Bestu listaupplivingarnar í 2015: Sif Gunnarsdóttir

Listaportalurin hevur spurt nøkur fólk um teirra bestu lista- og mentanarupplivingar í brátt farna ári. Svarini eru sera ymisk, tað vóru spurningarnir eisini. Onkran havi eg spurt um eitt ávíst listaslag og onkran annan havi eg spurt meira breitt um mentan og list. Her eru svarini frá Sif Gunnarsdóttir, stjóra í Norðurlandahúsinum.

Mentanarupplivingar kunnu ávirka fólk positivt av so mongum ymiskum orsøkum. Tær kunnu taka teg av bóli við sínum stórlæti ella hugtaka teg við sínum innileika, tær kunnu koma óvart á, tær kunnu gleða, tær kunnu eisini ræða, men allar gera tær mun. Her koma tær 10 upplivingarnar, sum eg av ymiskum orsøkum minnist best frá 2015

Latið okkum byrja við tónleikinum. Mínar tríggar bestu og størstu tónleikaupplivingar í 2015 eru føroyskar. Tann fyrsta er útgávukonsertin hjá Marius Ziska, eitt perfekt kvøld, har tónleikur og huglag spældu saman. Eitt av hæddarpunktunum tað kvøldið var, tá Eivør kom á pallin og tey sungu “Shades” saman. Fløgan hjá Marius Heim, er helst tann útgávan, eg havi lurtað mest eftir í ár

Tann næsta stóra musikkupplivingin var várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestur, tá tey framførdu Planetirnar hjá Holst og Mattias Kapnas spældi klaverkonsert no 3 hjá Bartok. Tvær útseldar konsertir, har ein stórur partur av áhoyrarunum var útlendingar, sum vóru komin til Føroya fyri at uppliva náttúrufyribrigdið sólarmyrkingina og fingu sum eykavinning mentanarfyribrigdið FSO!

Tann triðja stóra musikkupplivingin var við sjálvari drottningini, Eivør, tað var útgávukonsertin Slør. Til alla lukku havi eg upplivað hana áður – í grundini á hvørjum ári tey 3 árini eg havi verið her í Føroyum. Á festivalum við túsundavís av fólkum, smáum konsertum, við henni einsamallari ella saman við rokkorkestri ella saman við klassiskum tónleikarum. Tað er altíð einastandandi, altíð nýtt altíð ógloymandi upplivingar.

Innan myndlistina minnist eg best ta retrospektivu framsýningina hjá Louisiana av verkum hjá Yayoi Kusama, tí hon var so stór og crazy og litrík – pop art, feminisma, umhvørvi.. tað var gandakent. Tvær sera fínar ferðaframsýningar minnist eg væl, Grafisk Sambond og The Weather Diaries, sum eg í báðum førum hevði sæð í øðrum hølum áðrenn tær vórðu settar upp í Norðurlandahúsinum. Tað er altíð hugtakandi at síggja hvussu ein framsýning broytist og ávirkast av sínum umhvørvi samstundis við, at framsýningin í stóran mun ávirkar sítt umhvørvi. Tann síðsta framsýningin, sum situr fast í minninum er Í Kerinum 40 hjá Inga Joensen, rørandi myndir av einum húsi har tað einaferð var lív og nú einki. Alt er eins og allíkavæl er einki er tað sama sum áður. Ein sterk framsýning, sum veruliga ávirkaði meg.

Ársins stóru filmsupplivingar vóru Amy, heimildarfilmurin um Amy Winehouse, ein erlig, tragisk frásøgn full av innliti um hesa fantastisku listakvinnuna. Hin filmurin er eitt heilt annað filmsslag, tað er Force Majeur hjá Ruben Østlund, sum eg helt vera intelligentan, stuttligan og óútrokniligan.

Tann síðsta mentanarupplivingin, sum eg vil nevna, er tann, sum eg var mest ovfarin av, tað var Dramakonsertin Rósa Maria hjá Jónleif Jensen og Bergi Rasmussen. Tað var av sonnum undirhald í toppflokki!