Fríggjadagin 12.juni læt Summarframsýningin upp í Norðurlandaahúsinum. Har vóru nógv fólk og gott lag og udirritaða helt ferniseringsrøðu:
Vit hava glett okkum og nú er løtan komin, at vit sleppa at presentera okkara framsýning, fyri tykkum. Hon eitur Scherzo. Scherzo er eitt tónleikahugtak, sum á italskum merkir spott ella skemt – Scherzo var upprunaliga ein lættur og skjótur millumsatsur í einum størri tónleikaverki. Í 19.øld broyttist hetta spakuliga - hugtakið varð víðkað m.a. av Chopin til sjálvstøðug verk, ið kundu vera heldur døkkari í huglagi – melankolsk, merkt av longsli og vónloysi. Hóast Scherzo við bæði c og z ljóðar ógvuliga fremmant fyri okkum, er tað nú heitið á eini føroyskari samtíðarlistaframsýning. Vit hava lænt heitið frá eini yrking, sum føroyski yrkjarin Bergliot Heinesen skrivaði til danska tíðarritið Vild Hvede (Hvedekorn) í 1939. Hon var partur av einari danskari yrkingaantologi, sum Asger Schnack læt geva út í 1996 og í 2000 stóð brot úr yrkingini sum fororð í yrkingasavninum Blóðroyndir hjá Tóroddi Poulsen.
Yrkingin, Scherzo, sum bæði kann lesast og hoyrast á framsýningini, er surrealistisk og snýr sig millum annað um eina umskapan, har ein kvinna verður til eina uglu. Uglan umboðar vanliga tað rationella og vísindaliga, men verður í yrkingini sett í samband við okkurt vilt og vitleyst. Bæði umskapanin og intensa huglagið í yrkingini eru eyðkend fyri surrealismuna, ið sum kunnugt var ein modernistisk rørsla í 20. øld, har støði var tikið í dreymum og gjørt var upp við veruleikans fysisku avmarkingar.
Sum kurator kanst tú stinga út í kortið – tú kanst hóma, halda og vóna, men tú kanst ikki vita hvussu einstøku framsýningarverkini ella samlaða heildin fer at síggja út. Ein kurator er eitt slag av søgusigara, sum við blindum makkara setir saman søgur, sum hon sjálv ikki kennir til fulnar. Opinleiki er av størsta týdningi og tað merkir bæði at vera opin fyri listini í sjálvum sær og fyri rákum í samtíðin. Men fyrst og fremst snýr tað seg um tað ítøkiliga, um karmarnar her í Norðurlandahúsinum og ynskið frá stovninum um eina summarframsýning við føroyskari samtíðarlist. Eg havi nýliga skrivað eina bók um samtíðarlist í Føroyum; hon eitur Í Eygnahædd. Har havi eg millum annað staðfest, at samtíðarlistin er fjølbroytt tøkniliga og innihaldsliga og at hon kann tykjast litrík, intens, vital, stuttlig, skroypilig, sterk, kvir, poetisk og politisk - hesi hugtøk havi eg brúkt sum okkurt slag av lyklaorðum í míni tilgongd í sambandi við Scherzo.
Bergliot Heinesen var lítlasystur kenda listamannin William Heinesen. Hon er lutfalsliga ókend – eg havi spurt meg fyri, men havi funnið ógvuliga fáar upplýsingar um eina kvinnu, ið var øðrvísi; møguliga ein sonevnd "boheme", sum fór til Keypmannahavnar, har hon millum annað fann vinfólk millum teir festligu surrealistarnar. Turið Sigurðardóttir hevur umsett Scherzo og skrivað um Bergliot í Varðanum, har hon eisini kemur inn á hvussu stóribeiggi William í brævi til vinmannin Jørgen Frantz ógvast um ta løgna, ódamuliga lyndi á Bergliot. Undir øllum umstøðum hevur Bergliot Heinesen latið eftir seg nakrar fáar, men sterkar yrkingar, sum skilja sig út bæði í føroyskum og donskum bókmentum.
Í framsýningini Scherzo brúka vit yrkingina sum eitt felags listaligt og poetiskt grundstøði, ið snýr seg um uppreistur, umskapan og tann neyðuga svíkjaran – um at mála uttan fyri strikurnar við stórum og at tosa eitt sindur ov hart. Yrkingin er skrivað í einum spentum tíðarskeiði, sum á mangan hátt minnir um tað, vit í løtuni uppliva í altjóða samfelagnum. Listin er nú sum tá sambærlig við ein stóran svamp, ið sýgur allar hendingar til sín og verður partur av sjálvum tíðarandanum. Í 1930'unum vendu surrealistarnir bakið til ta siðbundnu listina og royndu at finna ein djúpari listarligan sannleika í uppreistri og dreymum. Hvussu sannleikin um okkara egnu tíð fer at síggja út, vita vit ikki heilt, men vónandi er listaframsýningin Scherzo við til at geva okkum eina ábending. Real art has the capacity to make us nervous – tað helt Susan Sontag og eg vóni, at okkurt í hesari framsýning bjóðar áskoðaranum av, eggjar til umhugsan og brynjar okkum til at seta spurningar til status quo
Vælkomin til Scherzo her tit kunnu uppliva verk hjá Vár Samuelsen, SUPERVISIÓN; sum er Lív Mariu Róadóttir Jæger, Lasse Jæger. Randi Samsonsen, Dan Helga Helgason í Gong, Jóhan Martin Christiansen, Jens Dam Ziska, Silja Strøm og Hansina Iversen. Vegna listafólkini og meg sjálva takki eg Norðurlandahúsinum fyri gott samstarv og so vil eg eisini gjarna takka Gunn Hernes fyri árini og fyri, at hon takkar av við føroysku samtíðarlistini, sum er so rík í hesum árum.
Kinna Poulsen