SEXAGINTA Hansina Iversen í Steinprenti

Fríggjadagin letur SEXAGINTA upp í Steinprenti. Sermerkta latínska framsýningarheitið SEXAGINTA merkir trýss og er heitið á seksti ára føðingardagsframsýningini hjá Hansinu Iversen, sum kann upplivast á tveimum hæddum í Steinprenti.

Í erva hongur ein framsýning við denti á málningar, meðan grafikkurin fyllir gallaríið niðriundir. Hansina Iversen hevur verið virkin listakvinna í meira enn tríati ár og tey flestu sambinda hana við abstrakta málningalist. Men hon er eisini grafisk listakvinna, sum hevur gjørt útivið hundrað prent í Steinprenti. Fleiri teirra, ið teljast sum høvuðsverk í samlaðu framleiðsluni í Steinprenti, verða við á framsýningini.

Hansina hevur gjøgnum árini ment ein serstakan grafiskan stíl, sum hevur ávirkað myndamálið í hennara málningum við støðugt meira samansettum bygnaði, har lag verður lagt oman á lag, júst sum við litografiskari tøkni, har hvør litur verður prentaður sær. Hinvegin kann mann eisini siga, at prentini í stóran mun hava verið ávirkað av málarínum við teimum somu orkumiklu málingastrokunum og einari sermerktari kolorismu, ið er eyðkend fyri listakvinnuna.

Tað er áhugavert at uppliva eitt so stórt úrval av hennara steinprentum sum vit hava høvið til á føðingardagsframsýningini. Tað elsta prentið er frá 1998 og tað nýggjasta er frá í ár – og munur er á teimum, men okkurt hava tey í felag kortini. Tey nógvu prentini fevna bæði tað einfalda og tað maksimala í vøkrum samansetingunum av málingastrokum, organiskum skapum og gjøgnumskygdum laveringum, sum flóta á myndaflatanum. Sjálvt um stílurin er eyðkendur, eru verkini fjølbroytt og tykjast lødd av einum áhaldandi vilja til at bróta upp úr nýggjum og gera okkurt annað enn tað upplagda. Verkini hjá Hansinu snúgva seg í stóran mun um ljós og samanhang, sum bæði sæst í einstøkum verkum og verkanna millum.

Hansina Iversen: SEXAGINTA letur upp í Steinprenti 11.september klokkan 16-18. Vælkomin!

On Friday, SEXAGINTA opens at Steinprent. The Latin exhibition title SEXAGINTA means sixty and is the title of Hansina Iversen's sixtieth birthday exhibition, which can be experienced on two floors of Steinprent.

Upstairs there´s an exhibition with emphasis on paintings, while graphic art fill the gallery below. Hansina Iversen has been working as an artist for more than thirty years and most people associate her with abstract painting. But she is also a graphic artist, who has created almost a hundred lithographic prints in Steinprent. Several of them, which are considered to be main works in the overall production of Steinprent, will be included in the exhibition.

Over the years, Hansina has developed a unique graphic style, which has influenced the visual language in her paintings with an increasingly complex structure, where layers are laid on top of layers, just like in lithographic technology, where each color is printed separately. However, it can also be said that the prints have been largely influenced by the painter with the same energetic strokes and a distinctive colorism that is characteristic of the artist.

It is interesting to experience such a large selection of her lithographs as we have the opportunity to at this birthday exhibition. The oldest print is from 1998 and the latest is from this year – and there are differences, but the works have something in common. The many prints include both the simple and the maximal in the beautiful combinations of paint strokes, organic shapes and transparent laverings that float on the surface of the picture. Although the style is distinctive, the works are diverse and seem charged by a persistent will to break new ground and do something else than the obvious. Hansina's works are largely about light and coherence, which can be seen both in individual works and between works.

Hansina Iversen: SEXAGINTA opens in Steinprent on September 11th at 4-6pm. Welcome!