Frískt, ruddiligt og keðiligt

 

Várframsýningin 2015 er frísklig, ruddilig og keðilig – hetta seinna sæst longu á plakatini, sum ikki er serliga listarliga inspirerandi. Men plakatliturin er ljósagrønur og tað er vónin jú eisini – í hesum førum um góða list...

Á framsýningini eru nøkur góð listaverk, sum festa seg og sum vaksa í huganum aftaná, at áskoðarin er komin heim. Her eru eisini verk, sum eru vánalig og sum ikki eru á tí yrkisstøði, sum Várframsýningin einaferð ætlaði sær at yvirhalda. Várframsýningin skuldi vera eitt professionelt alternativ til Ólavsøkuframsýningina, ein leikpallur hjá føroyskum yrkislistafólkum. Men hetta er væl at merkja skjótt fjórðingsøld síðani, og føroyski listaheimurin  er í støðugari broyting. Listastríðið er av, men tað er kollektiva felagshugsanin, sum Várframsýningin er bygd á, kanska eisini og kviklynti ungdómurin er í dag vorðin hart gjaldoyra. Vit dyrka tey ungu sum ongantíð áður í vón um at tey fara at tíma at støðast í Føroyum. Ungdómurin er framtíðin, so sjálvandi er tað gott at hitta ung fólk í Listasavninum sum nú, tá Várframsýningin læt upp. Men í staðin fyri bara at rósa teimum ungu, og strúka teimum við hárunum, høvdu tey og vit øll kanska fingið meira burturúr, um ein føroyskur listaskúli varð settur á stovn, har tey m.a. fingu skipaðan kritikk. Uttan skúling og ein seriøsan mentanarpolitikk verða vit verandi eftirbátar í samtíðarlistini.

 

Installatiónslist

Hetta er ikki fyrstu ferð, Várframsýningin hevur installatiónslist á skránni, verkini í ár eru kanska ikki kollveltandi, men eg haldi, at uppsetingin av installatiónslistaverkunum riggar betur hesa ferð á ein óroksutan, einfaldan og listarliga forsvarligan hátt. Hetta er eitt nú galdandi fyri ljóðinstallatiónina hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger og Lasse Thorning Jæger, sum er ein yrking við smáum bókstavum, ið liggur á gólvinum, so at áskoðarin má niður á knæ sum ein eyðmjúkur, bókmentaligur detektivur fyri at fanga og granska orðini við sjóneyku. Ljóðini í oyratelefonunum stuðla undir ríka poetiska huglagnum í hesari stillu lágtøkniliga minimalu installatiónini við heitinum “Eg hoyri grasið”. Videoinstallatiónin hjá Rannvá Mortensen er meira ekspressiv og ger eitt sindur meira um seg, men eisini hon heldur seg til málið so at siga. Blóðregn er myndað av trimum videofilmum og einari stórari bók/handriti, sum áskoðarin kann hyggja, blaða og lesa í. Verkið minnir um eitt annað videoverk hjá Rannvá Mortensen, har filmarnir av vatni, blóði og frárensli vóru settir í ginur sum ein video-málninga-objekt installatión. Hugsunarhátturin í verkinum minnir um listafilmar og kvinnulist í sjeytiárunum, og eg haldi, at tað narrativa einfeldið í filmunum hóskar væl til mátan, teir verða presenteraðir á Várframsýningini 2015.

Havið og eg

Tað besta verkið á framsýningini, ella tað verkið, ið kom mest óvart á meg var videoinstallatiónin hjá Floortje Zonneveld Havið og eg. Floortje Zonneveld er ein ung hollendsk kvinna, sum í ein mánaða hevur búð í Tjørnuvíkar skúla. Í einum fyrimyndarligum samstarvi millum Sunda Kommunu og LISA er gamli skúlin í Tjørnuvík vorðin listabústaður og fleiri listafólk hava havt arbeiðsuppihald har, m.a. unga hollendska kvinnan Floortje Zonneveld. Tað er ringt at lýsa tað stórsligna í hennara verki uttan at tað kemur at ljóða klisjémerkt og kanska enntá platt. Tað snýr seg um filmsupptøkur av sjósvimjarum í Vestmanna, sum verða lýstar uppá nøkur gomul sprossavindeygu. Myndevnið og automatiska trídeilingin av filmsupptøkunum gevur alt fyri eitt hugsamband við Waves, tann fína portrettfilmin hjá Heiðriki av Heygum um svimjiommuna í Vestmanna við hópin av symmetriskum, vøkrum myndum. Afturvið tónleiki hjá Philip Glass síggja vit lívsfegnar kvinnur skvatla í ísakøldum havi og tað er kanska júst tað, eg eri hugtikin av, samankomuni millum bláan kulda og húðarlittan hita, millum einsamøllu og stórbæru fjøllini og tann fjálga, menniskjaliga felagsskapin. Anný Djurhuus er yngsti luttakari á framsýningini, og kanska tann, eg vænti mær mest av, tí hon longu í sera ungum aldri er tilvitað um stíl og tí hon torir. Hon hevur gjørt eitt sofistikerað verk við heitinum “Suffisant”, sum fevnir um installatión, poesi og uppvørpu, sum í skapi tykist inspirerað av verkinum DRESS, sum Jóhan Martin Christiansen gjørdi til framsýning í Steinprenti herfyri.

 

Gips

Jóhan Martin Christiansen hevur sjálvur fýra gipsverk við á Várframsýningini. Hann hevur saman við Ole Wich og Sigrun Gunnarsdóttir sitið í úrvalsnevndini og tey hava øll verk við á framsýningini. Tað er ein ósiður, at úrvalsnevndin hevur verk við, men í hesum førinum hevur tað verið neyðugt, tí høvdu tey trý ikki verið við, hevði framsýningin verið ov tunn. Gipsverkini, sum hanga væl uppi á balkongini í góðum ljósi, eru ómetaliga vøkur, haldi eg. Mær dámar so væl tilfarstilvitaðu gipsavstoypingarnar av pappstrukturum og teirra fjølbroyttu assosiatiónirnar til bæði stórslignar ikonir og gerandisliga skrivstovuútgerð. Hjá nýútbúna listamanninum snýr tað seg ofta um eina áhugaverda samankomu millum tað hátíðarliga og prosaiska, tað ítøkiliga og óítøkiliga, sum felagsheitið “Repeated Passages. Hidden Faces” eisini bendir á. Uppi á balongini standa eisini trý, skulpturel verk hjá Ole Wich við felagsheitinum “Vandrende sky”, ið øll bæði myndevnisliga og tilfarsliga tykjast bjóða tyngdarlógini av. Tilfarsvalið hjá Jón Sonna Jensen er altíð serstakt, honum dámar væl at brúka latex, sum er eitt ómetaliga óhetjuligt slag av tilfari. Tá hann so reisir tað upp sum eina hangandi klassiska grikska, súlu gerst tað stuttligt og løgið og væl eydnað. Verkið hjá Vígdis Petersen “Spring” er sett saman av readymade og myndum, tað er frískt, men tykist eisini eitt sindur roksut og listarliga grunt.

 

Trídimensionalar freistingar

Til ferniseringina sá eg eina smágentu, sum sat á knøunum uppi yvir pappírsinstallatiónini hjá Marionnu Mørkøre og sum ikki kundi lata vera við at trýsta varliga niður á teir spísku topparnar á verkinum, sum sær út til at vera settir saman av einari rúgvu av pappírskrabbagággunum, sjálvgjørdu leikurnar, sum vit plagdu at hava miklan stuttleika av sum børn. Eg havi møguliga sæð okkurt 3D origamiverk, sum líkist, men hetta verkið hjá Marionnu Mørkøre er hugtakandi grafiskt samstundis sum tað er trídimensionelt og mótsett origami, sum ofta er púra neyvt í sínum endurtøkum, er hetta verkið merkt av smáum óneyvleikum, sum ger tað livandi og áhugavert at eygleiða

Tveydimensional list

Tað er í sær sjálvum nakað serligt, at eg nái at skriva 1036 orð um eina føroyska framsýning áðrenn eg komi til myndirnar, tær teknaðu og málaðu, sum bæði roynd og óroynd framsýna á Várframsýningini. Kári Svensson hevur eina røð av smáum myndum við á framsýningini, sum tykjast feskar í úttrykkinum, men sum listarliga neyvan hava annað og meira uppá hjarta enn at vera litprýði, tað sama tykist galdandi fyri tær bláu og svørtu, fýrakantaðu myndirnar hjá Jónu Rasmussen og tær tríggjar myndirnar hjá Astri Luihn av grønum gróðuri við smáum fuglum. Tær tríggjar myndirnar hjá Elini Josefinu Smith eru heilt nakað annað, tær eru figurativar, villar og anarkistiskar og merktar av einum heilt øðrum listarligum hugburði og av sosialari indignatión um umstøðurnar hjá eitt nú flóttalegubørnum. Fyrstu ferð, eg sá myndirnar hjá Sigrun Gunnarsdóttir, tóktust tær øðrvísi sum eitt frískt lot í mun til tær hálvabstraktu landslagstulkingarnar, sum tá vóru í hæddini í føroyskari list. Nýggju akrylmálningarnir hjá Sigrun Gunnarsdóttir eru alt annað enn frískligir, teir eru monumentalir og tungir sum minnisvarðar. Málistílurin er ógvuliga einfaldur, næstan naivistiskur, tey ymisku myndevnini eru teknað á gráa bakgrund. Heitini á verkunum koma úr kendu sálmunum “Upp alt ið Harrin hevur gjørt” og “Harra Guð títt dýra navn og æra”. Sálmarnir eru gamlir og eg uppfati eisini myndirnar sum stak gamaldags, eins og gamlar symbolistiskar illustratiónir av sálmatekstunum.

 

Várframsýning annaðhvørt ár?

Í verandi støðu eru heili tvær amatørframsýningar um árið í okkara tjóðarlistasavni. Várframsýningin hevði kanska verið betur, um hon varð hildin annaðhvørt ár eins og ein uppsøkjandi biennala, sum t.d. eisini fevndi um verk hjá listafólkum í Heystframsýningarbólkinum umframt hjá listafólkum í Myndlistafelagnum. Hinvegin, so er tað ikki so galið, at okkurt hendir, at okkurt gongur fyri seg í Listasavninum, at føroysk listaáhugað fáa okkurt burtur úr okkara tjóðarlistasavni og at samtíðarlistin verður diskuterað.