Stórfingin, skelkandi og sannførandi Skuld

Kinna Poulsen - Ummæli í Dimmalætting 19.des.2014

Ræðufilmurin hjá Heiðriki á Heygum imponerar, og tað sama gera fleiri av hinum stuttfilmunum, sum vórðu sýndir fram Geytakvøldið herfyri. Her er eitt ummæli av nøkrum teirra.

At sita ímillum spentar tannáringar í hópatali og uppliva ræðufilmin “Skuld” hjá Heiðriki á Heygum er ein avbjóðing, skal eg bara heilsa og siga. Og eg veit ikki um hesin støðugi tinnitus tónin er tagnaður aftur, tá blaðið fer til prentingar, men eg havi ikki í mínum livandi lívi upplivað tílíkt skríggjarí sum í Norðurlandahúsinum síðsta fríggjadag. Tá vórðu teir 10 innstillaðu Geytafilmarnir vístir og tað var "Skuld", ið elvdi til skríggjaríið. “Skuld” gjørdist dupultur vinnari, og fekk heiðurslønina frá dómarunum og frá áhoyrarunum. Eg haldi ikki, at nakar ivi kann vera um, at tað var tann rætti filmurin, sum vann, hann var heilt einfalt á hægri støði enn hinir. Eg bleiv eisini bangin har eg sat, og sjálvt um eg royndi at verja sinnið við gerandishugsanum um stílar og bakiuppskriftir, kendist latenta angistin yvir øllum salinum, skríggini ørkymlaðu og tað gjørdi filmurin sanniliga eisini.

Ein sympatisk søga

Mariann Hansen er ein genialur sjónleikari - tað er hon á palli, og eftir øllum at døma eisini á filmi. Og sjálvt um stórur munur er millum ta elskuligu góðseigaradóttrina í Kirsuberjagarðinum á Tjóðpallinum og ta sviknu samtíðarkvinnuna í stuttfilminum “Kom og dansa”, spælir hon akkurát líka væl við stórum, skemtiligum yvirskoti, so at vit trúgva uppá persónin, sum hon skapar. Henda tragikomedian hjá Andriasi Høgenni ger kanska ikki so nógv um seg, um vit hugsa um scenografi og filmsteknisk snildi, men eg haldi, at hon heilt vist gevur áskoðaranum nakað innihaldsliga sæð. Lítla kamarspælið millum tveir kappingarneytar setir í heilum spurningar um galdandi maktviðurskifti, sum tykjast relevant og menniskjanslig. Skeldaríið millum tær báðar – “ta feitu, sum feykar” og “handikapphoruna”, er ordiliga stuttligt m.a. við einari senu, sum minnir um ta kendu feykaðu orgasmusenuna hjá Meg Reilly í When Harry met Sally”. Sóleyð Danielsen hevur leiklutin sum femme fatale og tað ger hon væl. Hetta er sum heild ein sera sympatisk søga, so tá svikna daman til tónarnar hjá Cat Stevens at enda spákar avstað og tveitir fartelefonina hjá tí ótrúgva sjeikinum, eru vit púra við í frígeringini og fegnast hennara vegna. Andrias Høgenni er gávuríkur leikstjóri, tað sæst eisini á tí heldur drúgva hybrid-heimildarfilminum “Det man(d) ikke taler om”, sum snýr seg um menn, ið verða misbrúktir og neyðtiknir.

Ein føroysk samkynd kærleikstragedia

Filmurin hjá Mariu Winther Olsen “Sum einglar vit falla” er somuleiðis sera viðkomandi, tó at bæði evni og stílur minna rættiliga nógv um teir báðar ungdómsfilmarnar hjá Sakaris Stórá. Í stuttu føroysku filmslistasøguni eru nógv vøkur ung andlit, men filmsmyndir av vakrum ósekum ungdómi í føroyskari náttúru við fuglaljóði og eini undirliggjandi undirgangskenslu og daprum tónaspori fær meg altso fyrst og fremst at hugsa um gávuríkasta føroyska filmsleikstjóran, sum dugir listina at rógva framundir. Maria Winther Olsen er eitt sindur meira yvirtýðilig enn Sakaris Stórá og innihaldsliga fer hon eitt sindur longur enn fyrimyndin og tað kunnu øll LGBT viðhaldsfólk fegnast um - her er í hvussu so er eingin ivi um kynsliga samleikan hjá teimum gentunum, her hava vit av sonnum eina føroyska samkynda versión av Romeo og Julie í fullum blóma. Føroyska filmslistin er í stóran mun vígvøllurin hjá ungum fólki og tað er gott, men hevði helst verið enn betur, um tey í størri mun leitaðu sær hjálp og tóku í móti stuðul frá royndum fólkum við ansi fyri at siga søgur.

Væl eydnaðar royndir

“Gongdin“ er ein surrealistisk dreymakend lýsing av einum manni, sum finnur seg fangaðan í eini gongd við nógvum læstum hurðum, sum verður leiddur á beina leið av einari smágentu. Hetta er ein stuttfilmsroynd hjá ungum á Nóllywood, sum er væl eydnað. Tað er stuttfilmurin hjá Franklin Henriksen sanniliga eisini, og er talan um ein skúlauppgávufilm vænti eg, at filmurin røkkur allarhægsta karakter. Hetta er ein sera stuttur filmur, sum varir 4 minuttir og 48 sekund um ein mann, sum koyrir í toki. Filmurin er væl gjørdur, hann er komprimeraður og fullur av symbolum, alla tíðina gongur tíðin og tá ljósið haraftrat blaktrar óunniliga meðan ljóðið er suðar ídnaðarliga og filmurin er svarthvítur og pólskur, og formatið er gamaldags, so er tað líka við, at hann í ov stóran mun líkist stórari filmslist frá fyrr í tíðini, men hetta er ein sera flott roynd og eg rokni við, at vit kunnu vænta okkum nógv frá Franklin Henriksen.

Stórur munur

Munurin á teimum 10 framsýndu filmunum er ógvuliga stórur, kanska er hann ov stórur, kanska kundi helvtin verið tikið av skránni, og kanska kundi mann býtt eitt tílíkt kvøld upp í kategoriir, men møguliga er fjølbroytnið og dygdarmunurin bara eitt ítøkiligt dømi um, at listaslagið enn er feskt í Føroyum. Eg sat eisini og hugsaði um spælifilmin LUDO og undraðist á, at hann eyðsýniliga ikki  hoyrir heima á einum tílíkum filmsfagnaðarkvøldið. Men tað sær út til, at fyriskipararnir satsa uppá breiddina heldur enn elituna fyri at fáa fólkið við og tað gongur kanska eina tíð, men tað fantastiska við hesum nýggja listaslagnum er, at kritiska atlitið millum fólk verður hvassari alla tíðina. Nú sat eg sum nevnt í einum sali fullum av ungum fólkum í sama aldri sum tey, eg undirvísi og eg má siga, at eg eri bilsin um áhugan og nærveruna, eg merkti frá hesum fólkum, sum vanliga ikki megna at síggja ein film uttan at kekka fartelefon og teldu nokk so nógvar ferðir. Í Norðurlandahúsinum valdaði total konsentratión, hetta er eitt listaslag, sum í serligan mun talar til tey ungu og tað er í sær sjálvum ein umráðandi orsøk til at stuðla filmi. Eg eri onkuntíð eitt sindur ørkymlað av lyndinum, sum filmfólk hava, til at seta seg sjálvi uttanfyri felagsskapin við hini listasløgini við ynskinum um at mynda ein sonevndan filmsídnað, men aftaná at hava sæð 10 Geytafilmar haldi eg meg skilja betur tørvin, tey sipa til. Ein filmur sum “Skuld” sær í hvussu so er út sum um hann hevur ein filmsídnað aftan fyri seg og tað hevur hann helst eisini - í øllum førum partvíst, tí hann er gjørdur undir virkisøkinum hjá danska filmsskúlanum, Super 16.

Skuld – annað og meira enn effektir

“Skuld” er sum áður nevnt á einum heilt øðrum støði enn hinir filmarnir, m.a. tá tað kemur til tað filmstekniska. Tá eg á sinni hoyrdi, at Heiðrik á Heygum ætlaði sær í gongd við ein hálvtrýssaragysara, var eg fyrst eitt sindur ørkymlað, tí eg hugsaði, at tað kundi enda í grunnskygdum kostumespæli og effektum. Og tær eru eisini við í ríkum tali í filminum. Effektir, sum vit kenna úr øðrum ræðufilmum, blóðið rennur í stríðum streymi og seyrar upp gjøgnum blomsturvasar á sama hátt sum blóðið í stuttligu ræðusøgurøðini Riget hjá Lars von Trier ella í The Shining hjá Stanley Kubrick. Aðrar tilsipingar eru til Carrie hjá Brian de Palma og til nýggjari japanskar ræðufilmar, sum eg ikki eingang tori at fáa fortaldar, tí teir eru so óhugnaligir og eg hati ræðufilmar. Men “Skuld” er annað og meira enn effektir. Eg eri ikki vís í, at eg haldi nakra orsøk vera til, at søgan partú skal ganga fyri seg í hálvtrýssunum, tí eg haldi saktans, at søgugongdin kundi farið fram í dag. Men tað eydnast hinvegin væl hjá Heiðriki at mana fram hálvtrýssarahuglag í myndunum. Høvuðspersónurin, sum vakra Sofía Nolsøe Mikkelsen spælir meistaraliga væl, hevur fyri kortum mist eitt barn, men er nú byrjað aftur í starvi sínum sum heimasjúkrasystir. Hon verður send at hjálpa einari deyðasjúkari konu, sum býr á útoyggj. Sum í øllum ordiligum ræðufilmum, kemur óndskapurin innanífrá, men eg skal ikki oyðileggja filmsupplivingina við at siga nógv meira um tað. Eg haldi sjálv, at hjásøgan um ta doyggjandi konuna er áhugaverd og á ein hátt meira kensluborið framborin enn høvuðs(ræðu)søgan, Rúna á Heygum spælir leiklutin væl við einum serligum seinføri, sum klæðir filminum. Her er okkurt yvir hesari lýsingini, sum minnir eitt sindur um tann fína heimildarfilmin “Aldur”, sum Heiðrikur á Heygum gjørdi fyri nøkrum árum síðani og her hugsi eg ikki um nakað familjurelaterað so sum at Svimjiomman og Rúna eru møðgur. Eg hugsi fyrst og fremst um hugtakandi myndakompositión í filminum, um ljósið og symmetriina. Jú, Heiðrikur á Heygum hevur okkurt uppá hjarta og hann dugir at bera tað fram filmsliga. “Skuld” er ómetaliga óhugnalig filmsuppliving, men nú aftaná, tá skríggj og ýlitóni eru tagnað, haldi eg, at filmurin fyrst og fremst er dømi um stórfingin myndalig frásagnarevni.