Minnist tú enn – eitt bragd
/
Kinna Poulsen – Ummæli í Dimmalætting 19.des.2014
Tað er ikki á hvørjum degi, at vit fáa borðreidda føroyska søgu, sum leggur dent á sjónarmiðini hjá ungdóminum. Tað er hetta og so sjálvandi tónleikurin, sum ger útgávuna av føroyskari tónleikasøgu í hálva øld spennandi.
Føroyska rútmiska tónleikasøgan frá 1956 til 2006 við heitinum “Minnist tú enn?” varð send í sjónvarpinum í 2010 og í 2013 - eg haldi, at eg so líðandi man hava sæð teir flestu av teimum 13 pørtunum, men nú er røðin givin út og til ber at lurta neyvari eftir ymiskum, sum hevur tín serliga áhuga og ikki minst at spola framvið Dynamitt og teirra trettandu grøv. Og lat meg bara leggja kortini á borðið alt fyri eitt og viðganga, at eg eri ógegnig at ummæla, tí onkrastaðni í hesari at kalla altumfatandi 13 tímars røðini uppdagaði eg meg sjálva í einum stuttum broti, har eg sang saman við Paula í Sandagerði samstundis sum speakarin, Suni Merkistein staðfestir, at rútmiski tónleikurin er heldur trilvandi hetta tíðarskeiðið og tað er eitt sindur snópisligt og kanska eisini tilvildarligt, men tekur einki frá hesari útgávuni, sum fevnir um nakrar einastandandi fínar sendingar, sum lýsa ta føroysku popbyrjanina við romantisku føroysku sangunum í fimtiárunum umframt beattónleikin í trýssunum, fólkatónleikin, poppin og jazzin í sjeyti- og áttatiárunum, tungmálmin og Prix Føroyar í 90-unum, Undrið í Gøtu og altjóða frambrotini eftir aldamótið
Tað, sum ger hesa heimildarsøguna serliga er, at hon verður søgd við støði í ungdómi og heilt erligt, hvussu nógvar føroyskar heimildarsendingar eru gjørdar út frá einum ungum sjónarmiði? Tað er nú einaferð soleiðis bæði heima og uttanlands, at menningin innan rútmiskan tónleik í stóran mun er defineraður av ungdómi og tað er praktfult at síggja sendingar um føroyskan ungdóm í hálva øld.
Tað hevur kravt ein øgiliga áhuga og innlit at gera hesar sendingarnar, tí tað hevur verið upp til Suna Merkistein og Hans Petur Hansen sjálvar at leita og finna tilfarið fram, áðrenn tað kundi viðgerast. Aftrat teimum hava Jón McBirnie, Finnur Hansen og Brian Samson mannað tað fasta framleiðsluliðið. Teir trettan partarnir eru nøkulunda eins bygdir upp við einari breiðari samfelagsligari og mentanarligari introduktión og við einari áhugaverdari lýsing av umstøðunum hjá teimum ungu. Myndir úr teimum ymisku tíðarskeiðunum eru gravaðar fram og hegnisliga settar saman afturvið samtíðartónleiki, ofta passar tað rættiliga væl saman, sum t.d. tá vit síggja myndir av rokinum, tá Perlan varð tikin niður og vit samstundis hoyra úrmælingin Jørgen Dahl syngja “Are we endangered...?” og tað vóru jazzarar ella í øllum førum teirra tilhaldsstaður. Harumframt eru samrøður við fólk í samtíðini og við tónleikarar í nútíðini, sum líta aftur á bæði egin avrik og á tónleikinavrik hjá øðrum. Fyri meg er tað kanska serliga áhugavert at uppliva mína egnu tíð, tvs. frá áttatiárunum, tá Perlutrøll og Seturssnobbar ganga ørindagongu fyri KGB (sitat Dagblaðið), tá AIDS er áleikandi pestin og plátan “Saman við tær” hjá Frændum varð givin út og gjøgnumtaglað. Og mitt í rokanum lesur Tóroddur Poulsen sína yrking “Stóð tú” frá fyrsta yrkingarsavninum, Botnfall, sum hevur 30 ára jubileum í ár. Sum heild eru sendingarnar forvitnisligar og fjølbroyttar, ljóðið er gott, hálvfjersaratónleikurin hevur eitt serligt, hugtakandi fjálgt ljóð, men tað eldra tilfarið er eisini ómetaliga festligt, kanska tí eg sambindi nógv av hesum tónleikinum við tílíkt, sum hevur verið spælt í útvarpinum gamlaárskvøld og á ólavsøku. Har er munur á teimum eldru og teimum nýggjaru pørtunum, tað hevur partvíst við tilfarið og vaksandi professionaliseringina á tónleikamarknaðinum at gera. Har er t.d. meira til av filmaðum tilfari av Teiti og Eivør enn av teimum eldru tónleikarunum. Samanumtikið er “Minnist tú enn” eitt bragd, og tað er at fegnast um, at sendingarnar nú eru savnaðar saman og givnar út við bóklingum við relevantum upplýsingum, umframt ymiskum eykatilfari, m.a. einari fløgu við tjúgu sangum, sum ikki áður hava verið á fløgu.