Heima

Eivør á Reinsarínum

Trý ár eru liðin síðan seinastu útgávukonsert hjá Eivør Pálsdóttir her á landi, tað var Room, sum varð presenterað í Norðurlandahúsinum. Nýggja útgávan, Bridges varð framførd m.a. á Reinsarínum síðsta leygarkvøld á einari útseldari konsert, ið veitti øllum áhoyrarum fulla valuta og fekk okkum at føla, at heima er eitt gott stað at vera.

Hoyma eitur eitt vælumtókt konsertkonsept frá kreativa tónleikaumhvørvinum í Gøtu, sum Jón Tyril hevur fyriskipað, har tónleikarar hava eina intima framførslu í stovuni hjá fólkum, sum bjóða seg og sína stovu fram. - Genialt konsept, halda fólk, eg trúgvi tí væl, men veit tað ikki, tí eg havi ongantíð verið. Orki ikki fyri skipaðum intimiteti í listahøpi. Tað er nóg ringt sum tað er frammanundan við konstanta (undirskilta) kravinum um positivitet, tá talan er um mentanarmiðling. Av somu orsøk dámar mær heldur ikki so væl at vera í Smiðjuni í Lítluvík ella onnur smá støð, har tað følist sum um tey kenslubornu listafólkaeyguni fylgja við hvørjum eygnabrá og hvørjum ómotiveraðum geispi, eg vil hava frið til at uppliva listina uttan at mínar reaktiónir skulu hava nakran týdning. Tí passaði tað mær ógvuliga væl, at útgávukonsertin hjá Eivør og teimum var í Reinsarínum. Har er hugnaligt og fjálgt, fólk, drekka øl og ganga á ves - eisini meðan framførslan er, men hetta er ikki heima hjá nøkrum. Hetta er nýggja spælistaðið í Havn, sum eina løtu var karmur um eina glæsiliga tónleikaliga heimkomu.

 Bridges

Í ummæli av nýggju útgávuni hjá Eivør, skrivaði eg okkurt um, at talan var um eina tónleikaliga sera búna útgávu og tað sama má sigast um konsertáhoyrararnar, tí meðalaldurin var lutfalsliga høgur í Reinsarínum leygarkvøldið, nøkur fá ung vóru møtt upp, men meginparturin var um miðjan aldur. Eg hevði glett meg til konsertina, tí hendan nýggja plátan hjá Eivør Bridges er ómetaliga væl eydnað. Og eg haldi ikki, at nøkur orsøk er at bíða við at staðfesta, at konsertin var so góð sum mann kundi væntað ella betur. Hon byrjaði eitt sindur lágmælt, men konsentrerað við dapra lagnum Stories, sum er síðsta lag á Bridges, og sum snýr seg um søgur, ið ikki skuldu verið sagdar og um særandi orð. Hetta var kanska ein eitt sindur løgin ella óvæntað byrjan, men eg haldi, at byrjanin eitt sindur á sama hátt sum valið at enda við Hounds of Love (triðja eykalag) hjá Kate Bush, vísir okkum eina sjálvstøðuga listakvinnu, sum ongar trupulleikar hevur av sínum íblástri frá Kate Bush og tí ikki smæðist við at viðurkenna hann alment. Eivør er ein listakvinna, sum setir sín hatt ella kanska heldur sítt hár sum hon vil við tí neyðuga listarliga yvirskotinum. Hárið gjørdist av óvart eitt evni í einari av teimum smáu fittligu improviseraðu introduktiónunum, sum Eivør hevði gjøgnum konsertina, har hon natúrliga og skemtiliga greiddi frá teimum ymisku sangunum.

Dynamisk heild

Sum heild var konsertin heilt ómetaliga fjølbrott og dynamisk, styrkin og ljóðkarakterurin broyttist alla tíðina og ljoðmaðurin, Hallur Jónsson var meira enn almindiliga dugnaligur og vakin, men hann varð eisini presenteraður sum fimti limur í bólkinum. Í mun til útgávuna helt eg konsertina vera enn meira elektroniska, og eitt sindur villari og lættari. Hetta kemst kanska eisini av, at eg á konsertini legði betur merki til øll tey elektronisku ljóðini, sum til tíðir lógu eins og eitt ídnaðarljóðspor og arbeiddi inni undir nógvastaðni. Eivør Pálsdóttir hevur í hesum sambandi fingið nakrar óvanliga sterkar viðspælarar, sum allir hava óvanligar góðar førleikar til tað elektroniska og sum harumframt hava nokk so góðar og ymiskar tónleikaligar førleikar. Mikael Blak er ikki bara ein framúrskarandi basspælari, hann hevði eisini eitt ljómborð undir hond á konsertini, sum var við til at tryggja ta fjølbroyttu tónleikaligu heildina. Leikluturin hjá Høgna Lisberg er stórur á útgávuni, hansara forritaðu trummuljóð eru við til at mynda sjálvan samleikan á Bridges og á konsertini var tað hugtakandi at uppliva hansara um somu tíð neyva musikalitet og orkumikla villskap. 

Ein tónleikaligur gandakallur

Tróndur Bogason, ið hevur framleitt Bridges saman við Eivør, er ein sera gávuríkur komponistur, sum hesi seinastu árini hevur brúkt nógva orku uppá at fáast við tónleik hjá øðrum, at útseta, framleiða, og hansara leiklutur á Bridges útgávuni og á Room áðrenn tað, er stórur og ikki at forsmáa. Á Bridges konsertini var Tróndur Bogason átøkur einum gandakalli, sum dróg alt millum himmal og jørð úr sínari skjáttu. Umframt ymisk áhugaverd elektronisk ljóð og strukturar fann hann bæði violinir og klaver í teirri gandaðu digitalskjáttuni, so at tað var ein sonn fragd at lurta eftir.  

Konsert við nærveru

Stórur munur er á at lurta eftir einari fløgu/plátu, sum er upptkin í studio undir neyvum eftirliti og at vera á konsert. Í einari góðari konsertframførslu fært tú nakað í staðin fyri tann stýrda neyvleikan og soleiðis var á hesari konsertini, sum var merkt av eini øðrvísi orku, spontaniteti og nærveru, samstundis sum tú sum áhoyrari týðiliga merkti hvussu væl Eivør og tónleikararnir vóru fyri og hvussu góðari venjing tey eru í aftaná konsertferðina í Týsklandi.  Tann undurvakri Morning Song darraði júst sum hann skuldi millum óhugnaligu náttartankar, sum verða kveistraðir burtur av morgunljósinum. Rørandi fagnarkvøðan til mammuna hevur fingið eitt lættari flog, violetti sangurin var ikki so syrgiligur, sum hann hevur verið áður, framførslan var eitt sindur meira rokkut. Please remember me er ein ómetaliga sterkur sangur, sum eg rokni við fer at vera verandi. Framførslan av Swing við teksti eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs var full av power og sannari raddarprakt og tað var eisini gott at hoyra Room aftur, trummuljóðið var praktfult og framførslan av sanginum Bridges var í grundini skelkandi góð, eg  haldi næstan, at hon var betur enn á útgávuni, fantastiska væl og kristalreint sungið. Faithful friend er ein rørandi sangur til gamlar góðar vinir, hann kennist ótrúliga ektaður og viðkomandi eisini í tí meira rokaligu liveversiónini.

Heima

Eivør tosaði við áhoyrararnar um hetta at vera útiseti, at tað eitt nú hevur við sær, at hon lættliga gerst ovurkensluborin av kensluni at vera heima, hon greiddi frá sum dømi, at hon var blivin rørd bara tí tað sirmaði í Føroyum. Men júst hendan kenslan, gleðin yvir at vera komin heim merkti alla framførsluna, eisini tá Marius Ziska kom sum eitt sonevnt luxus-ískoyti og sang sín stilla vakra Going Home við Eivør í niðurlagnum. Tað er stuttligt og eitt sindur serligt at uppliva eitt tíðarskeið sum hetta, nú vit eiga so nógvar dugnaligar sangskrivarar, sum skapa eina perlurøð av alheimskendum heimstaðarsangum. At tað ber til hjá hesum framúrskarandi tónleikarunum at venda heim fyri at gera útgávur og fyri at framføra útgávurnar, er orsakað av, at tað finnast professionel støð sum Studio Bloch og Norðurlandahúsið við dygdargóðum ljóðumstøðum og hetta var sanniliga eisini galdandi fyri Reinsaríið, ljóðið var framúr.

Altjóða flog

Eivør er í framúrskarandi góðum formi. Hon eigur pallin, sum hon stendur á og sum hon væl at merkja stóð og dansaði á í útivið hálvan annan tíma uttan steðg. Hennara sangur er sum fossandi tónastreymar, sum áhaldandi leska tey, ið lurta. Tónleikararnir fingu ein lítlan steðg, meðan Eivør framførdi tann sera øðrvísi, eitt sindur etnocentriska og likamligt krevjandi sangin Trøllabundin, sum er eitt slag av signatursangi hjá Eivør haldi eg, hon framførdi hann eisini á Room-konsertini við trummu og einum sannari ørgrynnu av rytmiskum og melodiskum ljóðum, sum hon ger við røddini og við andadráttinum. Soleiðis upphitað kundi farast í holtur við Boxes, sum eg haldi var eitt hæddarpunkt á konsertini. Hann var heilt einfalt suverent framførdur, tey kilometurlongu tónalopini vórðu sungin sum var talan um tættar grannatónar. Eingin ivi er um, at Eivør hevur rætt, tá hon syngur “I´m on my way to somewhere”, tí Eivør hevur altjóða flog. Eg loyvi mær tó at fegnast um, at summar brýr gera tað møguligt eisini at venda heim fyri at servera okkum tónleikaligar gloypibitar sum Bridges. Takk!