Nýtt og gott gamalt í Listasavni Føroya

English below

Ein øtiligur gangur av onkrum, sum bankar, borar og smíðar, órógvar tann sæla frið, sum plagar at valda í Viðarlundini. Komin niðanum varnast vit, at larmurin kemur frá Listaskálanum, sum í løtuni er mest sum avmonteraður, meðan hann verður bygdur av nýggjum innanfrá. Líka leggja dunnurnar í – tær gvagga við sama lag og hava longu vant seg við larmin, tí gamli Listaskálin er eitt stórt byggipláss, men í Listasavninum er opið.

Tvey ár eru liðin síðan Solveig Hanusardóttir Olsen var sett í stjórastarvið í Listasavni Føroya, so nú er tíðin komin, at hennara boð uppá eina tíðarbæra presentatión av føroysku listini verður veruleiki. Og sigast kann alt fyri eitt, at henda nýggja framsýningin er betri enn tann fyrra, ið fyrrverandi stjórin í Listasavninum, Karina Lykke Grand fyriskipaði. Tá megnaði hon at tvífalda mongdina av framsýndum verkum og at økja umboðanina av listakvinnum og hetta fekk mong at fegnast, tí so sá mann okkurt nýtt í Listasavnshøpi. Hiðani av Listaportalinum vóru orðini kortini ikki mild um ta løgnu evnisgerð av føroyskari list, sum varð presenterað undir yvirskriftum sum t.d. hav, landslag, dýr, portrett, kroppur osfr - tað tóktist sum eitt ovurhonds foreinklað og í grundini mannminkandi filtur, ið var lagt niður yvir føroysku listasøguna. Listasavnið er nóg avmarkað frammanundan bæði geografiskt og temporalt í og við, at savnið einans vísir føroyska myndlist – føroyska listasøgan tekur jú ikki dik á seg fyrr enn í 20.øld. Harumframt er savnið ymisligt av dygd. Hjá einari, sum hevur vitjað at kalla allar listaframsýningar, ið hava verið her um leiðir seinastu tretivu árini, tykist syrgiliga greitt, at tey bestu føroysku listaverkini frá hesari øldini ikki eru á Listasavninum, men heima hjá privatum samlarum. Hetta er galdandi fyri verk hjá t.d. Torbirni Olsen, Zachariasi Heinesen, Rannvá Kunoy, Mariusi Olsen, Hansinu Iversen og fleiri øðrum – ein partur av trupulleikanum stendst av Listastríðnum, tá innkeypið frá eitt nú (heystframsýningar-)útbrótarunum steðgaði. Eisini stríðist Listasavnið við at herberga verkum, sum ongantíð hava verið ella nakrantíð verða nóg góð at sýna fram í Listasavninum. Einki av hesum kann núverandi leiðsla ella arbeiðsfólk í Listasavninum lastast fyri, men tey kunnu kortini uppdatera heimasíðuna og tveita mannminkandi tematulkingina av føroyskari listasøgu í gloymskunar hav har hon hoyrir heima (og í sama viðfangi skifta illustratiónina til tóvirki út, tí grafikkur hjá Janusi Kamban er eyðvitað ikki tekstil). Viðvíkjandi verkunum í savninum er spurningurin um okkurt skal broytast við innkeypsháttinum til tess at tryggja, at almenningurin til eina og hvørja tíð fær tað besta burturúr.

Í nýggju føstu framsýningini í Listasavni Føroya hevur Sámal Joensen Mikines sína siðbundnu, tungu staðseting, ið hann sambært leikluti sínum sum grundleggjari hevur uppiborið – hann eigur einsamallur alla ta fyrstu pyramiduna og stóra høvuðsverkið, Aftur av jarðarferð hongur har, tað skal hanga. Eri sjálv ikki fjeppari av tjóðskaparligu málningunum av føroyskum dansi og grindadrápi, men teir eru ikki illa málaðir og dygd er av alstórum týdningi, tá tað ræður um ein so grundleggjandi stovn sum Listasavn Føroya.

Tað er satt at siga ov lítið skil á listaligum dygdaratliti nógva staðni í føroyska samfelagnum í dag. Tað er í heilum, at tú sært vánalig verk og kopilist presenterað eins og ektaða list – eisini av gallaríum og stovnum, sum eiga at vita betur enn at stuðla slíkum, sum í roynd og veru er eitt slag av stuldri. Hetta hendir eitt nú tá bankar og onnur arbeiðspláss lata gávur. – Nú í vikuni var ein kvinna, sum hevði arbeitt í Føroya Banka í fjøruti ár, avmyndað við einum málningi, sum heilt týðiliga er eitt kopi av eyðkenda máliháttinum hjá Hansinu Iversen.

Portrettmyndirnar eru færri, men hanga framvegis á nøkulunda sama hátt sum tær gjørdu í einari sonevndari salonguppheinging, sum er ruddilig og stuttlig, men ikki gevur einstøkum verkum hjá t.d. Ruth Smith, Tommy Arge og Torbirni Olsen nóg stóra rúmd. Dygdarstøðið tykist annars sum heild nógv betri og tryggari enn tað var í føstu framsýningini, nú listaverkini verða viðfarin við áhuga, virðing og varsemi. Í gongini verður varliga latið upp fyri feministiskum perspektivum við vatnlitamyndum hjá slóðaranum, Bergithe Johannesen umframt einum dárandi lítlum málningi av sóljum hjá einum øðrum kvinnuligum slóðara, Floru Heilmann. Hetta við varseminum er møguliga ein spurningur um sinnalag, men listaliga hevði framsýningin verið meira spennandi um samansetingarnar vóru eitt vet djarvari. Tá kundi mann t.d. staðsett sóljumyndina hjá Floru Heilmann undir liðini á jarðarferðarmálninginum hjá Mikines og við einum veldugum støddarlopi bjóðað teirri siðbundnu heroisku, maskulinu frásøgnini av og fingið onnur sjónarmið inn. Tað sama er galdandi fyri grafisku listina longur inni í gongini, sum er miðlað á ógvuliga siðbundnan hátt við prentplátum hjá Elinborð Lützen. Tær eru ikki neyðugar til tess at skilja hvussu fantastisk listakvinna hon var – mann kundi heldur brúkt plássið til listaverk, kanska eina gipsstandmynd hjá Jóhan Martini Christiansen?

Grafikkurin er framvegis eitt sindur undirspældur á Listasavninum um hugsað verður um øll tey framúrskarandi verk, ið síggja dagsins ljós í Steinprenti millum ár og dag og sjálvandi er plássið á savninum rættiliga avmarkað, men kortini. Har hanga tvey fín prent hjá Tóroddi Poulsen og eitt gott hálvfemsaraverk hjá Øssuri Johannessen og so eru fýra nýggj prent úr røðini Jeppe Sleeping hjá Jóhan Martini Christiansen sloppin at breiða seg í grafikkgongini millum verk hjá Janusi Kamban og Hans Paula Olsen. - Tá eg upplivdi framsýningina í vár, læt hesin parturin upp fyri nýggjum og meira modernaðum sjónarmiðum, tá fagra bringumyndin hjá Janusi Kamban av Fraser Eysturoy var sett við síðuna av yndisliga sovandi Jeppa hjá Jóhan Martini. Nú stendur bringumyndin av Janusi Kamban hjá Hans Paula Olsen á hesum stað, hon er fín, men gevur hesum partinum av framsýningini øðrvísi heteronormativan dám. Tað er spell, tí hitt perspektivið var øðrvísi áðhugavert og meira progressivt. Eg sakni yvirhøvur eina fríari, meira spælandi og tíðarbæra tilgongd har samansetingar av gomlum og nýggjum verkum geva nýggjar og øðrvísi upplivingar. Tað einasta, sum kemur ordiliga óvæntað á er, at tekstilinstallatiónin hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir er sett saman við fjallaabstraktiónunum hjá Bárði Jákupsson. Tað er eitt sindur stuttligt og dregur fram tað nátturukenda í verkinum hjá Aldu og tað abstrakta hjá Bárði.

Pyramidan við abstraktum málningum er frálíka vøkur og sterk við sera góðum verkum eftir Ingálv av Reyni, Rannvá Kunoy, Hansinu iversen og Jens Dam Ziska. Hetta riggar avbera væl og er gjørt við ansi fyri teirri stóru framgongd, sum abstrakta málningalistin hevur verið fyri í Føroyum í hesari øldini. Tíverri verður upplivingin fyri ein part órógvað av stóru standmyndini hjá Ole Wich, 3D Dímun frá 2009 og tað er til bága fyri øll verkini. Tað ber illa til at síggja tann stóra Speaking in Tongues málningin hjá Hansinu Iversen uttan, at partar frá standmyndini sníkja seg inn um sjónarringin.

Í hinari pyramiduni er framsýningin eitt sindur meira luftig eftir at tann stóra ljóðstandmyndin Whale-War eftir Edward Fuglø er farin út, men stóru málningarnir hjá Tróndi Patursson síggja framvegis eitt sindur kroystir út – teir krevja veruliga pláss og sjálvandi er tað ikki uttan avbjóðingar at fáa verk hjá so nógvum og so ymiskum listafólkum at fungera saman. Núverandi uppheinging av verkum hjá Anker Mortensen og Edward Fuglø er í hvussu er betri, ljósari, lættari og meira poetisk. Forskjótingin av lomvigaeggjarmálninginum hjá Edwardi Fuglø út í gongina gevur framsýningarupplivingini eitt óvæntað brá, tá tú hyggur út úr pyramiduni. Í glasstovuni út til viðarlundina eru verk hjá Guðrið Poulsen og Jón Sonna Jensen í eini staðseting, sum er væl gjøgnumhugsað - kanska ov væl, tí verkini fáa eitt næstan innanduraarkitektoniskt brá. Innast í horninum hongur okkurt hjá Titu Vinther og tað er alt ov lítið gjørt burturúr einum høvuðspersóni í føroyskari listasøgu. Hon skuldi fingið nógn betur pláss við síni slóðbrótandi list eins og Ruth Smith, ið hevur fingið ein heilan kliva og tað er gott – Steffan Danielsen og Tummas Arge/ Tommy hava somuleiðis fingið hóskandi pláss, men hvar er tann fantastiski guli málningurin hjá honum, Útsýni úr Hoyvíksgarði (1975)? Tað er eitt høvuðsverk, sum altíð eigur at vera framsýnt í Listasavninum – tað sama er galdandi fyri Gráan morgun hjá Ingálvi av Reyni, men eg haldi, at hetta verkið í løtuni verður bøtt, kanska er tað sama galdandi fyri onnur verk - eisini hjá Ingálvi – hansara fína várliga interiørmynd strálar nýrestaurerað ímóti áskoðaranum har tað hongur.

Samtíðarlistin er sum heild væl skipað við framúr verkum hjá Hanna Bjartalíð, Silju Strøm, Randi Samsonsen og Jens Dam Ziska og sjálvt um málningurin hjá síðstnevnda riggar ómetaliga væl í selskapinum, so fyllir hann ósamsvarandi nógv. Í staðin kundi eitt verk sum Frí náttúrulýsing (1993) hjá Zacharias Heinesen hingið har – eisini eitt forevergreen høvuðsverk í Listasavni Føroya. Heklaða standmyndin hjá Randi Samsonsen, When will you come to see you like I do? (2022) stendur eitt sindur fyri seg sjálva og sær út sum um hon er dottin niður av mánanum og tað hevur okkurt við hennara tilvitaða klombruta estetikk at gera, men eg haldi, at mann kundi gjørt eitt sindur burtur úr hennara umhvørvi. Tílík verk, sum eru partar av eini installatión, eru ofta hugsað inn í eitt ávíst umhvørvi – hesar standmyndir vóru upprunaliga framsýndar í Miklagarði í SMS. Tá standmyndirnar seinni vóru framsýndar í Listasavninum, vóru veggirnir málaðir gulir. Tað hevði riggað væl við gulari bakgrund og t.d. við nøkrum av hennara bundnu verkum hangandi uppiyvir.

Tað var tíðliga í vár, at Listasavn Føroya bjóðaði innar at síggja nýggju føstu framsýningina. Eg havi verið nakrar ferðir og upplivað ymiskar broytingar og tá eg vitjaði á Listasavninum í hesari vikuni - nú heystið er komið og reiðiliga - væntaði eg satt at siga at uppliva framsýningina fullførda, men tað er hon ikki heilt, tí skelti og frágreiðingar mangla. Somuleiðis vantar miðlan um nýskipanina á heimasíðuni. Tílíkt hevur týdning, tí tað sigur nakað um kós og sjónarmið, ið hava avgerandi týdning í einari nýggjari pallseting og presentatión av teimum á leið 2800 verkunum í okkara tjóðarlistasavni og nei; pláss er ikki fyri øllum hesum verkum í framsýningini, verri enn so og tí vísa skiftandi framsýningar skiftandi raðfestingar, ið siga nakað týðandi um okkara samtíð.

Upplatingartíðir:

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. oktobur
Mánadag - sunnudag kl. 11 - 17

Tíðarskeiðið 1. novembur - 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.
Týsdag og mikudag er stongt.

av heimasíðuni hjá listasavni føroya

portrettveggur

Flora heilmann

Alda Mohr Eyðunardóttir - Bárður Jákupsson

hansina iversen

jens dam ziska

janus kamban - jóhan martin christiansen

anker mortensen

steffan danielsen

Hanni bjartalíð

ingálvur av reyni

guðrið poulsen

Edward fuglø

Sigrun gunnarsdóttir o.o.

Kinna Poulsen

Listasavn Føroya – a new presentation

A terrible racket of knocking, drilling, and hammering disrupts the blissful peace that usually reigns in Viðarlundin (the plantation) in Tórshavn. Walking up there, we notice that the noise is coming from the old part of the Art Museum which is currently more or less dismantled while being rebuilt from the inside. The ducks in the pond couldn't care less—they waddle along at their usual pace and have already grown accustomed to the noise, because the old Listaskálin is a major construction site, but the Art Museum remains open.

Two years have passed since Solveig Hanusardóttir Olsen was appointed director of the National Gallery of the Faroe Islands (Listasavn Føroya), so the time has now come for her vision of a contemporary presentation of Faroese art to become a reality. And it can be said right away that this new exhibition is better than the previous one, which was curated by the former director of the Art Museum, Karina Lykke Grand. Back then, she managed to double the amount of exhibited works and increase the representation of female artists, which made many people happy as it brought something new to the museum context.

From this perspective here at Listaportalurin, however, the words were not kind regarding the odd categorization of Faroese art, which was presented under headings such as ocean, landscape, animals, portrait, body, etc.—it felt like an immensely simplified and essentially reductive filter placed over Faroese art history. The Art Museum is already limited enough both geographically and temporally, given that the museum exclusively displays Faroese visual art—after all, Faroese art history does not truly gain momentum until the 20th century. Furthermore, the museum is varying in quality. To someone who has visited virtually every art exhibition held around here over the last thirty years, it seems tragically clear that the best Faroese artworks from this century are not in the Art Museum, but mostly in the homes of private collectors. This applies to works by, for instance, Torbjørn Olsen, Zacharias Heinesen, Rannvá Kunoy, Marius Olsen, Hansina Iversen, and several others—part of the problem stems from the Art War (Listastríðið), when the acquisition of works from, for example, the (autumn exhibition) breakaways stopped. The Art Museum is also struggling with the problem of housing works that were never, and will never be, good enough to be exhibited there. None of this can be blamed on the current management or staff at the Gallery, but they could nevertheless update the website and throw the demeaning thematic interpretation of Faroese art history into the sea of oblivion where it belongs (and, in the same vein, replace the illustration labelled as textile, since Janus Kamban’s graphic work is obviously not textile).

In the new permanent exhibition at the Listasavn Føroya, the artist Sámal Joensen Mikines has his traditional, prominent position, which he has earned through his role as a founding figure – he alone occupies the entire first big room called “the first pyramid”, and his major work Back from the Funeral hangs where it should. I am not personally a fan of the nationalist/ethnic paintings depicting Faroese dancing and whaling, but they are not badly painted, and quality is of paramount importance when it comes to an institution as fundamental as the National art museum of the Faroe Islands.

To be honest, there is far too little awareness of artistic quality in many parts of Faroese society today. It is all too common to see poor works and copies presented as genuine art – even by galleries and institutions that ought to know better than to support what is, in reality, a form of theft. This happens, for example, when banks and other workplaces give gifts. Just this week, a woman who had worked at Føroya Banki for forty years was photographed with a painting that was quite clearly a copy of Hansina Iversen’s distinctive style.

There are fewer portraits in the new exhibition, but they are still hung more or less in the same manner as they were in a so-called salon-style hanging, which is amusing but does not give individual works by Ruth Smith, Tommy Arge and Torbjørn Olsen enough space. The overall level of quality, however, seems much better and more assured than it used to be in the permanent exhibition, where the artworks seem to be treated with interest, respect and care.

In the corridor, feminist perspectives are cautiously introduced through watercolours by the pioneering artist Bergithe Johannesen, as well as a charming little painting of buttercups by another female pioneer, Danish artist Flora Heilmann. This cautiousness may be a matter of temperament, but artistically the exhibition would have been more exciting if the juxtapositions had been a little bolder. One could, for example, have placed Flora Heilmann’s painting of buttercups right next to Mikines’s funeral painting and, through a dramatic leap in scale, challenged the traditional heroic, masculine narrative and introduced other perspectives.

The same applies to the graphic art further along the corridor, which is presented in a very traditional manner with printing plates by Elinborg Lützen. They are not necessary in order to understand what a fantastic artist she was – the space could instead have been used for artworks, perhaps a plaster sculpture by Jóhan Martin Christiansen?

Graphic art is still somewhat underrepresented at the National Gallery, considering all the outstanding works that have seen the light of day at Steinprent over the years. Of course, space at the art museum is quite limited, but still. There are two fine prints by Tóroddur Poulsen and a good 1990s work by Øssur Johannesen, and four new prints from Jóhan Martin Christiansen’s Jeppe Sleeping series have been allowed to spread out in the graphic-art corridor between older works by Janus Kamban and Hans Pauli Olsen.

When I experienced the exhibition in the spring, this section opened up new and more modern perspectives when Janus Kamban’s beautiful bust of Fraser Eysturoy was placed next to Jóhan Martin’s lovely sleeping Jeppe. Now Janus Kamban’s bust of Hans Pauli Olsen occupies that spot. It is a fine work, but it gives this part of the exhibition a different, heteronormative character. That is a shame, because the other perspective was more interesting and more progressive. I miss a freer, more playful and contemporary approach, in which juxtapositions of old and new works create new and surprising experiences. The only thing that comes as a unexpected combination is Alda Mohr Eyðunardóttir’s (b.1997) textile installation placed alongside Bárður Jákupsson’s (b.1943) mountain abstractions. It is somewhat amusing and brings out the natural qualities of Alda’s work and the abstract qualities of Bárður’s.

The pyramid of abstract paintings is exceptionally beautiful and strong, with very good works by Ingálvur av Reyni, Rannvá Kunoy, Hansina Iversen and Jens Dam Ziska. This works extremely well and is done with an awareness of the great progress abstract painting has made in the Faroe Islands during this century.

Unfortunately, the experience is partly disrupted by Ole Wich’s large sculpture 3D Dímun from 2009. It is a disadvantage for all the works. It is difficult to look at Hansina Iversen’s large Speaking in Tongues painting without parts of the sculpture intruding into your field of vision.

In the other pyramid, the exhibition feels somewhat airier now that Edward Fuglø’s large sound sculpture Whale-War has been removed, but Tróndur Patursson’s large paintings still look somewhat cramped – they really require space. And of course, it is no small challenge to make works by so many different artists function together. The current hanging of works by Anker Mortensen and Edward Fuglø is better: brighter, lighter and more poetic. Moving Edward Fuglø’s painting of a big guillemot egg out into the corridor gives the exhibition an unexpected quality when you look out from the pyramid. In the glass room overlooking the plantation, works by Guðrið Poulsen and Jón Sonni Jensen are placed in a setting that is very well thought through – perhaps too well thought through, because the works take on an almost interior-architectural quality. Deep in the corner hangs something by Tita Vinther, and far too little has been made of one of the key figures in Faroese art history. She should have been given much more space for her groundbreaking art, just as Ruth Smith has been given an entire room – and rightly so. Steffan Danielsen and Tommy Arge have likewise been given appropriate space, but where is Tommy Arge’s yellow painting View from Hoyvíksgarður (1975)? It is a major work that should always be on display at the National Gallery. The same applies to Grey Morning by Ingálvur av Reyni, although I believe that work is currently being restored, perhaps along with other works – including some by Ingálvur. His fine springtime interior is radiant in its newly restored state.

Contemporary art is, on the whole, well organised, with fine works by Hanna Bjartalíð, Silja Strøm, Randi Samsonsen and Jens Dam Ziska. Although the latter’s painting works exceptionally well in its company, it takes up disproportionately much space. Instead, a work such as Free Nature Description (1993) by Zacharias Heinesen could have hung there – another evergreen masterpiece in the National Gallery of the Faroe Islands. Randi Samsonsen’s crocheted sculpture When will you come to see you like I do? (2022) stands somewhat by itself and looks as though it has fallen down from the moon. This has something to do with its deliberately clumsy aesthetic, but I think a little more could have been made of its surroundings. Works like these, which are parts of an installation, are often conceived for a particular environment. These sculptures were originally exhibited at the supermarket Miklagarður in SMS. When the sculptures were later exhibited at the National Gallery, the walls were painted yellow. A yellow background could have worked well, perhaps with some of her knitted works hanging above it.

It was early in the spring that the National Gallery of the Faroe Islands invited visitors in to see the new permanent exhibition. I have been several times and experienced various changes, and when I visited the Gallery this week – now that autumn has properly arrived – I honestly expected to experience the exhibition in its finished form. But it is not quite finished, because labels and explanatory texts are missing. There is also a lack of information about the reorganisation on the website. Such things matter, because they say something about the direction and perspectives that are crucial when creating a new presentation and interpretation of the approximately 2,800 works of Faroese art in our national art collection. And no: there is not room for all of these works in the exhibition, far from it. That is precisely why the changing exhibitions present changing priorities, and those priorities say something important about our present time.

Kinna Poulsen