Eitt kringsýni merkt av nærveru og fjarleika

536E2A02-FFE0-4030-88E5-CD981F6B9E1B.jpeg

Í gjár læt framsýningin hjá Bjarne Werner Sørensen, Kringsýni upp í Listasavni Føroya. Talan er um eina tillagaða versión av framsýningini, Panorama, sum listamaðurin hevði á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Hóast partar av framsýningini eru gomul verk, sum eru framsýnd í ymiskum samanhangum, so er talan ikki um eina siðbundna retrospektiva framsýning. Listamaðurin hevur disponerað framsýningina við denti á samanhangir, bæði formligar og listasøguligar. Í røðu síni tosaði hann um at koma heim aftur og greiddi frá sínum ymisku føroysku sambondum og týdningin av hesum. Mamma hansara var úr Froðba; hann hevur familju og vinfólk her á landi, og vitjar javnan, tó oftast fer hann beinleiðis suður til Froðbiar. Nú hava vit hann so í Havn - í øllum førum hansara verk og tað heilt til næsta ár.

Hjá mær sjálvari er tað ein serstøk, næstan heimlig uppliving at ganga í Kringsýni og kenna aftur myndir og fólk í fotomyndum m.a. frá hálvfemsunum um ta tíðina, eg sjálv byrjaði at skriva um list. Bjarne Werner Sørensen hevði eina framsýning í Føroyahúsinum í 1997, sum eg ummælti í Oyggjaskeggja. Saman við Anker Mortensen og Tóroddi Poulsen hevði hann framsýningina Corda Atlantica; tá sá eg á fyrsta sinni tær mongu fotomyndirnar, ið hanga saman sum eitt verk fullt av minnum og listarligum hendingum, t.d. kollveltandi framsýningin, FAR OUT, ið eg lýsti her á Listaportalinum, tá Bjarne fyri tveimum árum síðani hevði framsýning í Listahøllini á skipasmiðjuni MEST. http://www.listaportal.com/tidindi/2016/5/29/cks6afudhtc38e4hjto91o2do47b0f

Kringsýni er tøkniliga fjølbroytt framsýning, ið fevnir um bæði steinprent, telduprent, málningar og relieff. Bjarne Werner Sørensen er ein eminentur grafikari og nógv av tí, hann hevur framsýnt í Føroyum hevur verið grafikkur. Og her er hann framvegis á tryggari leið - tað síggja vit alt fyri eitt á stórfingna verkinum á balkongini í Listaskálanum; hetta er sett saman av 64 prentum á sama hátt sum tað fantastiska gula verkið, Matrix við bylgjandi, flykrandi mynstrum. Úttrykkið er organiskt, ójavna strikan tykist lívrunnin og endaleyst spírandi í einum netverkið, sum bara pappírskanturin megnar at steðga og bert eina løtu inntil næsta pappír heldur á við næsta avbrigdi. Myndirnar bera brá av samanhangi og at vera partar av eini størri heild. Endurtøkur, forskjótingar og variatiónir, sum minna um fraktalar. Hetta eru strukturar, ið koma fyri ymsastaðni í nátturuni, eitt nú í romanesco-blomkálshøvdum. Tað serliga við fraktalum strukturum er, at hvørja ferð partar av teimum verða forstørraðir, vísa teir nýggju strukturarnir seg at vera meinlíkir upprunaliga heildarstrukturinum.

Rógvi á Rógvu segði áðrenn hann fór í gongd við sína framúr góðu trummu/percussion-framførslu, at myndirnar hjá Bjarne Werner Sørensen fyri hann vóru sera musikalskar. Og tað er rætt, at bylgjandi rørslan í myndunum hevur musikalska orku eins og í eini tónleikaligari improvisatión, har skapini eru sum klangir, strokini sum tónar við rútmiskum bygnaði.

Fyri meg eru ikki minst málningarnir á framsýningini áhugaverdir og eitt sindur meira villir og váðafúsir. Men eisini her fært tú varhugan av samanhangi og eini skipaðari samanseting. Málningarnir eru bygdir upp í løgum; ovasta lagið er í fleiri førum málað við einum ógjøgmumskygdum, flatum og skríggjandi liti, sum sýnist púra mótsettur heitu, organisku litunum innanfyri. Hetta gevur myndunum ein hugtakandi dám av bæði flata og dýpd, einum kringsýni merkt av nærveru og fjarleika.

6C67738B-9344-41ED-A84A-03AD4757AD4A.jpeg
67EB2AD9-DA36-49FB-8895-84BAA9E9213D.jpeg
9FDD61A0-5BFD-495E-ACB1-F392E0A3A8E1.jpeg
3A4F2B30-5D28-4071-95A2-69274BE49D4C.jpeg
68ECC647-1DD9-4709-AFB2-18AA02C31AFF.jpeg
2AD8CA94-663B-4122-9DAF-C4DD38EA59C3.jpeg
Bws listasavn.jpeg
4A9CC4CC-7A0E-4223-85DB-41D27977043B.jpeg
3A30BC26-A285-49B3-A98F-B5CA9BA4208A.jpeg