Raif Badawi skal hava 1000 pískasløg
/Í morgin 13.januar hevur hesin ungi maðurin, bloggarin Raif Badawi frá Saudi Arabien føðingardag. Hann fekk fríggjadagin 50 pískasløg við at hava “fornermað Islam” við síni skriving. Hetta varð hann dømdur at fáa 1000 pískasløg fyri. Tessvegna skal hann pískast 950 ferð aftrat komandi 19 vikurnar. Á føðingardegi Raif Badawis ynskja Amnesty og PEN í Danmark at vísa stuðul, tey ætla í hesum sambandi at tendra ljós framman fyri Saudiarabisku ambassaduna í Keypmannahavn. Tað er millum klokkan 16.30 og 17.00 á Omøgade 8, 2100 Kbh.Ø.
Tað ber til at mótmæla á heimasíðuni hjá Amnesty her:
http://www.amnesty.dk/side/stop-badawis-groteske-straf