Eitt sindur um at ganga inn uppá intentión listaverksins ella at lata vera

Sum ummælari í einum lutfalsliga lítlum umhvørvi eri eg als ikki óvon við ein ávísan skamt av ágangi frá fólkum, sum eru ósamd við mínum metingum, men hesin ágangur plagar at vera mestur, tá mínar metingar benda á negativa bógvin. Hesar seinastu vikunar havi eg upplivað okkurt øðrvísi við tað, at tað er eitt positivt ummæli, sum er tað stóra umrøðuevnið fyri tíðina. Eg uggi meg við, at tað sama er galdandi fyri verkið, sum ummælið snýr seg um, eitt verk, ið av sonnum hevur skilt vøtnini millum bæði ummælarar og fólk flest. LUDO elvir til kjak og fer at gera tað leingi av rættiliga ymiskum orsøkum, rokni eg við, men lat meg líka fyrst greiða frá áðurnevnda ágangi. Tað snýr seg eitt nú um vinarligar tilsipingar um, at førleikarnar hjá mær kanska ikki eru heilt í topp í mun til filmsummæli. Tað er rætt, at mín útbúgving avmarkar seg til bókmentir og myndlist, og at eg ofta brúki meg um alt møguligt annað. Hetta er neyðugt, tá tú hevur tikið valið at hava ein listablogg ella eina listaheimasíðu. Eg eri von við (eisini innan myndlistina frá teimum, sum ikki halda við mær) at fáa skotið í skógvarnar ymiskt, sum eftir teirra tykki er degraderandi, tað merkiligasta av hesum er spjaldrið “studentaskúlalærari” sum verður borið fram sum um studentaskúlalærari var nakað minni fínt enn okkurt annað. Lat meg bara bekenna, at eri serliga fegin og errin av mínum studentaskúlalærarastarvi, tað er ikki ein Clark Kent samleiki, sum eg goymi innast í skápinum, men ein fornem uppgáva, sum eg í grundini meti meg hepna at sleppa at røkja saman við mínum góðu starvsfelagum.

 

Ummæli havi eg faktist skil fyri. Høvuðsuppgávan hjá mær á universitetinum var í síni tíð um ummæli, mín yndisummælari og hetja innan økið var danski bókmentaummælarin, høvundurin og yrkjarin, Tom Kristensen, sum einastaðni hugleiðir um áneyðirnar hjá ummælaranum í heilum at vera ótrúgvur í mun til galdandi móta og rák, at taka við teimum intentiónum og fortreytum, sum avvarðandi listaverk hevur, og so er hann inni á tí marghátliga valinum, tú sum ummælari altíð ert noydd at taka, tá tú skalt ummæla okkurt. Hann var sjálvur tann fyrsti til at ummæla Karen Blixen í Danmark. Hann hevði minni enn eitt samdøgur til bæði at lesa og ummæla bókina, Seven Gothic Tales, ta fyrstu hjá Karen Blixen, sum kom út undir dulnavninum Isak Dinesen, ein bók so øðrvísi og so ódonsk og yvirhøvur so óappellerandi fyri ein danskan lesara í 1934, at allir hinir ummælarnir settu seg upp ímóti henni - ein helt niðurlátandi fyri, at bókin fyri vist var sofistikerað heilt út í tær reyðlakeraðu neglirnar, ein annar helt, at hennara sjónarringur einamest minti um sjónarringin hjá einum studentaskúlanæmingi.Tom Kristensen helt hinvegin, at bókin var einastandandi og fór at vera fast pensum hjá studentaskúlanæmingum langt út í framtíðina, hesum fekk hann rætt í.  

 

LUDO hevur verið sýndur í Danmark og donsku ummælini eru sum heild rættiliga negativ. Filmurin fær úr tveimum til tríggjar stjørnur, tað er ikki so galið kanska, men atfinningarnar eru nokk so avgjørdar. Tær snúgva seg í stóran mun um stílin, sum filmurin hevur, at hann er manieraður, melodramatiskur, ov symboltungur osfr., kanska kundi mann lagt aftrat, at hann er ódanskur, tí tað er hann. Fleiri ummælarar skriva um hvussu óbehagiligt tað var at síggja filmin og hvussu yvir- og undirspældur sjónleikurin tykist. Tað helt eg eisini sjálv, eg gangi út frá tað var meiningin at føla hvussu familjulívið er eins og eitt spæl uttan botn í nøkrum vanligum veruleika. Filmurin var óbehagiligur og klaustrofobiskur og yvirfyltur, hann minnir í støðum um eina hypnotiska videoinstallatión, haldi eg og ja, effektirnar við brimi og fuglum vóru lúgvandi. Sjálv veit eg ikki hvussu valið gongur fyri seg í mínum høvdi og hví eg sum í hesum føri valdi at ganga við uppá tær ætlanir, sum eg haldi, at filmurin hevur. Kanska er tað ein varhugi av, at filmsleikstjórin Katrin Ottarsdóttir fær júst tað burturúr, sum hon ætlar sær, kanska er tað mín kunnleiki til myndlist og poesi. Eg havi hoyrt fleiri finnast at, at hon sjálv hevur klipt filmin, at filmurin hevði verið betur, um onkur annar gjørdi tað. Og tað kann væl vera, men so hevði tað verið ein annar filmur, hann hevði verið øðrvísi og kanska ikki so grefligur sum LUDO í roynd og veru er tað. Grefligheitin, tann næstan týskekspressionistiska grimmheitin, sum valdar í pørtum av filminum, kennist sera viðkomandi í lýsingini av einari so óhugnaligari søgu sum hesari. 

 

Eg havi lisið donsku ummælini og undrist yvir í hvussu lítlan mun donsku ummælarirnir ganga inn uppá intentiónina hjá LUDO. Eg veit væl, at vit øll í ein ávísan mun liggja undir fyri snobbaríi og valdandi rákum, sjálvandi gera vit tað, hetta er grundleggjandi í okkara sosiala strukturi. Í summum førum kann hetta hava við sær, at val ummælarans er tikið áðrenn hann ella hon hevur sæð avvarðandi filmin ella lisið avvarðandi bókina, t.d. orsakað av, at upphavsmaðurin ella konan er heimskend. Tað kann eisini koma av, at tú sum ummælari veit av, at avvarðandi listafólk er kompetent ella bara tí,  at øll støðan sum hon er við pinnamati og hvítvínsglasi og smílandi fittum fólkum leggur upp til positiv ummæli. Soleiðis er ofta í Føroyum og kanska serliga tá talan er um film, tí grundleggjandi mugu allir føroyingar fegnast, tá nýggir filmar spretta á filmsgreinini. Tom Kristensen visti ikki hvør hevði skrivað Seven Gothic Tales, tí Isak Dinesen var púra ókend í Danmark í 1934. Katrin Ottarsdóttir er ikki eins ókend í Føroyum og í Danmark, kanska, og meðan eg las tey donsku ummælini og hugsaði um tær atfinningar, sum ymisk fólk hava hava havt av mínum ummæli, grundi eg yvir hvørt eg sjálv havi latið meg ávirkað av, at filmurin er føroyskur og at eg veit hvør filmsleikstjórin er. Eg veit tað ikki, men eg kann lova tykkum, at valið, sum eg havi tikið at ganga inn uppá intentiónirnar hjá filminum, er grundað í einum erligum varhuga av listarligari góðsku. Eg haldi, at nógv av negativu ummælunum hava sín uppruna í óuppfylltum vónum um eina sosialrealistiska og forloysandi forteljing. Óansæð so fer kjakið at halda fram og tað er ikki ringt fyri nakað listaverk, tvørturímóti. Eg seti nøkur leinki inn til ymisk ummæli og endi við hesi áheitanini frá kenda danska filmsleikstjóranum og filmsserfrøðinginum, Christian Braad Thomsen, sum á FB síðuni hjá LUDO fegnast um ein sterkan og djarvan film:

Tak til Katrin Ottarsdottir for en stærk og modig film, der adskiller sig radikalt fra den behagesyge socialrealisme, der præger biografrepertoiret, og som desværre også dominerer filmkritikernes begrænsede smag. Alle filminteresserede bør se filmen i Vester Vov Vov, men skynd jer. Den går næppe så længe

 

http://www.birkblog.blogspot.com/2014/09/undir-veingjabreii-sinnissjukunnar.html

 

http://marnakj.wordpress.com/2014/09/22/okkurt-sum-letur-seg-upp/

 

http://www.listaportal.com/tidindi/2014/9/11/sgan-um-eina-mir

 

http://www.ekkofilm.dk/anmeldelser/ludo/

 

 http://www.b.dk/film/bliver-staaende-paa-en-globus

 

http://www.information.dk/510595