heyst, men hetta er fyrsta serframsýning hjá honum í Føroyum.  Við sær til Føroya hevur hann sonin, Ulf og teir búgva sama stað, sum Zven Balslev búði seinast, hann var her, í listafólkaresidensinum í Williamshúsi.

Myrkur og skemt

Uppihaldið í húsinum hjá stóra skaldinum hevur áður inspirerað Zven Balslev, og tað er honum so líkt, at tað er søgan hjá Williami Heinesen um knívin, sum hann hevur miðsavnað seg um. Søgan snýr seg um drongin Marselius, sum fær ein knív frá vinmanninum í føðingardagsgávu, sum hann dyrkar og brúkar til tess at rannsaka sínar myrku síður, og hetta er akkurát nakað fyri Zven Balslev. Fleiri av teimum útivið 35 myndunum á framsýningini eru nokk so svartar og løgnar, men nógvastaðni verður myrkrið bloytt av einum skemtiligum tóna, t.d. í einari svartari mynd, sum minnir um eitt portrett. Vit síggja einar primitivt teknaðar herðar og ein háls við hálsketu, andlitið er tó ikki heilt vanligt, men eitt samanhangandi mynstur av nøkrum, sum minnir um innvølir og gøgn, niðarlaga sæst ein grotesk hangandi nøs, eitt slag av falleraðum fallosfiguri og niðast á myndini stendur stutt, men ikki so greitt ”Prostatata”.

 

Eitt løgið landkort

Ein lítil svørt og hvít mynd á framsýningini minnir eitt sindur um eitt skattakort. Hvíti formurin á svartmálaðu grundini minnir um ein part av Danmark og Týsklandi, sum eru býtt upp í øki við hvør sínari tekning, harav skilst millum annað, at vesipappír er serliga neyðugt í Suðurjútlandi og í Sælandi er best at hava svørðini til reiðar, men so beinleiðis skal myndin neyvan fatast. Fleiri av myndaliðunum eru heldur ikki so lættir at avlesa. Myndin er í grundini ikki ólík einum stuttliga illavorðnum prenti hjá Tóroddi Poulsen, har oyggjarnar í Føroyum verða viðmerktar – og ikki fyri teirra góðu síður. Eg haldi, at hesir báðir listamenninir, Balslev og Poulsen hava rættiliga nógv í felag, teir tykjast listarliga skyldir við sama skeiva skálkabrosi. Fleiri av myndunum hjá Zven Balslev sipa til eina undirvísingarstøðu. Tær kunnu vera eitt slag av undirvísingartilfari við frágreiðingum um t.d. bókstavir ella um anatomi, men myndirnar eru hugsaðar út frá sjónarhorninum hjá klombrinum, býttlinganæminginum, sum situr og hugsar um alt møguligt annað, sum dagdroymir og sum ikki fær alt við, sum gongur fyri seg í skúlastovuni. Tí verða myndir frá nøringarlæruni blandaðar saman við dreymamyndum og ymiskum óviðkomandi, sum gerst listarliga viðkomandi.