Listaárið ið fór – 2014

 

Hetta brátt farna árið var merkt av stórum viðburði hjá føroyskum listafólkum, ikki minst uttanlands. Filmsleikstjórin Sakaris Stórá hevur framt tað ófatiliga bragdið, at koma heim úr Berlin við einari heiðursløn frá sjálvari Berlinaluni og sjónleikarin Olaf Johannesen hevur havt eitt av sínum bestu árum, um vit skulu meta eftir virðislønarinnstillingum og ummælum bæði í Týsklandi og í Danmark, og sum endaði við, at hann fekk hámettu virðislønina frá donskum ummælarum, sonevndu Teaterpokalina. Sniðgevin Barbara í Gongini hevur somuleiðis havt eitt ár, har stórur áhugi hevur verið fyri hennara úttrykkið, sum er fagnað í alskyns tíðarritum og heimasíðum. Listamaðurin og høvundurin Bárður Oskarsson hevur somuleiðis fingið uppiborið rós í týskum og amerikanskum bløðum fyri ta herligu bókina um flatu kaninina, og listamaðurin, tónleikarin og filmmaðurin Heiðrikur á Heygum ruddaði borðið, tá Geytavirðislønin og áskoðaravirðislønin vórðu latnar herfyri. Her eru nøkur av hæddarpunktunum frá brátt farna listaári.

STÓR LISTAVIRÐISLØN Í KLAKSVÍK. Í nýggjárssending í Kringvarpinum varð avdúkað longu gamlaárskvøld, at Hanus G. Johansen var uppiborin fyrsti-móttakari av teirri nýstovnaðu og fyrimyndarligu Listavirðisløn Nólsoyar Páls á 75.000 krónur, sum Klaksvíkar Kommuna stendur aftanfyri.

HEIMSLIST Í NORÐURLANDAHÚSINUM. Tað er ikki á hvørjum degi, vit síggja finska samtíðarlist av tílíkum kalibur, sum verður víst á Venezia Biennaluni, men tað hendi 2.februar, tá hugtakandi installatiónsframsýningin Community hjá Terike Haapoja læt upp í Norðurlandahúsinum sum partur av finsku vikuni, ið eisini fevndi um grafiska list frá Steinprenti og um verk, sum Tita Vinther gjørdi. Framsýningin hjá Terike Haapoja var bygd upp av fimm videoprojektiónum og av ljóði. Projektiónirnar vísa filmar niður á rund plaetau í framsýningarrúminum, filmarnir eru tiknir upp við hitaleitandi, infrareyðum kamera og í filmunum síggja vit hvussu djór kølna aftan á deyðan. Í prosessini hvørvur myndin spakuliga meðan kroppurin letur frá sær hita alt í meðan áskoðararnir, sum savnast kring installatiónirnar gerast partur av gongdini. Í framsýningarrúminum síggjast filmar av smáum og størri djórum, sum kølna ogso hvørt sum hvør filmur er uppi, byrjar hann av nýggjum. Framsýningin broytir tessvegna allatíðina skap. Listakvinnan tekur støði í entropi, ið verður nýtt sum mát fyri óordan í eini skipan við orku ella informatión. Entropi lýsir gongdina til alsamt størri ólag í alheiminum. Allar skipanir hava kós móti øktum entropi, munurin millum verandi støður og eindir hvørvur so líðandi. Hugtakið verður nýtt innan vísindi og í eini samtíðarlist, sum miðsavnast um prosessir, er hugtakið næstan sjálvsagt. COMMUNITY hjá Terike Haapoja var ein av ársins áhugaverdu framsýningum.

TRÓNDUR PATURSSON HEIÐRAÐUR. Tað tykist liggja okkurt slag av mentanarligum miðspjaðingartanka aftan fyri almennu mentanarheiðurslønarhandaninar síðstu árini. Í fjør gekk handanin fyri seg í Klaksvík og í ár var hon í Vági. Tað var Tróndur Patursson, sum endiliga og uppá tíðina fekk mentanarvirðisløn landsins fyri sítt lívsstarv listini at frama. Árni Dahl fekk heiðursgávu fyri mentanaravrik og Trygvi Danielsen fekk virðislønina til ung listafólk.

GÁVUGÓÐS THORVALDS POULSENS AV STEINUM Heiðrun Petersen, violinleikari, fekk gávugóðs frá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum.Sambært viðtøkunum skal grunnurin stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving, og tað hevur grunnurin gjørt síðan 2001, tá hann á fyrsta sinni lat gávugóðs.

FØROYA SYMFONIORKESTUR. Av tónleikaupplivingum í 2014 munu mong minnast framførsluna hjá heimskenda finska tónleikaúrmælingini Pekka Kuusisto, sum saman við Føroya Symfoniorkestur framførdi verk eftir finsku tónaskøldini Jean Sibelius og Einojuhani Rautavaara, umframt eitt verk fyri strúkarar eftir lettiska tónaskaldið Peteris Vasks og “Finlandia" eftir Sibelius.

GÓÐAR FRAMSÝNINGAR Á LISTASAVNINUM. Á Listasavni Føroya vóru somuleiðis áhugaverdar framsýningar, í byrjanini av árinum var framsýningin “Fjallasjónir” hjá Bárði Jákupsson, ein stórfingin framsýning við sterkum oljumálningum og sveimandi lættum vatnlitamyndum. 19.sept læt upp framsýningin “Anything is a mirror” hjá Hansinu Iversen, har listakvinnan umframt málningar eisini hevði gjørt eitt verk til høvið á stóra miðveggin í salinum á listasavninum. Uppheingingin tykist merkt av einum ynski um fullkomna harmoni og reinleika, meðan myndirnar sjálvar eru fullar av spenningum og mótstøðu, t.d. ein lag omaná lag mynd við orange og myrkagráari bakgrundi, har uttasti grái formurin er settur omaná eina gulgráa grund eitt sindur skeivt, so at eitt sindur av tí gula kemur undan í erva og litar gráa kantin grønan útivið. Myndin er eitt gott dømi um nakrar litir, sum ganga aftur í nýggju myndunum hjá Hansinu Iversen. Formarnir eru rundleiddir sum áður, men myndarúmið tykist alsamt meira samansett hjá listakvinnuni, ið brúkar meira máling nú enn fyrr, so at myndarúmið í nógvum førum tykist stúvstappað av formatiónum, sum hótta við at spreingja seg út úr myndini. Hansina Iversen er so væl fyri sum málari, at hon megnar at gera júst tað, sum hon setir sær fyri

TÓM RÚM. Tjóðpallur Føroya hevði ein nýggjan føroyskan leik á skránni. Tað var leikurin “Tóm Rúm” hjá Marjuni S.Kjelnæs, eitt eksistensielt drama um lívið og kærleikan, vónloysið og vónina. Í ummæli á Listablogginum skrivaði eg m.a: Leikurin Tóm Rúm er á so mangan hátt eitt bragd. Fyrst og fremst er hann eitt bragd hjá høvundanum, og harvið er hann eisini eitt bragd av eini íløgu hjá landinum, sum í síni tíð valdi at stuðla høvundinum við trimum árum av starvsløn, men tað er sanniliga eisini eitt bragd, at Tjóðpallurin í so stóran mun vil og torir at satsa uppá nýskrivaða føroyska leiklist. Sjónleikaraliga er Tóm Rúm eitt bragd, sum Annika Johannesen, Annfinnur Heinesen, Annika Hoydal, Hjálmar E.Dam, Nicolaj Falck og Hans Torgarð standa fyri. Og so eru tað øll hini fólkini, sum syrgja fyri, at allir staklutir fungera sum teir skulu, her er vónleyst at nevna øll, men Tróndur Bogason hevur framt eitt tónleikaligt bragd, eisini tá hann valdi sangarar og tónleikarar at framføra sínar kompositiónir, og tað hevur Manfred  Blaimauer eisini í samstarvi við Árna Baldvinsson (ljós), Jón Mc Birnie (ljóð), Høgna Heinesen (film/foto) og øðrum. Tekniskt er leikurin eitt bragd; senan har Hon situr og hugsar um konuna, sum ynskti at verða fotograferað nakin við øllum sínum arrum og rukkum, samstundis sum filmur verður lýstur uppá  bakgrundina og uppá lamellirnar, sum flyta seg, fer ikki frá mær. Ecce homo, sí menniskjað í poetiskum forfalli. Hon, sum sat undir liðini á mær í gjár, ivaðist eitt sindur í um hon nú hevði skilt leikin rætt og vit tosaðu um hvussu leikurin setur gongd á spurningar í huganum. Og tað er sanniliga eisini eitt bragd, at verkið vekir undran og hesum bragdi eiga øll tey luttakandi sín part í umframt høvundurin, sum dugir at skriva opið og sum torir at lata áskoðaran sjálvan hugsa. Hon hevur skrivað eitt eksistentielt samtíðardrama við religiøsum undirtónum, sum ongantíð fellur í klisjéina við nyttuleysum ákallanum og ábreiðslum í mun til várharra. Orðið Gud verður ongantíð tikið uppá tungu í leikinum og tað er í sær sjálvum eitt bragd. Leikstjórin, Eyðun Johannesen hevur framt eitt leiklistarligt bragd, sum er ómetaliga ambitiøst, ein upprunaføroyskur leikur á tremur í tilsipingum og dramatiskari styrki og sum tessvegna fer at vera uppførdur aftur, vónandi í einum nýggjum leikhúsi. 

UNGIR TÓNLEIKARAR. Stella Polaris Tónleikakapping fyri ungar klassiskar tónleikarar varð fyriskipað í Norðurlandahúsinum. Stórur áhugi var fyri kappingini klaverleikarin, sum ungi klaverleikarin Mattias Kapnas vann við eini óvanliga blandaðari skrá, sum fevndi um bæði Bach og Blak.

FAROESE MUSIC AWARDS. Tá FMA Heiðurslønir vórðu latnar í Norðurlandahúsum um miðjan mars, var onkur heldur óvæntaður vinnari, t.d. Kvartettin í Betesda, ið vann heiðurin sum “Ársins Bólkur” í sonevnda opna bólkinum. Innstillingarnar vóru yvirhøvur rættiliga opnar, klassiskir tónleikarar vórðu innstillaðir síðu um síðu við popp- og fólkatónleikarar. Elektropoppbólkurin BYRTA og tungmálmsbólkurin Týr gjørdust stóru vinnararnir á FMA 2014. Harumframt varð Simme heiðraður við serliga tónleikaheiðurslønini, Baroli Music fingu heiðurin sum ársins framleiðarar og HOYMA tónleikatiltakið hjá G! festivalinum vann heiðurin sum "Ársins átak".

FRAMSÝNINGAR Í STEINPRENTI. Hanni Bjartalíð framsýndi í apríl træfigurar og kollasjur í Steinprenti, Framferðarhátturin hjá listamanninum er spælandi og sansaligur, men eingin ivi er um, at talan er um ein royndan listamann, sum veit hvat hann vil og sum eisini handverkliga dugir at fáa tað fram, sum hann ynskir. Sum ein maniskur óruslusavnari setur hann saman træsprek til banalar lutir úr gerandisdegnum ella dreymakendar manifestatiónir av onkrum, sum til tíðir bara granskar form og skap og sum aðrar tíðir tykist tulka tilverunnar grundleggjandi treytir – tó, tað er ikki vist, kanska er tað bara spæl. Í vetur framsýndi Hanni Bjartalíð aftur í Steinprenti og við Norðurlandahúsinum, hesa ferð sum partur av ljóslistaframsýningini, sum Curated Place fyriskipaði.

GLASLIST VIÐ MEIRA. Í Norðurlandahúsinum var norðurlendsk glaslist á skránni hjá m.a. Tróndi Patursson, tá Summarframsýningin, sum Inger Smærup Sørensen kurateraði, læt upp mentanarnáttina í Havn. Somu mentanarnátt sýndu ung listafólk fram í Tryggingarfelagnum Føroyar á Kongabrúnni, eina framsýning við heitinum FESKT 2014 við digitalari list. Ólavsøkuframsýningin læt upp við buldur og brak ólavsøkuaftan, tá punkorkestrið 200 spældu til upplatingina av framsýningini, sum setti politiska list, kærleika og undirgrund á breddan. Beint eftir Ólavsøku hevði Ludvík á Brekku eina sermerkta framsýning í Smiðjuni í Lítluvík við bjartlittum, figurativum myndum.

INTIMLIST. Í Gøtu funnu tey uppá HOYMA, tiltakið var sera vælumtókt við fleiri konsertum og Sissal Kampmann tók sama leist upp í einum vældámdum yrkingatiltaki og í Havn skipaði Elin Heinesen fyri eini røð av F´ljóð konsertum, sum somuleiðis gingu út uppá at uppliva intimar tónleikaframførslur í stovuni heima hjá fólkum. Í Havn læt Reinsaríið upp sum eitt fagnað tónleikastað, ið longu hevur havt eina rúgvu av væl vitjaðum konsertum.

SKULPTURKJAK. Fyrsta august var stóra nýggja standmyndin hjá Hans Paula Olsen, Kópakonan avdúkað á Stórakneysa í Mikladali og síðani hava fólk í hópatali valfartað í Kallsoynna at hyggja at eiggiligu naknu kvinnumyndini í ovurstødd, sum fekk onkran at ivast í um tulkingin er røtt í mun til søgnina um kópakonununa. Onkur einstakur helt standmyndina vera vulgera, men tey allarflestu hava fegnast standmyndina við sjáldsama pittoresku plaseringini.

DRESS. Í oktober læt upp ein øðrvísi framsýning í Steinprenti við verkum hjá unga listamanninum Jóhan Martin Christiansen, sum júst hevur lokið útbúgving á akademinum í Malmø. Framsýningin ið bar heitið DRESS, var merkt av einum í føroyskum listahøpi óvanligum atliti til tilfarið, sum varð brúkt til verkini og samstundis var tilfarið kanska ikki tað, vit vanliga sambinda við list. Eitt dømi um tilfar, sum Jóhan Martin Christiansen dámar væl, er papp, sum hann sær ein serligan vakurleika í og sum hann ævigger við at stoypa tað í gips. Listamaðurin er eisini sera áhugaður í poesi, antin tað snýr seg um okkurt hann finnur í blómubukettini hjá Mrs Dalloway, ella í leysum setningum og orðum, sum hann t.d. ber eyga við á onkrum tilvildarligum pappkassa. Tað snýr seg um eina áhugaverda samankomu millum tað ítøkiliga og óítøkiliga á framsýningini, sum eisini inniheldur videolist, umframt gipsrelief og grafisk prent – alt sum partar av einari stórari installatión, ið  fevnir um alt framsýningarrúmið.

ORSAKA. Í september var vælumtókti leikurin Orsaka framførdur á Tjóðpallinum. Har var látur og ikki nógv tannagrísl at hoyra, tá komiska tragedia ella ein tragiska komedian hjá danska leikstjóranum og dramatikaranum Kamillu Wargo Brekling var sýnd. Tað er Marita Dalsgaard, ið hevur leikstjórnað leikin, ið snýr seg um kvinnulív ella um lívið sum heild sæð úr einum kvinnuligum sjónarhorni, men talan er ikki um eina kronologiska samanhangandi søgu, meira um nakrar smásøgur, sum eru settar saman og sum ymiskar kvinnurtypir greiða frá í skapi av Beintu Clothier, Gunnvá Zachariassen og Jensinu Olsen

JEAN GENET Á FØROYSKUM. Í november framførdi leikbólkurin Tvazz leikin Stovugenturnar hjá Jean Genet í gomlu kommandørhúsunum í Havn. Tað var ein blandað uppliving hjá áskoðarunum, sum neyvan hava sitið verri til eina framførslu. Sjálvur leikurin var prima. Søgan um stovugenturnar verður í uppsetingini hjá Tvazz og Christoffer Berdal í Kommandørhúsinum søgd við fronskum raffinement og norðurlendskum djúptøkni, einum framúrskarandi leikriti og eini heilt ómetaliga vakrari týðing hjá Jette Hoydal og Gunnar Hoydal, sum málsliga rakar huglag, tíð og stað, og sum forrestin eisini prógvar, at føroyskt er eitt sera væl fungerandi leiklistamál. Av tí, at eg sum áður nevnt, sat illa, so sá eg ikki alt, ið gekk fyri seg á gólvinum, og tí blundaði eg viðhvørt fyri betur at hoyra orðaskiftið. Tá kundi eg sanna, at leikurin riggar væl, eisini sum hoyrispæl.

KLÓVNAIMPRO. Kjartan Hansen gjørdi í fleiri umførum um seg við klóvnaleikinum Terrysa Saga, sum varð framførdur víða hvar á festivalum, á tjóðpallinum osfr. eins eitt sjáldsamt bland millum stand up comedy, søguforteljing og improvisatión, sum m.a. hevur eina herliga lýsing av hvussu Sigmundur Brestison gjørdist tann stóra hetjan í føroyskari søgu. Klóvnurin Terry sigur frá Føroyinga Søgu ella tað, sum hann nær uppá 60 minuttir. Hvussu langt Terry kemur í søguni er óvist og tískil var hvør einasta sýning unik og á tremur við stuttligum improvisationum.

BÓKHANDLARAVIRÐISLØN. Tá Bókadagar endaðu í Norðurlandahúsinum var lýst, at okkurt óvæntað skuldi henda. Tað var Kári Árting, stjóri í Rit og Rák, sum greiddi frá, at hann í samstarvi við aðrar bókhandlar skrivaði út eina skaldsøgukapping. Krøvini til hesa skaldsøguna ganga fyrst og fremst út uppá, at hon skal vera ein føroysk samtíðarskaldsøga, ið viðger tilveruna her og nú. Vinnarin fær 50.000 krónur og freistin fyri at lata inn skaldsøgur er í september næsta ár. 

FERÐASTUÐUL. Fjórða desember varð boðað frá morgunluft ella eini loftbrúgv til føroysk listafólk, har tónleikarar og onnur listafólk, sum skulu framføra uttanlands nú hava møguleika fyri at fáa sínar ferðaútreiðslur goldnar. Tað verður Norðurlandahúsið, sum saman við Tórshavnar Kommunu, Atlantic Airways og Mentamálaráðnum fíggjar grunnin við einum triðingi í part. Grunnurin uppá eina millión verður mettur at kunna rinda umleið 400 flogferðaseðlar.

FILMUR. Filmslistin hevði eitt sjáldsama gott ár fyrst og fremst av tí, at filmurin Vetrarmorgun hjá Sakarisi Stórá vann heiðursløn á filmsfestivalinum í Berlin (Serligu heiðurslønina, Generation 14+ Altjóða dómsnevnd fyri besta stuttfilmin), ið hevur havt við sær, at filmurin er sýndur víða hvar hetta árið. Men brátt farna ár var eisini karmur um eina sjáldsama hending innan filmslistina, at ein føroyskur spælifilmur varð almannakunngjørdur. Tað var filmurin LUDO hjá Katrini Ottarsdóttir, sum fekk ómetaliga jalig og ófatiliga neilig ummæli, hetta kom kanska av ymiskum vónum til filmin. Mær dámar filmin, sum á ein hátt er ógvuliga føroyskur. Sjálvt um søgugongdin er samanhangandi soleiðis at skilja, at filmurin gongur fyri seg í ein dag og eina nátt, er talan um eitt fragmenterað listaverk, sum er ekspressivt og symbolskt og sum eisini tykist rættiliga persónligt, tó at eingin ivi kann vera um, at hetta er ein norðurlendskur filmur. Onkur stílbrøgd fáa meg at hugsa um Ingmar Bergman og hansara óunniligu lýsingar av menniskjaligum einsemi og líðing. Í fleiri førum er tað sum um, at sjónleikararnir venda sær beinleiðis til okkum áskoðarar og hetta kennist ágangandi og óbehagiligt á sama hátt sum brimið, sum brádliga og uttan ávaring flensar ljóðflatan og nervarnar á áskoðarunum. Í støðum gerst filmurin átøkur einum gysara við sjálvopnandi skuffum og blóðigum knívum, men tað er psykologiski spenningurin, sum tað snýr seg um í filminum, har einsemið kennist at kalla ítøkiligt. Vit síggja tað á persónunum, vit hoyra tað á tónleikinum og á ljóðinum og vit síggja tað á myndunum, á sjónarhornum, vinklum, vindeygum, hurðum. Endurtiknu myndirnar av húsunum uttanifrá eru hjartaskerandi, fittligu reyðu húsini verða mynd fyri hjálparleysu gentuna, sum á sama hátt sum barndómsheimið sýnist vera forlátin av allari verðini.

 

BØKUR. Bókmentirnar vóru nógvar í 2014, einar 200 bøkur vórðu givnar út, men herav vóru nógvar siðsøguligar bøkur, uppskriftabøkur og týddar bøkur. Steinprent gav tvær serstakar bøkur á donskum. Longu áðrenn tú hevur lisið eitt einasta orð í hesum báðum bókunum, ert tú greið yvir, at hetta er góðska, sum vil nakað. Hetta eru bøkur til tey bibliofilu, til sannir bókaelskarar. Góðskan kennist ítøkiliga heilt út í fingraspíssarnar av tí tjúkka dygdarpappírinum, tá tú blaðar, eins og hon sæst á gjøgnumførda, vakra prentinum, sum má sigast at liva  upp til innihaldsligu dygdina.Tað snýr seg um tvær bøkur við ritroyndum hjá Søren Ulrik Thomsen og myndum hjá Claus Carstensen, sum Steinprent gevur út. Onnur bókin hevur svarta permu við reyðum bókstavum,  hon eitur “Lille Dæmonologi”, hin er hvít við reyðum stavum og hevur heitið “Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie”, Søren Ulrik Thomsen er serliga kendur fyri sínar yrkingar, tað man ikki vera ov avgjørt at kalla hann eitt slag av donskum tjóðaryrkjara. Men hansara ritroyndir standa í grundini einki aftan fyri yrkingarnar í dygd, hetta eru tekstir, sum vaksa í høvdinum, meðan tú lesur, og sum víðka um sjónarringin og gera lesaran klókari.

MAJ. Mentanarvirðislønir Tórshavnar Býráðs vórðu handaðar fyrst í oktober. Tað var Kim Simonsen, ið fekk M.A.Jacobsens virðislønina fyri fagrar bókmentir fyri yrkingarsavnið Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið. Óli Olsen fekk virðislønina fyri yrkinsbókmentir fyri bókina Siglandi arvurin. Elin á Rógvi fekk barnamentanarheiðurslønina og Margreta Næs fekk virðislønina fyri Mentanaravrik fyri sítt slóðbrótandi arbeiði innan føroyska ljóðbókaframleiðslu.

SJÓNLEIKARHÚSIÐ Leikurin Vit eiga ikki eitt oyra! Vit lata ikki eitt oyra! hjá italska nobelvirðislønta høvundinum Dario Fo varð upprunaliga skrivaður í 1974 (longu í 1979 varð hann á fyrsta sinni týddur til føroyskt). Versiónin, sum varð í Sjónleikarahúsinum er frá 2007 og tí hoyra vit um internet og facebook, men grundtankin er sosialistiskur sum í hálvfjersunum. Tað tykist eitt sindur gamaldags, inntil tey tosa um politikarar, sum lúgva og snýta uttan at nakað av hesum fær avleiðingar. So eru vit øll brádliga við. Leikurin, sum Hans Tórgarð leikstjórnaði, er ein farsa, ein grotesk lýsing av tveimum pørum í einum kreppusamfelag har einki riggar sum tað skal. Lønirnar verða í heilum settar niðir meðan prísirnir verða settir upp, so at illa ber til hjá borgarunum at lívbjarga sær. Arbeiðarin, Giovanni (Hjálmar Dam) er hampafólk, ið at byrja við trýr uppá rættvísi og betri dagar, meðan kona hansara, Antonia (Ria Tórgarð) í størri mun hevur sæð vonbrotið og veruleikan í eyguni og í staðin roynir at fáa sum frægast burturúr. Leikurin er stuttligur og orkufullur á tremur í tempo, fupp, misskiljingum og berari rumpu í senum, sum í heilum fáa áskoðararnar at flenna í kíki. Óhátíðarligu og kátu áskoðararnir kundu forrestin tað sama verið bílagdir til tess at økja um hálvfjersarakensluna áðrenn føroyingar av álvara gjørdust listafínir, kanska hevði tað okkurt við felagsskapskensluna og Internationala og mátan, fólk flentu og spent viðmerktu søgugongdina at gera, samstundis sum fólkini á pallinum í heilum detta á reyvina og renna runt og minna meg á onkra lokala kabarett fyrr í tíðini.

BÓKAÚTGÁVA. Sprotin gav út eina rúgvu av bókum, m.a. “Eg síggi teg betur í myrkri. Forspæl til ein gleðileik” hjá Carl Jóhan Jensen, sum man vera ársins mest ummælta bók. Talan er um eitt dapurt og komplekst verk við bókmentaligum og filosfiskum tilsipingum upp í rúgvur, so at bókmentafrøðingar hava úr at gera, tá teir fara undir hesa bókina. Hon er stuttlig í støðum, men sum heild er hon heilt ómetaliga døpur uttan hómingina av øllum tí fjálga, sum ger lívið vert at liva. At talan er um eitt avrik hjá Carl Jóhan Jensen, kann eingin lesari ivast í. Málið er óvanligt og ríkt, skaldsøgan er ómetaliga samansett. Veruleiki og fiktión er blandað saman og fragmentariska, kaleidoskopiska árinið hevur við sær, at hesin lesarin í løtum endi eitt ávíst lyndi á sær til hugspjaðing og uppvask. Men nú veit eg, at meira tú lesur og longur tú kemur inn í bókina, jú minni letur tú teg ørkymla av tí formliga. Hetta er við øðrum orðum ein bók, sum kann lesast fleiri ferð. Tað sama kann sigast um bøkurnar hjá Tóroddi Poulsen, tær vóru tvær í tali í ár. Tann fyrsta var eitt føroyskt og danskt yrkingarsavn, ið kom á forlagnum After Hand við heitinum “Leyvið haldi eg – Løvet tror jeg”. Tann næsta er ein prosabók, sum Mentanargrunnur Studentafelagsins gav út, ein sera samansett bók við fleiri sporum. Samstundis sum vit halda okkum kenna ta tvøru, gløggu og speisku røddina hjá høvundanum í nógvum av áskoðanunum, mugu vit gera okkum greitt, at bókin er partur av einum maskuspæli, sum snýr seg um listarligt frælsi og um prinsipiellu frástøðuna millum høvund og frásagnarfólk, hetta, at í skaldskapi ber til at verða allar røddir.

AFTURLÍTANDI POESI. Bæði Jóanes Nielsen og Heðin M.Klein góvu út søvn av eldri yrkingum. Hetta eru nøkur, ið bera brá av onkrum afturlítandi og einum vilja til at gera status. Heðin M.Klein við bókini Afturljóð, sum er eitt úrval av yrkingum frá 1969-2014, ið eru merktar av einum samanhangandi tóna og stíli heilt frá byrjanini. Bókin hjá Jóanesi Nielsen er ein savnað útgáva av yrkingarbókunum hjá honum. Styrkin í yrkingunum hjá Jóanesi Nielsen býr í hansara lætta og natúrliga máli, men eisini í herligu skiftinum millum nær og fjar, sum tá hann í lýsingini av teirri felagsmenniskjaligu girndini staðfestir, at okkara undirlív eru tengd saman av einum heimsumfatandi brøðrarlagi og leggur aftrat: ”Sovorðnar løtur ber til at siga:/ Halló Claudia Cardinale./ How do you do Madame Nin./ Og drekka eitt glas av víni saman við Karini Kjølbro”. Yrkingarnar hjá Jóanesi Nielsen eru sum smáar tættar skaldsøgur um tilveruna millum ítøkiliga gerandisdagin, kærleikan, sexualitetin, arbeiði, altjóða, søguligar hendingar og eksistentiellar sannroyndir, men eg haldi við høvundinum, at yrkingarnar gerast betur frá og við savninum Kirkjurnar á havsins botni og hennara eftirfylgjarum Pentur og Brúgvar av svongum orðum.

TÓNLEIKUR. Eisini tónleikaútgávurnar vóru nógvar og fjølbroyttar í 2014 og fleiri av hesum útgávum vóru LP plátur. Ein av hesum eitur “MÍTT NAVN VIÐ HONDSKRIFT” við orðum hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger og tónleiki hjá Lasse Thorning Jæger. Teir tíggju stuttprosatekstirnir hjá Lív hava staðið í Vencil – tíðarrit fyri skaldskap á føroyskum, men vit kunnu helst allíkavæl loyva okkum at kalla plátuna fyri debutsavn hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger og tað er eitt lyriskt savn, tó at talan er um stuttprosatekstir. Talan er um eitt skrásetandi eg, sum minnist upplivingar og kenslur og sum hugsunarsamt undrast á munin millum tilburðirnar sjálvar og hvussu vit minnast og uppliva teir. Deyðin er alla tíðina til staðar millum reglurnar, bæði sum lívstreyt og sum tað ófatiliga markleysa, sum alla tíðina má setast upp móti onkrum øðrum, so at vit um ikki annað í løtum kunnu billa okkum inn, at vit hava eina relativa fatan av tí ófatiliga. Tematikkurin í tekstunum er sostatt djúpt filosofiskur, samstundis sum angist og neurosur eins og sansanin av tí ítøkiliga er av stórum týdningi fyri tað stundum uppøstu, tivandi kensluna í útgávuni við elektroakustiskum tónleiki. Jens L.Thomsen var dugnaligi tónaskaparin á mótasýningini hjá Barbaru í Gongini á Copenhagen Fashion Week og hansara ORKA gav út plátuna Leipzig, sum er ein minnilig útgáva frá brátt farna ári. Tað sama kann sigast um vælumtóktu plátuna AVE við teimum báðum Benjamin Petersen og Petur Pólsson.

FILMSHEIÐURSLØNIR. Geytin varð handaður hóskvøldið 11.desember, tá Norðurlandahúsið á triðja sinni skipaði fyri filmskvøldi har nýggjastu føroysku stuttfilmarnir vóru sýndir og tær báðar filmsvirðislønirnar, Geytin og Áskoðaravirðislønin vóru handaðar. Heiðrikur á Heygum gjørdi bart og vann tær tilsamans 40.000 krónurnar.