Hjartaliga til lukku Sámal Blak - Anna Malan Jógvansdóttir - Dánjal á Neystabø
/
LISTATÍÐINDI
Altjóða operavirðisløn til B.O.C og Sámal Blak
Tá altjóða opera heiðurslønirnar vórðu latnar sunnukvøldið í The Savoy Theatre í London fekk ein havnarmaður enn einaferð part í stóra heiðrinum. Tí tað er eingin annar enn Sámal Blach, ið hevur sniðgivið operuna Khovanskygate/Khovanschini hjá Mussorgsky, sum Birmingham Opera Company fekk The International Opera Award fyri. Umframt Birmingham Opera Company, vóru fleiri kend operahús innstillað í somu kategori (New Production): Alcina, Zurich Opera. Ariodante, Aix-en-Provence. Gurrelieder, DNO. Benvenuto Cellini, English National Opera. Khovanskygate, Birmingham Opera Company. Prince Igor, Metropolitan Opera. Altjóða operavirðislønirnar eru stuðlaðar av Classic FM. Virðislønina sum besta sangarinda fekk sopranin Anja Harteros og virðislønina fyri besta sangara fekk baritonurin Christian Gerhaher. Virðislønina fyri besta operahús fekk Komische Oper Berlin. Vit ynskja høgtflúgvandi havnarmanninum hjartaliga til lukku við stóra viðburðinum og gleða okkum til hansara kynstur verður at síggja onkuntíð her í Føroyum.
Fínar ungdómsyrkingar
Í hesari vikuni kom yrkingarsavnið Undirfloyma eftir ungu Nólsoyarkvinnuna Onnu Malan Jógvansdóttir. Hetta er hennara debutsavn, ið telur 21 yrkingar. Við nøkrum (ordans!) undantøkum eru ungdómsyrkingar ofta ikki av tí mest áhugaverda, tí tær ofta gerast kensluríkari enn hvat yrkjarin megnar at liva upp til bæði formliga og málsliga. Tí eru ungdómssøvn ofta skjótt lisin. Men so er ikki við Undirfloyma. Gamaní er onkur yrking eitt sindur Sturm & Drang kensluborin og einstakar yrkingar tykjast romantiskt gentuligar, men tað eru yrkingarnar í Pigesind hjá Tove Ditlevsen jú eisini og alt gott um tað. Yrkingarnar í Undirfloyma eru 21 í tali, tær eru allar so mikið stuttar, at hvør yrking rúmast á einari síðu. Evnisliga eru tær býttar upp í tríggjar partar undir yvirskriftunum myrkur, hav og glas, partarnir eru prýddir við myndum í reyðum, bláum og hvítum. Yrkingarnar snúgva seg um eitt lyriskt ”eg”, sum følir og skrásetir og lýsir sínar kenslur í mun til umhvørvið, klettarnar og havið. Uppbýtingin leggur upp til tilfarsligt tilvit, sum eisini sæst aftur í nógvum av yrkingunum, har organiska menniskjað ella partar av tí ber seg at og vaksur saman við náttúruna. Æðrar grógva, klettarnir smelta og stadna, eygu og blóð frysta til ís ella til glas og brotnu og staðnaðu formarnir halda egpersóninum føstum. Málsliga eru yrkingarnar væl fyri og yrkingar sum tær á síðu 6 og 14 eru serstakliga væl eydnaðar.
Úr mínum kjarna
Keldurnar í mær opna seg,
og tægrirnar toyggja seg út,
festast á klettin,
kringla seg djúpt niður í avgrundina.
Súgva til sín úr heimsins kjarna,
so magma rennur gjøgnum meg,
og eg gerist til brennandi evju.
Eitt stórt brunasár,
sum flýtur út,
stadnar
og verður til stein.
------
Gjarhjarta
Eg droymdi, at eg druknaði.
Eg sá geislarnar spríkja gjøgnum vatnskorpuna,
men kroppurin sakk bara longur og longur niður.
Ímeðan toygdu æðrarnar seg út
og boraðu seg djúpt niður í havsins botn,
so eg hekk føst.
Meðan havið streymaði gjøgnum mínar æðrar,
sprændi ein kensla av longsli inn í hjartað,
sum seigliga bleiv fjalt av gjari,
so eingin kundi síggja tað.
Foto: Bosse Nilsson
Dánjal av Neystabø hugtekur Skánskan ummælara
Ummælarin í Kristianstadbladet, Anders E.Larsson var ómetaliga hugtikin av konsertini hjá Dánjali av Neystabø herfyri. Hann skrivar: “Áðrenn fyrsta lagið greiðir Dánjal á Neystabø frá um eitt føroyskt tónleikaslag, sum blandar miðaldar gregorianskan harmonik við nýggja “smarta” lutheranska stílin, sum kom til Føroya við einum donskum presti miðskeiðis í 16.øld. Sálmurin, sum verður spældur í fyrsta lagnum, er skrivaður av hesum prestinum og lýsir ta einu av tveimum høvuðsgreinum í tónleikinum hjá Dánjali: Eitt ofta svíðandi vakurt sorgblídni, sum verður bygt upp av perlandi arpeggiorørslum og liggjandi tónum á klaverinum, brakandi mandolinini hjá Kim Rafael Nyber, effektprýdda gittarinum og bakgrundsloopunum hjá Heðin Ziska, klarinettini og bassklarinettini hjá Anniku Jessen og violin- og munnharmonikuspælinum hjá Alexandur Kraglund. Bæði Jessen og Kraglund megna at spæla við nógvari luft og skaviljóðum, og saman við lágmælta gittaranum hjá Ziska og fjølbroytta kontrabass og cellospælinum hjá Erik Olevik, rulla tey út eitt livandi og vaksandi ljóðlandslag. Hin greinin á Dánjaltrænum snýr seg um klezmer og Balkantónleik, ofta instrumentalt við klarinett og violin frammarlaga í ljóðmyndini. Bólkurin spælir hetta tilfarið, sum fyrst og fremst kemur frá teirra fyrstu plátum, feilfrítt og neyvt og við einum serstøkum tóna. Sjálvur haldi eg, at sereyðkennini vaksa fleiri metrar á Time, seinastu plátuni, sum kom í fjør. Tónleikaligar referensur, sum koma mær til hugs um eg skal definera ekspansiva barokkminimalistiska blandið hjá Dánjali, er danski poppbólkurin Mew, svensku bólkarnar Komeda og Ray Wonder við einum skamti av skeivum Tom Waits blues. Men á Time eydnaðist Dánjali at miðla nakað heilt serstakt. Líka síðan uppdagingina av dygdunum hjá bassklarinettini í filmstónleikinum hjá Michael Nyman, hevur hon verið eitt yndisljóðføri. Í tí, sum møguliga eru teir fínastu 13 minuttirnar av tónleiki í 2014 - byrjanin av Time við løgunum Raindrops og Never again, leypir basklarinettin á innanfrá meðan løgini gjøgnumganga eitt slag av ævigari rørslu. Sjálvt uttan slagverkini á plátuni fara liveavbrigdini av løgunum beint inn í kroppsins innastu loynikrókar.”