Nú fríggjadagin 6.november lata tvær áhugaverdar framsýningar upp í ávikavist Steinprenti og Listasavni Føroya. Klokkan 15 letur framsýningin I Don't Hear The Ghosts, But I Can Hear Them Listening In við nýggjum verkum hjá Silju Strøm upp í Steinprenti og klokkan 16 letur nýggja fasta framsýningin á Listasavni Føroya upp.
Føroysk myndlist í nýggjum ljósi
Fasta framsýningin á Listasavni Føroya er hongd upp av nýggjum, og tað vilja vit fegin hátíðarhalda saman við tykkum.
Úr samlingini, sum telur umleið 3.000 listaverk, eru umleið 170 verk vald út og sett saman av nýggjum. Kend verk hava fingið nýggjar grannar, onnur verk eru komin fram í ljósið, og nýggj sambond tvørtur um tíð og ættarlið eru vorðin sjónlig.
Fríggjadagin 6. november kl. 16–19 bjóða vit til fernisering.
Kl. 16 bjóðar Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri, vælkomin og greiðir frá tankunum og arbeiðinum aftan fyri nýggju uppheingingina.
Kl. 17 verður ein stutt rundvísing í framsýningini. Harumframt verður tónleikur og ábit. Øll eru hjartaliga vælkomin.