Mínar bestu listaupplivingar í 2015: Hansina Iversen

Listaportalurin hevur spurt nøkur fólk um teirra bestu lista- og mentanarupplivingar. Svarini eru sera ymisk, tað vóru spurningarnir eisini. Onkran havi eg spurt um eitt ávíst listaslag og onkran annan havi eg spurt meira breitt um mentan og list. Her eru svarini frá Hansinu Iversen, listakvinnu.

 

Eg veit ikki um tað er fyri mark, at seta framsýning á Louisiana á fyrsta pláss; men tá eg var í Keypmannahavn, sá eg eina frálíka framsýning við skotska listamanninum Peter Doig, og var henda framsýning allar besta listarliga uppliving í 2015. Peter Doig er búsitandi í Trinidad, fyri tað mesta; men eg haldi, at hann eisini hevur ateliér í London. Málningar hansara eru heilt einastandandi. Oftast eru fólk í myndunum, men tey eru meira karakterir av menniskjanum, heldur enn portrettir. Málningarnir lýsa stemningar og hugalag so væl, at tað kennist, sum um man sjálvur hevur verið til staðar í hendingunum og støðunum. So tað var ein fragd, at síggja so væl gjørdar málningar og framsýningin gav mær orku og nýggja gleði til at mála.


Nummar 2 uppliving vóru framsýningarnar hjá Ian Mckeever í Listasavni Føroya og í  Gallarí Steinprent. Hansara abstraktu, ella non-figurativu málningar í Listasavninum vóru hugtakandi við sínum gjølliga valdu litum, svartir, hvítir og reyðir. Formarnir tóktust so stórir sum himmalin, sjálvt um flestu málningarnir ikki vóru nógv størri enn eitt A3 ark. Men kanska vóru litografiini enn meira hugtakandi, tí tey vóru einlitt, ella tey tóktust so við fyrsta eygnakast; men so hómaðist skuggin av døkkari litbrigdi, sum gjørdi, at myndaflatin bølnaði út úr pappírinum og myndin var spakuliga vorðin trívídd. Vit sótu við kaffiborðið í Steinprenti og tosaðu um kantarnar á hesum myndunum og tað var ikki minni áhugavert, at fáa høvi til at tosa við sjálvan listamannin.



Nummar trý á listanum var framsýningin Rúm hjá Brandi Patursson í Listahøllini á Skipasmiðjuni. Brandur hevði myrkalagt øll vindeyguni í rúminum, men ljósið slapp inn gjøgnum málaðar glassirklar, sum sóu út sum lýsandi gongustjørnur ella reyðir mánar. Øll verkini vóru úr glasi, ókendir formar risu upp úr gólvinum ella úr kassum. Tó teir virkaðu ókendir, vóru teir sum ein leivd av onkrari fortíð, sum vit eru sprottin úr. Stemningurin í rúminum var so viðkvæmur, at ein lítil óstortslig rørsla, fekk meg at føla meg, sum ein elefant í einum glashúsi.


Nummar fýra var framsýningin Mynstur hjá Jonas Hvid Søndergaard í Steinprenti, við stórum blýantstekningum á pappír. Jonas plagar at mála stórar málningar í sterkum litum; men hesar tekningarnar vóru svart/hvítar, men við eyðkendu geometrisku mynstrunum,  sum minna um keltisk og norðurlendsk symbolir.


Nummar fimm var framsýningin THE PEOPLE AND THE THINGS hjá Silju Strøm í Steinprenti. Hon er eitt praktfult íkast til føroyska myndlistapallin. Hennara málningar eru fabulerandi, men ikki sum skrøgg, men sum háfloygdar tilsipingar til modernaða lívið. Á framsýningini, sum hongur í Gallarí Steinprenti til hálvan januar 2016, eru nógvir málningar. Teir flestu eru smáir, men serligir í skapi, tí Silja hevur nágreiniliga skorið træplátur út í serstakar formar, sum hon síðan hevur málað myndirnar á. Silja er ein framúrskarandi teknari og so skrivar hon eisini vakrar tekstir, sum eisini eru at finna á framsýningini, í útskornum litaðum pappíri, sum liggja sum ein skulpturur, á gólvinum. 
 


Fleiri aðrar framsýningar hava verið í 2015. Eg havi ikki sæð allar, men eg má nevna Grafisk Sambond í Norðurlandahúsinum, har 12 kend donsk listafólk hava gjørt steinprent saman við Jan og Fríðu í Steinprenti. Serliga væl dámdi mær myndirnar hjá Juliu Sass, sum hingu í Dansistovuni.


Í september var Heystframsýningin aftur opin á Skipasmiðjuni, og flestu limirnir í Heystframsýningarbólkinum luttóku við nýggjum verkum. Okkara nýggi mentamálaráðharri, -nei, nú er tað mentamálaráðfrú, Rigmor Dam lat framsýningina upp við talu, sum dróg fram týdningin, listin hevur fyri samfelagið.
Vónandi verður hon, listin, ikki gloymd!