Jóhan Martin Christiansen við í The Hot Show
/Tað má sigast, at Jóhan Martin Christiansen byrjar listaárið við stíli, tá hann 9.januar verður við á eini bólkaframsýning í Galleri Nicolai Wallner í Keypmannahavn. Ungi føroyski listamaðurin fer at framsýna nøkur tekstilverk og nøkur gipsverk á framsýningini av sama slagi, sum vóru við á Várframsýningini í Listasavninum og DRESS í Steinprenti í Havn í fjør. Framsýningin The Hot Show heldur á inntil 28.februar. Galleri Wallner liggur á Ny Carlsbergvej 68.