Í dag, sunnudagin 13.januar kl. 13 verður finissage í Listasavninum nú síðsti upplatingardagur er hjá Bjarne Werner Sørensen á hesum sinni í Listasavninum. Í ummæli av framsýningini skrivaði eg m.a: “..Úttrykkið er organiskt, ójavna strikan tykist lívrunnin og endaleyst spírandi í einum netverkið, sum bara pappírskanturin megnar at steðga og bert eina løtu inntil næsta pappír heldur á við næsta avbrigdi. Myndirnar bera brá av samanhangi og at vera partar av eini størri heild. Endurtøkur, forskjótingar og variatiónir, sum minna um fraktalar. Hetta eru strukturar, ið koma fyri ymsastaðni í nátturuni, eitt nú í romanesco-blomkálshøvdum. Tað serliga við fraktalum strukturum er, at hvørja ferð partar av teimum verða forstørraðir, vísa teir nýggju strukturarnir seg at vera meinlíkir upprunaliga heildarstrukturinum… Fyri meg eru ikki minst málningarnir á framsýningini áhugaverdir og eitt sindur meira villir og váðafúsir. Men eisini her fært tú varhugan av samanhangi og eini skipaðari samanseting. Málningarnir eru bygdir upp í løgum; ovasta lagið er í fleiri førum málað við einum ógjøgmumskygdum, flatum og skríggjandi liti, sum sýnist púra mótsettur heitu, organisku litunum innanfyri. Hetta gevur myndunum ein hugtakandi dám av bæði flata og dýpd, einum kringsýni merkt av nærveru og fjarleika.”
Listamaðurin verður sjálvur til staðar í Listasavninum í dag og fer at greiða frá framsýningini. Síðani verður konsert við Rógvi Trio, ið umframt trummuleikaran Rógva á Rógvu, telur Leiv Thomsen á gittara og Arnold Ludvig á bass. Til ferniseringina spældi Rógvi á Rógvi solo -tað var ein framúrskarandi uppliving bæði musikalskt og synestetiskt, tí myndirnar hjá Bjarne Werner Sørensen eru musikalskar og sera rútmiskar.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Ókeypis atgongd
Savnið er opið frá klokkan 13-16
Finissage med konsert. Fri entré. Museet er åbent: 13-16.