Skrá:
Føroya Symfoniorkestur lagt í trygga legu
/Í dag boðar Mentamálaráðið frá, at avtala er skrivað, sum fer at tryggja Føroya Symfoniorkestur í framtíðini.
- Nú avtalan er undirskrivað, er Føroya Symfoniorkestur lagt í eina trygga legu, sum ikki er tongd at ávísum persónum, men einum bindandi sáttmála millum fleiri ymsar aktørar. Hetta er ein gleðisdagur, staðfesti Poul Jákup Thomsen, sum hevur verið ímyndin av Symfoniorkestrinum í eitt mannaminni.
- Eg havi havt tvinni mál. Annað málið var at fáa 9. symfoni hjá Beethoven á skrá, tí tað er eitt torført stykki á sera høgum støði; og tað verður framført nú komandi vár. Hitt málið var at skipa symfoniorkestrið sum sjálvsognarstovn, og tað er hervið gjørt. Nú kann eg leggja frá mær við góðari samvitsku, segði Poul Jákup Thomsen við sínum eyðkenda breiða smíli.
Tey, ið stovnseta Føroya Symfoniorkestur, eru - umframt orkestrið - eisini Mentamálaráðið, Kringvarpið, Norðurlandahúsið og Tórshavnar kommuna. Hesi stuðla antin beinleiðis ella óbeinleiðis við fígging, hølum, upptøkum ella líknandi.
Føroya Symfoniorkestur og hinir stovnararnir hava í longri tíð arbeitt við at umskipa bygnaðin fyri orkestrið. Ein arbeiðsbólkur við umboðum úr orkestrinum og Mentamálaráðnum hevur hartil arbeitt við at gera nýggjar viðtøkur fyri felagið, sum nú skal vera ein sjálvsognarstovnur.
Og lagið var gott á fundinum, tá skjølini vórðu undirskrivað.
- Hetta er ein gleðisdagur, nú Føroya Symfoniorkestur er lagt í trygga legu. Tí Symfoniorkestrið hevur so sera stóran týdning fyri okkara ungu spírar. Vit hava helst ta bestu musikkskúlaskipanina í Norðurlondum. Hon er á sera høgum støði við konservatorieútbúnum lærarum, men hon er samstundis bílig fyri foreldrini. Og fyri børnini er dreymurin, at tey kanska ein dag sleppa at spæla við Symfoniorkestrinum uppi í Norðurlandahúsinum, segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.
Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, var samd.
- Vit eru øll so errin av okkara symfoniorkestri, tá tit framføra hesar framúr góðu konsertirnar. Men vit mugu ikki gloyma alt tað stóra, dagliga arbeiðið, sum krevst, fyri at hetta skal bera til. Virksemið er blivið so umfatandi og professionelt nú, at tað má skipast eftir føstum kørmum.
Kringvarpsstjórin, Ivan Niclasen, og Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, fegnaðust somuleiðis hvør í sínum lagi um teirra leiklut við ávikavist sendingum og hølum, og Johannes Andreassen, sum var á fundi vegna tónleikararnar, gleddist um, at viðtøkurnar eru demokratiskar og geva tónleikarunum sjálvum ein ávísan ræðisrætt, hóast orkestrið nú skal hava eitt stýri.
Føroya Symfoniorkestur var stovnað 29. oktober 1983. Í sambandi við, at virksemið hjá orkestrinum er økt, er tørvurin á einum meir tíðarhóskandi og betri skipaðum bygnaði vaksin.
- Tá vit byrjaðu, høvdu vit eina vánaliga konsert um árið. Nú hava vit heili 26 konsertir árliga – og tær eru á sera høgum støði. Men við at skipa orkestrið á hendan hátt er fundamentið tryggjað, og tað letur upp fyri enn størri menning, sum helst fer at merkjast við tíðini, staðfesti Poul Jákup Thomsen, áðrenn hini takkaðu honum so hjartaliga fyri megnararbeiðið við orkestrinum seinastu 35 árini.
So skjótt stýrið er mannað verður fyrsta uppgávan at finna nýggjan stjóra fyri orkestrið, tí Poul Jákup Thomsen hevur takkað fyri seg. Stýrið skal annars hava yvirskipaðu ábyrgdina av fíggjarviðurskiftum og rakstri, umframt tryggja, at orkestrið heldur á at mennast.
Yvirskipaða endamálið hjá Føroya Symfoniorkestrið er enn tað sama góða: at reka symfoniorkestur á høgum stigi og við konsertum og øðrum tónleikaligum virksemi at nøra um og styrkja ansin fyri tónleiki.
Oddfríður vann
/Fyri løtu síðani varð kunngjørt í Norðurlandahúsinum, at Oddfríður Marni Rasmussen er tann, ið vann skaldsøgukappingina hjá Sprotanum og Bókahandlunum. Oddfríð kenna vit best sum lyrikara, men hann hevur eisini skrivað stuttsøgur, umframt at hann ritstjórnar og gevur út Vencil saman við Arnbirni Dalsgarð. Spennandi verður at lesa vinnaraskaldsøguna. Til lukku, Oddfríður.
Grundgeving fyri vinnaraskaldsøguna 2018
Føroyskur skaldskapur hevur við skaldsøguni Ikki fyrr enn tá fingið eina nýggja rødd. Her er talan um eina sannførandi skaldsøgu, ið er skrivað av einum sannførandi høvundi um eitt týdningarmikið evni, ið okkum tørvar at seta orð á. Søgan snýr seg um ta vanlagnu tað er, tá makin fær ólekjandi heilakrabba, men tað er støðan hjá tí avvarðandi, ið verður so meistarliga lýst. Ikki einans er hetta ein ræðandi og hjartanemandi frásøgn – hon er eisini so sera týdningarmikil at hava á føroyskum máli.
Skaldsøgan setur flugubein við allar tær røttu yvirskriftirnar. Mál, frásøgufólk, frásøguháttur og sjónarhorn, nærlagni, flow og fokus, bygnaður, samanhangur – alt arbeiðir saman og ger skaldsøgan til eitt heilskapað verk, ið ein ikki gloymir, men kann lesa umaftur.
Rithøvundurin megnar sera væl at lýsa støðuna hjá einum pari, bæði meðan deyðin skilir tey, og hvussu tilveran er hjá høvuðspersóninum, ið eftir situr. Tí, hvør eri eg, tá ið mín maki vegna sjúku broytir persónsmensku, og hvør er mín maki tá? Og hvussu kann ein fóta sær aftur aftaná?
Tað er hendan torføra og og til tíðir vónleysa leitanin eftir “orðinum”, ið skaldsøguna eydnast til fulnar at lýsa. “Orðið” sum kann hjálpa okkara høvuðspersóni at rúma og yvirliva samanbrestin og stríðið við deyðan. “Orðið” sum kann forloysa, sum kann linna, sum kann ugga, sum kann geva tilveruni eina meining og eitt virði aftur.
Og tað er aftur hetta, ið okkara høvuðspersónur skal loysa við at skriva seg gjøgnum sorg, tap, sakn, líkasum rithøvundurin gera tað. At seta orð á okkara innara mál og gera tað subjektiva í einari vónleysari støðu atkomuliga hjá lesarinum, til tess at vísa á, at mínar kenslur eru felags kenslur, sum vit ikki skulu skammast við.
Ein tílík søga kann lættliga gerast alt ov sentimental og døpur. Evni er ikki til at taka feil av. Men her vísur skaldsøgan allatíðina eitt yvirskot. Hóast søgan er døpur, so er hon ikki deprimerandi (tunglynt ella svartskygd). Og sentimentaliteturin verður alla tíðina skortraður burtur av einum áhugaverdum og sannførandi høvuðspersóni, ið veruligani roynar at fáa tamarhald á sær sjálvum og sínum lívið aftur.
Harafturímóti er søgan ótrúliga rørandi, skelkandi, syrgilig, bersøgin, realistisk, lívsjáttandi og ikki minst aktuel.
Fotomynd: Anna Jóannesardóttir
Bókadagar fyri framman
/Í døgunum 23.-25. november verður Norðurlandahúsið karmur um stórt alment tiltak við kjaki, framsýningum, bókasølu og nógvum øðrum spennandi fyri allar aldursbólkar – alt við støði í skrivaða orðinum. Partur av húsinum verður innrættaður til børnini við søgum, spølum og øðrum stuttleika. Bókadagarnir eru eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, Rithøvundafelagið og føroysku útgávufeløgini og eru ætlaðir viðurkendum eins væl og spírandi høvundum úr Føroyum og norðurlondum, tíðindafólki og øllum, ið hava hug at skriva og lesa.
Nógv er á skránni. Sí bókadagaskránna og les meira um tiltøkini á nlh.fo
Burtur úr skránni:
Heilivágur, spreingiknøttar, salt.
Ein dagur um skaldið Jóanes Nielsen, 40 ár eftir Trettanda mánaðin.
Bókhandlaravirðislønin
Vinningurin hesaferð er 100.000 krónur og útgávusáttmáli við Sprotan. Vinnarin verður avdúkaður á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum leygardagin 24. november.
Lurtistova
Á Bókadøgunum fer Landsbókasavnið at varpa ljós á týdningin av ljóðbókum, umframt at stimbra lurtihugin hjá fólki.
Rit og rák á bókadøgum
Rit og rák luttekur við einari ørgrynnu av bókum, og nógv spennandi er á skrá alt vikuskiftið.
Vitja Bókaklubban á Bókadøgum
Bókaklubbin bjóðar tær inn í ein spennandi og stuttligan heim. Upplestur og ymisk tiltøk fyri børn alt vikuskiftið.
Millum lesigleði og lesivanar - lesivanakanningin og teir 20 min.
Bókadeildin skipar fyri fyrilestri um málmenning og lesing.
Vencil, Gunnar og Ginsberg
19. nummarið av Vencli verður lagt fram og vit heiðra týðingina hjá Gunnari Hoydal av yrkingini ”ÝL” eftir Allen Ginsberg. Bergur D. Hansen fer at tosa um týðingina, og so fer Hans Tórgarð at lesa hana upp.
Barnasangbók Føroya
Á bókadøgunum fer Rigmor Dam at greiða frá um bókina; og tað kundi meiri enn so hent seg, at vit fara at hoyra vakrar barnaraddir syngja nakrar av sangunum.
Unreadable stories
Samrøður við tilflytarar úr Teilandi og Filipsoyggjum um bókmentir og tað glopp, ið kemur millum hugsanir og mál, tá ið flutt verður til land, har mál verður tosað, sum er øðrvísi enn títt móðurmál.
Livandi bók: Eg eri ein prinsessa
Kom og uppliv Eg eri ein prinsessa sum livandi bók. Søgan snýr seg um Katrina, sum finnur út av, at konan í barnagarðinum er ein heks, og at ein vandamikil uppvaskidreki er inni í stovuni.
Luddi og Lundisa
Luddi og Lundisa eru tvær fittar lundapisur. Í lundalandinum síggja tey nógv stuttligt og spennandi, og tey eru so forvitin. Hvat munnu tær finna uppá hesa ferð?
Føroyskar søgur á týskum
Verena Stössinger og Malan Marnersdóttir fara at tosa um bókmentaliga sambandið millum týskan og føroyskan skaldskap við høvuðsdenti á føroyskar bókmentir á týskum.
Føroyar – ein nýmótans tjóð verður fødd
Charlotte Langkilde sigur søguna um eina ógvusliga tíð, tá Føroyar, eftir at hava verið avbyrgdar í fleiri øldir, uppá fá ár umskaptust til eina nýmótans tjóð.
Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2018
Bergur D.Hansen er vertur fyri tríggjar rithøvundar, sum allir vórðu tilnevndir bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár: Caroline Albertine Minor, Carl Frode Tiller og Jóanes Nielsen.
Meg minnist
Jóan Pauli Joensen, professari í siðsøgu, hevur samrøðu við rithøvundar um, hvussu ymiskar hendingar í lívinum og samfelagnum hava ávirkað teirra lív og ikki minst teirra yrki sum rithøvundar.
Orð og tónar
Sprotin skipar fyri einum hugnaligum Orð og tónar tiltaki.
Den Yderste Ø
Konsert: Yggdrasil v/Anniku Johannessen. Atgongumerkir á www.nlh.fo. Den Yderste Ø er fyrsta verk skrivað til tónleika- og listabólkin Yggdrasil.
Framsýning: Jóhan Martin Christiansen (FO)
Jóhan Martin Christiansen arbeiðir mest við skurðmyndum og video, har hann kannar samanspælið millum, til dømis, hvussu tilfar er og hvussu tað kennist.
Video Video fyri børn
Í sambandi við bókadagarnar og framsýningina Video Video fáa børnini teirra heilt egna biograf í Norðurstovu.
Føroysk sjónleikakvinna fagnað í Danmark
/Føroyski sjónleikarin, Sofía Nolsøe Mikkelsen verður mikið róst fyri leiklutin sum Selma í leikinum Dancer in the Dark, ið verður framførdur á Aarhus Teater, og sum er bygdur á kenda filmin hjá Lars von Trier. Eg havi spurt Sofíu hvussu gongst, hon svarar, at tað gongur gott, og at Dancer in the Dark er ein sera spennandi leikur at vera partur av.
Í síni lýsing av síni leikuppliving leggur Sofía serligan dent á ljóðið í leikinum: “Serliga er tað eitt fantastisk ljóðunivers sum eg ongantíð havi upplivað á palli áður, og sum teatralskt styrkir søguna hjá Selmu nógv. Alt verður spælt live frá pallinum. Rekvisitir kunna siga ljóð og spæla rútmir og kontaktmikrofonir eru undir borð og gólv og ymsa staðni, sum kunna styrkja ljóðini og enntá gera tey til akkordir (t.d. um man bankar í borðið), soleiðis at hoyrnin hjá Selmu verður styrkt, meðan hon spakuliga gert meira og meira blind. Tey bæði, ið hava gjørt tónleikin og ljóðmyndina - Marie Højlund og Morten Riis (The Overheard) - hava verið heilt serlig at arbeitt saman við”.
Víðari greiðir Sofía Nolsøe Mikkelsen frá, at hon enn ikki hevur lisið øll ummælini av Dancer in the Dark, men at hon hevur sæð brot úr onkrum rósandi ummæli: “Tað er sjálvandi ótrúliga deiligt, at tað verður væl móttikið, tá tað verður lagt so nógv arbeiði í. Tað er ein avbjóðandi leiklutur og eitt avbjóðandi verk. Bæði dramatiskt, men eisini musikalskt, koreografiskt og viðvíkjandi ljóði”.
Uppá spurningin um hvar komandi uppgávur hjá Sofíu fara at vera, svarar sjónleikarin, at hon væntar og vónar, at hon framhaldandi fer at arbeiða í Danmark, men vónandi eisini í Føroyum skjótt: “Tað hevði eg tímað heilt ótrúliga væl!”
Nøkur ummæli:
http://gregersdh.dk/dancer-in-the-dark-aarhus-teater-30-10-2018/
http://ungtteaterblod.dk/anmeldelse-dancer-in-the-dark-aarhus-teater/
Rannvá Holm Mortensen fekk Emmuna
/M.A.Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir fekk Rannvá Holm Mortensen fyri yrkingarsavnið Sólsmakkur. Edward Fuglø fekk virðisløn fyri mentanaravrik sítt við prýðingini í kjallaranum í Christianskirkjuni. Barnamentanarvirðislønina fekk Vár Berghamar Jacobsen.
Limir í nevnd M.A. Jacobsens eru Erling Isholm, Jákup Jacobsen og Høgni Joensen, valdir av býráðnum, Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin. Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Gunvør Balle, formaður í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Bjørg Dam og Sólrún Michelsen, valdar av býráðnum, og Marin Joensen, vald fyri skúlabókavørðarnar við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu.
Heilivágur, spreingiknøttar, salt.
/Bókadagar: Ein dagur um skaldið Jóanes Nielsen, 40 ár eftir Trettanda mánaðin.
Skrá
10.00 Bergur D. Hansen bjóðar vælkomin
10.10 Kinna Poulsen: Bíðirúm
10.30 Malan Marnersdóttir: Skaldsøgustílar hjá Jóanesi Nielsen
10.50 Jóanes Nielsen lesur nýggjar yrkingar
11.10 Paula Gaard: Yrkingarnar eru rekar - um móttøkuna av skaldskapinum hjá Jóanesi Nielsen
11.30 Heilsan frá Tjóðpallinum
12.00 Steðgur
12.40 Silja Aldudóttir: Náttúran, menniskjað og djórini - ein vistgreiningarlig kanning av Gudahøvdi
13.00 Turið Sigurðardóttir: Jóanes Nielsen - yrkjari millum øldir.
13.20 Bergur Djurhuus Hansen: Tvær politiskar modernismur og Jóanes Nielsen.
13.40 Kári Sverrison tulkar Jóanes Nielsen
14.00 Liðugt
Regin Dahl 100 - Hugleiðing hjá Carl Jóhan Jensen
/Fleiri tiltøk hava verið í sambandi við, at hundrað ár eru liðin síðani listamaðurin Regin Dahl var borin í heim. Síðsta leygardag hevði Tarira eina væl eydnaða og fjølbroytta konsert, har Carl Jóhan Jensen hugleiddi um meginevni í yrkingunum hjá Regini Dahl:
Í ellivta tíma, á ellivta degi í november tað Harrans ár nítjanhundrað og átjan, fáar dagar eftir, at Regin Dahl datt inn í verðina úti í Sandagerði, kom ein vápnahvíld í gildi…hon sleit heljardansin árini frammanundan um Flandur og Norður-Frakland, men byrjaði í somu öðini eina öld, sum Regin Dahl á gamalsaldri, rúm fýrs ár seinni, lýsir soleiðis í seinasta yrkingasavni sínum Smámunir frá árinum tjúguhundrað:
Ill var öldin/ öll sum hon var./ Eldur og dráp/ um mannheimin allan.
Og tað er henda illöldin…útígjögn er hon annar tráðurin í skaldskapinum hjá Regini Dahl…grundkorini so at siga. Í yrking eftir yrking skyggir aldarfaran fram í skiftingum av ljósi og dökkum á einum skelvandi og fyndkvæmum flata av ungum föroyskum bókmentamáli. Nú skal eg ikki troytta tykkum, góðu áhoyrarar, við alt ov nærløgdum og langrökjutum greiningum, henda lötan bjóðar líkasum ikki til slíkt. Í staðin fari eg at lata skaldið sjálvt sleppa til orða…tað man vera longst sum best. Eg havi leitað fram nökur av teimum meginevnum…ella skuldi eg betur sagt hugans andglettum, ið gera tey tólv sövnini, Regin Dahl legði úr hondum frá nítjanhundrað og sjey og tretivu fram til aldaskiftið tjúguhundrað. Eitt av hesum evnum ella andglettum verður sett fram við hesum orðum í yrkingini Sæl er tann sál í savninum Tokkaljóð frá nítjanhundrað og fýra og fjöruti:
Sæl er tann sál/ ið eigur aga/ og alv at spretta á settum tíma - /og eigur dirvi,/ tá dagar styttast,/ at loysa fræið/ og fevna deyðan,/ tá ið dalirnir taka at skýma.
Við hesum orðum eftir í huganum lat okkum nú í felag lurta eftir trimum yrkingum úr ymsum sövnum. Ogn úr Óttukvæðum frá nítjanhundrað og fimm og hálvtrýss, Summarmorgun 1961 úr Gongubitum frá nítjanhundrað og fimm og trýss, Jarðarferð yrkjarans á miðsumri úr Orðakumlum frá nítjanhundrað og átta og hálvfjerðs og Degningstakksemi úr Ellisskekum frá nítjanhundrað og átta og fýrs:
OGN
Eg eigi tað varandi gleði,
Ið vermir meg dag undan degi,
at lívið, sum meinslar, tað fjálgar við
og fjölgar í túsunda lið.
Eg veit, at um eg sjálvur farist
Í vesalings ösku og ótta –
So livnar á hvörjum dunga
Grasið hitt angandi unga.
Og smágentur, mjáar um miðju,
Dansa við deyðans grindir –
Og teirra vaknandi, væntandi kvið
Lívgar í túsunda lið.
Summarmorgun 1961
Grön eru leyvsblöð,
Týning, deyði –
Havsaldan blánar,
Týning, deyði –
Svart og fagurt
Konufangið,
Men týning, deyði.
Minnist tú brennivín,
Bragdardropar –
Minnist tú löturnar,
Láturríkar –
Kjötbitar, kjálkafisk,
Kelivætti,
Næturnar allar
Ein hurlivasi?
Skakað, skeiklað er stjörnan,
Nú rennur övugt alt –
Her á mínar hálvgomlu hendur
Lýsir hitandi morgunsólin –
Men týningin – deyðin ---
Jarðarferð yrkjarans á miðsumri
Fagurligur hesin
Fráfaringardagur –
Sterkt í skál –
Lavandi sóljuvökstrir allir,
Jóanssökubál.
Geisandi eldar
Í hvörjari kyknu
Og tægr –
Ljómandi sláttur
Úr hvörjari æðr.
Almiklar aldur
Úr fyrndaröldum:
Ljós í ljós –
Fröknisfröin
Í hvörjari fjós.
Froðandi fram um
Koparoyggj
-kópa- og hvessinga-fylgd-
Tann hin mæta,
Tann hin væna
Fríggjaramoyggj.
Gapandi
Hvört aðlisop,
Rapandi mergsins
Og megin-máttarins lop.
Furðuligur hesin
Fráfaringardagur
-sterkt í skál!
Á lofti leika
Geisandi, gessig
Jóansökubál.
Degningstakksemi
Hvat er sum kvakan
Av heimafugli –
Og hvölpur, ið rembir sær
Á fótalagnum
Fyri dag?
Eitt hálvdögur, kanska,
Góði –
Fekkst tú afturat,
Í gávu?
Ein mjólksopa, eitt muss,
Eitt djúpt, av dýrum royndum
Reint orð
Við á leiðini.
At vakna aftur
Ein lívsins morgun.
Tað er eftir öðrum, íðan hvat, at eisini Guð er eitt andgletti í skaldskapinum hjá Regini Dahl. Yrkingin Andsvar í Beltisgyrði frá nítjanhundrað og níggju og fjöruti vendir sær til Drottin við upphavsorðunum:
Veldigur ert tú Harri,
men endar við, at sjálvið í yrkingini spyr um Guð yvirhövur man sansa um líðingina í jarðarlívinum, tí sjálvt sín einborna rópandi á krossinum sýnist hann ikki at hoyra. Seinastu örindini bæði ljóða soleiðis:
- hoyrdi tú ikki, / hoyrdi tú einki av tí,/ ella ganga teir allir ranga leið,/ er nöringin alt,/ nöring, át og myrkurstrot?/ / Hvaðan gótu vit okkara trá,/ kom hon ikki frá tær,/ og kom hon frá tær, hví unti tú henni/ so ongantíð svar?/.
Í yrkingini Sálmur í Óttukvæðum er orðbragdið afturímóti annað, eyðmjúkari, ja, beinanvegin frómt:
Sálmur
Í tögnini ert tú,
Tá ið barnið situr
Á eiðisbakka
Og lýður á kvöldarkvirrið –
Men eisini í ættini
Oman av fjöllum
Köld av gróti
Og gráum sögnum.
Í koyggjuni ert tú,
Tá ið lúkan er fyri
Og eingin sær
Tær nötrandi hendur –
Men eisini í stovu,
Tá gamlir leggir
Styrkna í stigi
Og fegniskvæðum.
Í sálminum ert tú,
Tá ið kertustubbar
Blaktra í kirkju
Á halgari nátt –
Men eisini í geylinum
Frammi í gron,
Tá ið brotið hvítir
Og skipið stoytir í norðanódn.
Lær meg tol at týða
Torskilnu stavir tínar,
Lær meg at bíða-
Gev mær troyst at stíga
Fram um skjólveggir mínar,
Lær meg at líða –
Lær meg at vega á tíni vág,
Lær meg at liva, at tú ert hjá.
Men so eru aftur aðrar yrkingar, har eingin trúgv er at halla seg til, har Guð er úr eygsjón og eingin tanki, eingin kensla opin fyri öðrum enn tí óumberliga og övugta veruleika lívsins, at alt ferst og endar í ongum. Tak eitt nú yrkingina Alt meðan tú rakar tær úr Orðakumlum:
Alt meðan tú rakar tær
Jú, satt segði tú
Forni frændi:
Táið groypingin skrædnar,
Í holdi,
Í túni,
Í öllum mentunarviðurskiftum,
Ella hinvegin, so siðiliga:
Tá ið systkinabörn,
Vinir og vinkonur
Á býlingsvegnum,
Tá ið skúlafelagar
Verða spjaddir av
Bardögum,
Hjúnalagsbrotum,
Böðils-eltingum
Og öllum tí,
Sum hvört elvir annað:
Tá gevur deyðalutturin upp
Úr hvörjari poknu –
Alt meðan tú rakar tær
Á morgni
Stinkar tú longu.
Eisini ástin, eitt stöðugt uppafturtikið tema í yrkingunum hjá Regini Dahl, er somuleiðis eitt andgletti. Ástin í öllum sínum kjötligu og ókjötligu brigdum, í sínum skiftingum frá fegnisörku til döpurhuga og kolsvarta ógleði…eina lötuna sjálvur lívsuggin, aðra lötuna helviti líkari. Tríggjar yrkingar haldi eg lofta, ið hvussu er partvíst, hesum brigdum og skiftingum, tær eru: Eitt andlit umborð og Linni báðar úr Gongubitum og Ástarösingin úr Rekagróti frá nítjanhundrað og fimm og fýrs.
Eitt andlit umborð
Við skerstokkin stóðst tú
Og stardi –
Varrarnar
Beiskar, kossleysar,
Eyguni ber sum klædnatváttur,
Oman frá nasunum
Svövnloysisstrikurnar
Og um kjálkan
Foyran av ástarsmeiti:
-ástin, ið royndi seg,
Beyð sær fram
Og varð kövd - -
Sjáldan var ásjón
So nívandi vökur,
Sum táið tú bíndi
Brúnoygd
Út í deyðadýpið.
Linni
Eitt undur í mínum hondum:
Miðja og mjadnir
Sóljumjúkar –
Og tætt við oyrað
Mál títt mildliga,
Örvitugt mutlandi.
Eyguni afturlatin,
Nasarnar kykar
Og muðurin opin,
Hagar til eg læsi hann aftur,
Hagar til vit læsast saman
Aftur í harðari greipt.
Eitt undur í hondunum:
Búkur og mjadnabugur –
Og havsins rámi,
Havsins duni
Ævi og allan aldur.
Ástarösingin
Ástarösingin er ikki alt –
Men hvörja ferð
Er hon alt.
Snykur og sniðfundigir kallar,
Vulgus og válgaranatni,
Tróttugar marknatrætingar?
Jú so, jú so.
Men snjóklokkur Guðs,
Bláklokkur Guðs,
Og fyrsta hitabríkslið –
So grönkast í neðra,
Gróðursylur um hupp og
Herðar.
Viðhvört, viðhvört
Er ástarösingin alt.
Hittinorðasavnið Leysasökk frá 1944 byrjar, minnist meg rætt, við orðunum: Eg elski oyggjarnar, men eg hati fólkið. Eg elski fólkið og hati oyggjarnar. Hetta andgletti ella ein ávísur tvískinningur í sinnalagnum til Föroyar og föroyska samtíð sæst aftur í fleiri yrkingum hjá Regini Dahl. Öðrumegin eru Föroyar heima, tað sum var yvirgivið, tann tíð var, og ein í útlegdini kann henda fagurgjörd vídd. Hinvegin eru tær Föroyar, ið komið verður aftur til…tann eindin av nýtíðarligum mótsetningum…tann fáfongdin. Í yrkingabólkinum Heimstaður mín í savninum Eftirtorv frá 1981 eitur tíggjunda yrkingin Á Kongabrúnni og hon lýsir væl nettupp hetta andglettið:
XI
Á Kongabrúnni
Deyðir seiðir og slekkar hítir
Vagga við vágarstein –
„Eg sá eitt kombikk í fjör,“ segði ein –
Hann nevndi seg Rein.
„Eitt kombikk?“ spurdi eg, alskinbýttur,
„hvussu bar tað til?
Hetta lítla fitta, ið kitlaði
Piltaárini millum táanna?“
„Ja, tað viti fanin,“ segði hr. Rein,
„hvussu og hví?
Eg havi so sæð eitt kombikk
Í mínari tíð.“
Deyðir seiðir og slekkar hítir
Vagga við vágarstein.
Og hesin sami ampin av nýtíðini…av fáfongd hennara, kemur fram í yrkingini Modern times í Rekagróti:
Modern times
Nú duga öll at yrkja
Og at smíða lög –
Her krevjast ikki sköld
Ella sypriströ.
Her leika ravmagnsstreingir
Við forherðings herðara –
Og fjúrtan ælabogar
Geisa omaná.
Á, Dávið, tín dári,
Við hörpu í hond –
Tak Saul við á disco,
So hvörvur hvör ond,
Bæði góð og vánd.
Har kemur ikki minsta
Hugans flog
Í námind ella nánd.
Og lat meg nú enda við eini yrking, sum helst er ein tann fyndugasta og vakrasta, sum nakrantíð er yrkt um mál, um skaldskap og um lívið sjálvt, men tað er yrkingin Orðini úr Eftirtorvi.
Orðini
Fagurt er tað, tá ið tit koma
Eins og fornsögufuglar
Flákrandi
Uttan av myrkursins hövum
Og setast
Á herðar og hendur
Við boðum
Um vánir endurlívsins:
Grönt leyv í nevi –
Og grönar nálir.
Regin Dahl 100 ár - tiltak á Landsbókasavninum
/Sunnudagin 4.november klokkan 15-16.30 verður tiltak í samband við, at hundrað ár eru liðin síðan Regin Dahl var føddur.
Lea Kampmann spælir eitt lag eftir Regin Dahl
Annika Smith landsbókavørður bjóðar vælkomin,
Hanus Kamban hugleiðir um Regin Dahl
Kim Simonsen sigur frá um frímerkið av Regini Dahl
Kaffi og køkur
Framsýningin um Regin Dahl letur upp og Posta leggur frímerkið fram og signerar fyrstadagsbjálvar.
Knút Háberg Eysturstein um komandi bók um Regin Dahl við heitinum Heimurin, ið hvarv - útlagna sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin
Halgir Winther Poulsen um eitt savn av yrkingum eftir Regin Dahl
Heðin Klein lesur yrkingar eftir Regin Dahl
Lea Kampmann tulkar eitt lag eftir Regin Dahl
Tiltakið er stuðlað av Mentanargrunni Landsins og Tórshavnar Kommunu.
Nýtt frá Tóroddi Poulsen
/Tostatræsmálningin málaði Tóroddur Poulsen
Á blogginum hjá Tóroddi Poulsen ella hjá Bloggoddi, sum hann kallast í blogghøpi, koma javnan nýggjar yrkingar og nýggjar myndir. Til dømis hendan kerliga yrkingin um støv. Fylgið við her: http://bloggoddur.blogspot.com/
STØV
klichéin sigur
at vit verða
til støv
men eg vil ikki
verða ein kliché
so eg vil
heldur verða
til ein kust
ella ein
støvsúgvara
ella bara
ein lítlan
støvklút
í hondini
á frúnni
í húsinum
Nevember
/Fríggjadagin 2. november 2018 gevur plátufelagið Kervið út fyrstu útgávuna hjá Hús “Nevember“.
Hús er verkætlan hjá Rólant Lenvig av Reyni, ið er best kendur sum guitaristur í rokkorkestrinum Makrel. Tónleikurin hjá Hús verður í tíðindaskrivi lýstur sum ein samanrenning av tungum pulserandi rútmum og hypnotiskum guitarriffum. Onkur hevur lýst tónaheimin hjá Hús sum ljóðbandið til ein dreymasekvens í einum Sofia Coppola filmi, meðan tónleikurin samstundis hevur eina myrkari síðu; litað av London, har meginparturin av 'Nevember' varð skrivaður.
Eg havi googlað orðið Nevember og Google sigur, at “Nevember may be misspelled”, tó tað rokni eg ikki við. Heldur kann talan vera um eitt samansett orð ella ein hybrid millum heitið á núverandi mánaðinum og okkurt annað? Nevember kann t.d. sipa til noktandi orðið Never og letur hetta upp fyri nógvum tulkingarmøguleikum - kanska snýr atmosferiski tónleikurin seg um ein óveruligan november onkrastaðni í hugans neverland? Í øllum førum tykist noktandi orðingin hóska væl saman við tónleikinum, sum í stóran mun myndast av brakandi óljóðum og øðrum negatiónum. Sjálv heildin er somuleiðis í stóran mun myndað av ljóðum, sum verða skrúvað niður/mjútað. Kirstin Helgadóttir gjørdi tað fína, minimalistiska/grafiska videolagið, ið sæst her:
Emma í eygsjón
/Loksins eru boðini komin um, at Emma er í eygsjón.
Emma er kelinavn hjá bókmentavirðisløn M.A.Jacobsens, sum í dag verður umrødd í fleirtali, tí fleiri virðislønir verða latnar á hvørjum ári. Sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu verða virðislønirnar handaðar á føðingardegi M.A.Jacobsens og tað er eitt sindur síðani; 17. september. Men vit gleða okkum til virðislønirnar verða handaðar í næstum..
“Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens verður latin fólkum, ið verða hildin at hava bókmentaligt og mentanarligt virði. Virðisløn verður latin fyri fagurbókmentaligt verk, fyri yrkisbókmentaligt verk, og fyri annað mentanaravrik. Hetta seinasta er t.d. bygdasøgur, endurminningar og verk um myndlist ella tónlist. Tær kunnu eisini latast fólki, sum verður mett at hava avrikað nógv fyri føroyska mentan á móðurmálinum. Upphæddin verður ásett av Tórshavnar Býrað. Ein fimmmannanevnd ætlar um og ger av hvør ella hvørji, ið virðisløn skulu fáa. Tórshavnar Býráð velur tríggjar limir í nevndina, Rithøvundafelag Føroya ein og Fróðskaparsetur Føroya ein”. (Kelda: wikipedia)
Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs verða handaðar í Müllers Pakkhúsi hósdagin 8. november kl. 17. Øll eru vælkomin og handanin plagar at verða send beinleiðis í útvarpinum.
Bárður Oskarsson vann
/Fotomynd: Jan Andersson
Bárður Oskarsson fekk í kvøld ta stóru Norðurlandavirðislønina í barna- og ungdómsbókmentum á 350.000 krónur, sum kendi rithøvundurin, Gunilla Bergström handaði Niels Jákupi Thomsen vegna Bárð Oskarsson. Grundgevingin hjá Dómsnevndini ljóðar soleiðis:
I en tid hvor alting synes at skulle op i tempo, har vi valgt at belønne en fortælling, som tør tage sin tid. I en virkelighed, hvor vi hele tiden bliver bombarderet med indtryk, har vi valgt et værk, som bruger få ord og enkle billeder til at præsentere en både morsom og dybsindig fortælling. Værket udmærker sig både ved et højt kunstnerisk niveau og ved en stor tillid til læserens evne til at undres og tænke selv. To venners passiar efterlader spørgsmålet om, hvorvidt det går an at stille sig tilfreds med andres erfaringer, eller om man måske er nødt til at risikere noget, for at få stillet sin nysgerrighed over, hvad der er uden for vores horisont. Med små detaljer og nuancer formår Bárður Oskarsson med sin billedbog Træið at skabe en sjældent fornøjelig læseoplevelse for både store og små og får derfor dette års pris
Bárður Oskarsson er føddur í Tórshavn í 1972 og hevur búð í Keypmannahavn í 22 ár. Hann hevur serliga tikist við at tekna. Var blaðungur tá ið hann byrjaði at tekna í Barnablaðnum. Fyrsta bókin, hann myndprýddi, var tann hjá abbanum Oskari Hermannsson Undir tussafjøllum.
Síðan 2004 hevur Bárður givið bøkur út, sum hann bæði hevur myndprýtt og skrivað sjálvur. Bøkurnar hjá Bárði Oskarsson eru týddar til fleiri mál. Tær eru komnar út í Danmark, Noregi, Íslandi, Svøríki, Frankaríki, Týsklandi, Kekkia, Kanada, Bulgaria og Slovenia.
Útgávur:
2004 Ein hundur, ein ketta og ein mús
2007 Pól, hin kuli giraffurin
2007 Beinið
2011 Flata kaninin
2012 Stríðið um tað góða grasið
2016 Wilbert
2017 Træið
Stuðul og heiður
2005 Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
2006 "White Raven" (Special Mention) í Deutscher Jugendbibliotek fyri Ein hundur, ein ketta og ein mús
Barna- og ungdómsheiðursløn Útnorðurráðsins
2007 Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs
2013 White Raven (Special mention) í Deutsche Jugendbibliothek fyri Stríðið um tað góða grasið
LUCHS-prísurin fyri Fløtu kaninina frá Radio Bremen og Die Zeit
2014 Í uppskoti til Barna- og ungdómsbókaprísin hjá Útnorðurráðnum
Í uppskoti til Norðurlendska barna- og ungdómsbókaprísin fyri Fløtu kaninina
2016 Í uppskoti til Ibby Pan-priset fyri Ein hundur, ein ketta og ein mús
Í uppskoti til Norðurlendska barna- og ungdómsbókmentaprísin fyri Stríðið um tað góða grasið
White Raven frámerkið fyri Wilbert
2017 MGIP Book Award fyri Træið
Gylta Peran, Slovenia fyri Fløtu kaninina
Silver Award frá ICMA - International Creative Award For Books fyri Træið
2018 Í uppskoti til Norðurlendsku barna- og ungdómsbókmentaprísin
White Raven frámerki fyri Træið
Barna- og ungdómsbókaprís Útnorðurráðsins fyri Træið
Norðurlandavirðislønin í Barna- og ungdómsbókum
KELDA: bfl.fo
Hvør vinnur?
/Í morgin verða virðislønirnar frá Norðurlandaráðnum handaðar. Virðislønarhandanin verður í operuni í Oslo og gallashowið verður sent í almenna kringvarpinum í øllum norðurlondum. SVF hevur handanina á skrá í annaðkvøld klokkan 19-20.40, men tað ber eisini til at síggja handanina beinleiðis umvegis heimasíðuna hjá kvf. Virðislønirnar eru uppá 350.000 krónur.
Til bókmentavirðislønina er føroyska uppskotið yrkingasavnið hjá Jóanesi Nielsen. Hetta er sættu ferð, at Jóanes er innstillaður til virðisløn Norðurlandaráðsins. Í grundgevingini stendur millum annað: Tú sansar eina serliga frásøgugleði í yrkingunum, ið næstan minna um smáar samandrignar skaldsøgur við stórum søgum og lívsáskoðanum frá eini farnari tíð, tó at persónarnir tykjast sjáldsama til staðar her og nú.
Til Barna- og ungdómsvirðislønina er Bárður Oskarsson tilnevndur fyri myndabókina "Træið" frá 2017. Hetta er triðju ferð, at Bárður er tilnevndur til Barna- og ungdómsvirðislønina.
Í grundgevingini stendur millum annað: Myndabøkurnar hjá Bárði Oskarssyni eru einfaldar og naivistiskar, men samstundis sniðfundigar. Hann letur síni djór, ið øll hava menniskjansligar eginleikar og kenslur, brótast við etiskar avbjóðingar og tilveruspurningar – uttan tó at koma við einføldum svarum. Rakel Helmsdal er hartil eisini tilnevnd til barna- og ungómsvirðisløn, men tað sermerkta er, at hon er tilnevnd úr Íslandi fyri bókina "Skrímsli í vanda" frá 2017, sum hon hevur gjørt saman við íslendsku Áslaug Jónsdóttir og svenska Kalle Güettler. Í grundgevingini stendur millum annað: søgan vekir væl kendar kenslur hjá bæði børnum og vaksnum, men hon hevur so mong løg, at lesarin upplivir og skilir søguna út frá egnum royndum og búnaskapi. Myndir og tekstur ganga upp í eina hægri eind.
Til tónleikavirðislønina er tónleikabólkurin Hamferð er tilnevndur fyri útgávuna Támsins likam. Í grundgevingini verður sagt, at orkestrið nær hugtakandi tónlistaligar og tekniskar hæddir, sum tala til ein nógv breiðari skara enn tey, ið vanliga lurta eftir sonevndum doom-tónleiki. Hartil hevur útgávan, ið hevur seks skeringar, men tó skal fatast sum ein heild, fingið sera góð altjóða ummæli.
Til umhvørvisvirðislønina er felagið Green IQ úr Hvalvík tilnevnt fyri serligu skipana, ið kann skilja olju frá vatni umborð á skipi. Skipanin, nevnd Green Arc, tekur oljuna úr lensivatninum uttan at nýta kemikaliu ella filtur.
Í grundgevingini fyri tilnevningini stendur millum annað, at henda skipanin minkar bæði um útreiðslurnar og um freistingina at lata oljudálkað vatn á sjógv. Skipanin kann til dømis eisini nýtast til oljudálking í havnum, har eitt einstakt fólk við hesi skipanini kann steðga eini størri oljudálking. Green IQ eru eitt gott dømi um, at smá norðurlendsk feløg kunnu koma við góðum loysnum til ein av stóru náttúrutrupulleikunum í heiminum.
Sofía Nolsøe stóran høvuðsleiklut í leikinum Dancer in the Dark
/Foto: Stine Rasmussen
Føroyski sjónleikarin, Sofía Nolsøe Mikkelsen spælir høvuðsleiklutin sum Selma í sjónleikinum, sum gjørdur er við støði í kenda filminum hjá Lars von Trier, Dancer in the Dark, og sum verður framførdur á Aarhus Teater Scala.
Jyllandsposten hevur í hesum sambandi stóra grein um Sofíu Nolsøe Mikkelsen, sum kann lesast her:
https://jyllands-posten.dk/aarhus/ECE10953213/hun-saetter-baade-lyd-og-poesi-paa-det-at-vaere-blind?fbclid=IwAR2-c4VUSo_CVoUdyAKc86XBOyYxsl3yZmJU588UUxV0L_JlYLU8YbB_-bU
DANCER IN THE DARK
Aarhus teater Scala. Dancer in the Dark. Premiere tirsdag 30. oktober. Kan ses til 8. december.Musikforestillingen er baseret på Lars von Triers film af samme navn. Medvirkende: Sofia Nolsøe, Christian Hetland, Nanna Bøtcher, Anders Baggesen, Luise Skov, Holger Østergaard, Lise Lauenblad, Christoffer Hvidberg Rønje, Marie Koldkjær Højlund (musiker) og Steffen Lundtoft Jensen (trommeslager). Desuden Aarhus Teaters kor
https://www.aarhusteater.dk/forestillinger/forestillinger/saeson-1819/dancer-in-the-dark/
Lyst og kritiskur mentanarjournalistikkur.
/Foto: Lars Skaaning
Nú er nýggjur Kringvarpsstjóri loksins settur, og er valið, eftir mínum tykki, sera heppið. Eitt av tí, ið nýggi KVF-stjórin segði, er at kritiski journalistikkurin skal útbyggjast. Og her skal sigast, at eg eri ein teirra, ið taki heilt og fult undir við borandi journalistikki. Men tað grundleggjandi við slíkum er at eitt mál SKAL lýsast frá fleiri síðum. Og her hevur haltað alvorliga í tveimum innsløgum í mentannarsendingini Lyst.
Eitt var í síðstu viku um KODA-grunnin Føroyar, ið letur pening til tónleikatiltøk í Føroyum. Tað er nevndin í Felagnum Føroysk Tónaskøld, ið býtur peningin út. Hin var eitt innslag fríggjakvøldið um nýggju Listafólkalønirnar hjá Mentannargrunninum. Tað var týðiligt at verturin, í báðum førum, royndi at varpa ljós á gegnistrupulleikar í einum lítlum samfelag sum Føroyum. Og tað er heilt í ordan. Men tað skein eisini ígjøgnum, at í fyrra førinum, varð roynt at insinuera, at nevndarlimirnir í Felagnum Føroysk Tónaskøld FFT, og serliga formaðurin Kristian Blak, sótu og deildi peningin til tiløk hjá hvørjum øðrum. Kristian Blak dugdi tó væl at greiða frá mannagongdunum hesum viðvíkjandi. At nevndarlimir viðgjørdu als ikki sínar egnum umsøknir. Nevndararbeiði í FFT er ólønt, og tað er sera ringt at fáa fólk í nevndina um mann ikki kann søkja pening úr KODA-grunninum.
Sagt varð í innslagnum at Kristian Blak hevði fingið nógvan stuðul til festivalin Summartónar. Summartónar er stovnað av FFT í 1992, fyri at føroysk tónaskøld skuldu fáa ein pall at virka á. Fyrst var bert "klassiski" tónleikurin umboðaður, men tá ið Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues festivalur steðgaði, komu hesar sjangrur eisini við í Summartónar, ið framvegis er festivalurin hjá FFT. Tvs ein vinnarastøða hjá teimum skapandi tónlistafólkunum í Føroyum, ið verða spæld og fáa meira royalty fyri sínar konsertir, ið førir við sær at føroyski KODA-grunnurin eisini fær fleiri pengar. Men Kristian Blak fær ikki meira pening enn onnur, ið fáa tónleikin spældan á Summartónum, men hann er og hevur verið drívmegin handan Summartónar og mong, mong onnur feløg.
Í hinari sendingini royndi verturin at fáa forkvinnuna í Mentannargrunninum MG, at definera hugtakið yrkislistafólk. Her kláraði forkvinnan eisini væl at svara fyri seg.
Skal upplýsa at undirritaði var í faknevndini í tónleiki, og vóru vit, umboðini í faknevndini, á fundi við forkvinnuna í Mentannargrunninum fyri m.a. at fáa innlit í almennu gegnisleiðreglurnar. Men eftir stendur at lýsingin av hesum báðum málum er sera einsíðug. Serliga innslagið um KODA-grunnin. Her kundi verturin komið inn á leiðreglur um gegnisspurningin. Spurt KODA um tey hava leiðreglur hvussu hesin peningur skal býtast sambært gegnisspurninginum, og um KODA-grunnurin í Føroyum fylgir hesum leiðreglum. Men so var ikki, tíverri.
Verturin í Lyst plagar at nevna um hann hevur ein gegnistrupulleika í samband við evnini hann viðgerð. Men í førinum við KODA-grunn Føroyar gloymdi hann at nevna at orkestrið hjá honum hevur fingið 3000 kr í 2008 og 3000 kr í 2012. Vónandi verður Lyst ein framtíðar mentanarsending við sama verti, men vónandi fer sendingin at lýsa síni kritisku evnir meira breitt enn nevndu innsløgini bera brá av.
Sunleif Rasmussen
ARKITEKTURISMA - Arkitekturardagurin 2018
/TÍÐINDASKRIV: Ferðavinnan hevur stóran týdning innan vinnumenning, men setir eisini nýggjar avbjóðingar, bæði tá tað snýr seg um umstøður til tey ferðandi og fyri umhvørvið, sum tey koma til. Tað er tí av týdningi at taka hesi viðurskifti upp í einum breiðari høpi.
Tí er evnið fyri Arkitekturardagin í ár Arkitekturisma.
Arkitekturdagurin 2018 verður skipaður saman við Fólkafundinum, sum verður í Tórsgøtu (Reinsaríið, Perlan, Ostahúsið og Perlutorgið) í Havn fríggjadagin 26. og leygardagin 27. oktober.
Hetta verður skipað sum framsýningar og fyrilestrar. Eisini verður opið hús á eini teknistovu, sum hevur gjørt ymsar verkætlanir innan ferðavinnuna.
Í Tórsgøtu fara teknistovur at sýna fram projektir til innivist fyri ferðafólk.
Elin Maria Nolsøe Joensen fer at greiða frá um Neysting. Elin Maria hevur arbeitt við einum hátti at nýta gomlu neystini til nýtt virksemi, ítøkiliga til innivist til ferðafólk, á ein nýggjan og spennandi hátt. Hesin fyrilestur verður í Reinsarínum í Tórsgøtu leygardagin kl. 17.
Kristján Örn Kjartansson arkitektur úr Íslandi fer at greiða frá um Norðurlendska Slóðin (Nordiske Veje, Norræna Leiðin ella The Nordic Ways), m.a. um eitt inspiratiónsatlas at nýta í sambandi við at uppstiga ferðavinnukervið í Íslandi. Suni Petersen frá Umhvørvisstovuni fer at greiða frá um náttúrumargfeldi og ferðavinnu. Hesar fyrilestrar verða í Reinsarínum í Tórsgøtu leygardagin kl. 17.30.
SNA, Selmar Nielsen Arkitektar hava opið hús á teknistovuni hjá teimum, Landavegur 9, Tórshavn (gamli Málingahandilin), fríggjadagin og leygardagin kl. 15-18. Her verða sýnd fram projektir innan ferðavinnu: summarhús, hotel, íbúðarhús, flogvøll og aðrar verkætlanir. Eisini verður ein drekkamunnur at fáa.
Arkitektafelagið vónar við hesum at fáa nýggj íkast til kjakið um ferðavinnu í Føroyum.
Eitt sindur um Kristján Örn Kjartansson arkitekt og virki hansara:
Kristján Örn Kjartansson er viðstovnari og partnari í arkitektavirkinum KRADS, sum hevur støðir í Reykjavík, Århus og Keypmannahavn.
Verkætlanin Norðurlendskar Slóðir (Nordiske Veje, Norræna Leiðin ella The Nordic Ways) er eitt samstarv millum teknistovurnar KRADS (ÍS/DK) Reiulf Ramstad Arkitektar (NO), Boris Brorman (DK) og COASTARC, Rasmus Hjorsthøj (DK). Yvirskipaða endamálið við verkætlanini er at fáa til vega eitt meira robust, burðardygt og upplivilsisríkt infrakervi í Íslandi. Norðurlendskar Slóðir er hugsað sum eina idéstafett fyri eitt felags norðurlendsk framtak, ið við støði í einum staðsettum, felagsligum og alment atkomiligum arkitekturi roynir at loysa ein ítøkiligan samfelagsligan spurning.
Myndir frá framsýning hjá Øssuri Johannesen
/Sissal Clemmensen tók fotomyndirnar