Randi Ward hevur fingið The Cliff Becker Book Prize in Translation fyri týðingina The Biological Composition of a Drop of Seawater is Reminiscent of the Blood in My Veins eftir Kim Simonsen.
Forlagið White Pine Press í New York State útgeva bókina í november. Virðislønin varð stovnað í 2011 til minnis um Cliff Becker, hann var bókmentaleiðari á National Endowment for the Arts (NEA). Virðislønin stuðlar hvørt ár útgávuni av einum tvímæltum yrkingasavni í enskari umseting hjá White Pine Press.
Í ár er tað týðingin hjá Randi Ward, sum fær virðislønina. Randi Ward hevur í fleiri ár týtt føroyskar bókmentir til enskt, og nú koma føroyskar yrkingar aftur til amerikanskar lesarar gjøgnum hennara týðingar.
Cliff Becker helt, at týðing er eitt neyðugt samband millum lesarar, mál og mentanir: “Týðing er miðilin, ið gevur amerikanskum lesarum betri atgongd til heimin. Við at geva okkum so beinleiðis samband sum gjørligt við persónligu røddina hjá høvundinum letur umsetingin upp ein glugga inn í hjartað á einari mentan”.
Cliff Becker (1964–2005) víðkaði stuðulin til einstakar týðarar og var við til at menna NEA Literature Translation Initiative. Eftir hann doyði stovnaði familjan, Cliff Becker Endowment for the Literary Arts. Endamálið er at bera víðari hansara sannføring um, at bókmentir og týðing skulu røkka lesarunum, óheft av marknaðinum og politiskum broytingum. White Pine Press gevur út bókina, ið fær virðislønina.
Yrkjarin og forleggjarin Dennis Maloney stovnaði forlagið, hann var við á Altjóða Bókmentafestivalinum í Føroyum í 2026. Tað hevur stóran týdning, at White Pine Press nú fer at geva amerikanskum lesarum eina týðing úr føroyskum.
Á bakpermuni til The Biological Composition of a Drop of Seawater is Reminiscent of the Blood in My Veins málber amerikanski rithøvundurin Christopher Merrill seg soleiðis um bókina: “Við ásannanini hjá Anaximander um, at ‘alt, ið doyr, vendir aftur til tað frumevnið, sum tað spratt úr’ skapar Kim Simonsen eina stórbæra meditatión um havið, sæð gjøgnum deyðan hjá siglandi pápanum. Føroyski yrkjarin, kuratorurin og granskarin hevur snildisliga bundið saman gerandisligar smálutir, broytingar í veðrinum og rørslur í havinum við størri tilveruligar spurningar, á einum máli, ið bæði er knapt og miskunnarleyst. Í náttúrunnar ringrásum skapar hann ‘søguna um aldurnar og náttina.’ Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av sjógvi minnir um blóðið í mínum æðrum er ikki bara eitt strálandi íkast til visdómsbókmentirnar, men eisini ein nýggjur máti at lesa landslagið og havið í okkara egna lívi.” Hetta er fjórðu ferð Randi Ward vinnir virðislønir fyri at týða føroyskar bókmentir til enskt.