Kenslulandslag

Í summar læt framsýningin, Kenslulandslag hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir og Helene Nymann upp á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Av sjúkuávum hevur ikki eydnast mær at síggja framsýningina fyrr enn nú, men við tað, at hon verður hangandi til 24.januar, nái eg akkurát at skriva eitt ummæli. Samansetta framsýningarheitið er bæði poetiskt og turrisligt og so mikið breitt, at tað eyðvitað kundi verið nýtt um allan tjóðskaparromantikk og landslagslist yvirhøvur og tí er gott, at fyribrigdið verður neyvari lýst í kataloginum. Tað er listfrøðingurin, Anna Vestergaard Jørgensen, sum fyrimyndarliga greitt lýsir tað sonevnda affektiva landslagið og hvussu eitt tílíkt fevnir bæði tað privata og politiska økið.

Danska listakvinnan, Helene Nymann (f.1982), ið er granskari og myndlistakvinna, kannar við sínum verkum minnið við neurologiskum, jarðfrøðiligum og mentanarligum atliti og setir í síni verkrøð Future ContinuOnus spurningin: “Hvat minnist tú, sum tú ynskir, at framtíðin skal minnast?“. Áskoðarar hava svarað og vit síggja nøkur av svarunum, sum verða víst saman við filmaðum myndum av Norðurbryggjuni og økinum rundanum umframt einum landakorti í interaktiva videoverkinum. Future ContinuOnus byrjaði í 2023 og er ein staðspesifikk verkrøð, ið verður lagað til tey ymisku framsýningarstøðini. Hin listakvinnan, Alda Mohr Eyðunardóttir (f.1997) er úr Havn og búsett í Keypmannahavn, har hon var liðugt útbúgvin á Kunstakademinum í fjør. Hon hevur longu gjørt um seg listaliga, hevur tikið lut á fleiri framsýningum úti og heima og er eisini umboðað í Listasavni Føroya. Sjálvt um listakvinnurnar ikki eru púra javngamlar eru tær á hvønn sín hátt eyðkennilig umboð fyri tað unga ættarliðið av listafólkum við sínum at síggja til umhugsnu og vinsælu mannagongdum, ið spyrja spurningar uttan at vænta svar, har kritikkurin býr í sjálvum spurninginum.

Eg havi upplivað verkið, Dráttir hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir áður, tá tað var framsýnt sum partur av Afgang 25 í Kunsthal Charlottenborg og varð tá serliga rørd av at hoyra mítt egna móðurmál mitt í donsku listamaktini, har Kongaliga Danska Kunstakademiið hevur verið staðsett síðan tað var stovnað fyri 272 árum síðan. Sama stað, har Sámal Joensen Mikines debuteraði í Danmark á Várframsýningini fyri skjótt hundrað árum síðan. Verkið Dráttir er ein videoinstallatión í fleiri pørtum við ljóði og talu. Eitt verk, sum fyllir bæði ítøkiliga og innihaldsliga og er grundað á samskifti ella vantandi samskifti viðvíkjandi abort í Føroyum. Til hesa nýggju uppsetingina á Norðurbryggjuni er okkurt tilfar lagt aftrat úr ull og við plantum, ið var áhugavert, men í myrkrinum í framsýningarhølinum er verkið framvegis á at líta fyrst og fremst sum videoverk við teimum frásagnarligu styrkjum og tilfarsligu veikleikum, ið kunnu ímerkja videolistina. Kenslulandslag verður presenterað sum eitt listaligt samskifti millum eina danska og eina føroyska listakvinnu. Eg skilji væl samansetingina, sum formliga kanska tykist meira uppløgd enn hon í roynd og veru er. Hetta tí verkini hava sera ymislig útgangsstøði í ávikavist globalum og nationalum spurningum.

Innihaldsliga er Dráttir eitt áhugavert, feministiskt, politiskt og fleirræddað verk. Vit hoyra brot úr samrøðum millum listakvinnuna, filmsleikstjóran Mariu Guldbrandsø Tórgarð og Turið Nolsøe granskara. Hesar samrøður eru sum nevnt á føroyskum og hjá áskoðaranum, sum ikki skilir málið er tískil neyðugt at leita sær inn í verkið hinumegin plexiplátuna, har enska týðingin er at síggja. Hesin samskiftisligi trekleikin er tað mest áhugaverda við verkinum. Tað haldi eg framvegis, hóast verkið hevur betri pláss at breiða seg í flottu uppsetingini á Norðurbryggjuni, ið veruliga hóskar til monumentala/arroganta yvirbráið á verkinum. Tað er áhugavert við einum verki, sum viðger eitt føroyskt evni á danskari grund á ein hátt, ið ger vart við at fatanin hjá einum ikki-føroyskum áskoðara er avmarkað.

Verkið er veruliga sjáldsamt í so máta. Vanliga eru vit føroyingar altíð ovurhonds til reiðar at laga okkum til samskiftisstøðuna, at tosa enskt, at tosa svenskt ella bara danskt alt meðan vit eru um at snara høvdini av nakkanum av berum beinasemi. Men tá tann fúsi føroyski samtíðarlistmiðlarin ein penan dag stendur á Norðurbryggjuni og greiðir frá um alt tað nýggja og modernaða, hendir tað, at hon kemur til at hyggja út yvir áhoyrararnar, móttakararnar og fær tann tanka, at tey líka so væl vildu hoyrt um føroyska list í gomlum døgum, um William og Mikines, um føroyalist og tað einfalda, sum var til fyrr. Tað kundi mann eisini gjørt og møguliga á føroyskum eins og Aki-Mathilda Høegh-Dam, sum í 2023 helt sína fyrstu røðu á Fólkatingi á grønlendskum og tað púra uttan at spyrja IOC um loyvi. Sum er tykist ikki lætt hjá undirskipaðu pørtunum av ríkisfelagsskapinum at fáa danska almenningin at geva føroysku listini ans á jøvnum føti við danska og altjóða list. Mong ár eru liðin síðan eitt føroyskt listafólk hevði eitt veruligt gjøgnumbrot í Danmark. Tað var undir krígnum, tá Mikines, fullur av heimlongsli fann uppá grindadrápsmálningasjangruna sum okkurt slag av tjóðskaparromantiskum, eksotiskum bardagamálningum. Tá vóru allir danskir ummælarar upp í loft um tann autentiska føroyingin - tað eru á leið fýrs ár síðani.

Dráttir eftir Aldu Mohr Eyðunardóttir er eitt samfelagskritiskt verk, sum í stóran mun snýr seg um geografiska plasering, altso staðið, har verkið verður framsýnt og um  støðuna hjá móttakaranum bæði ítøkiliga og málsliga/tjóðarliga. Uttan móttakaran var eyðvitað eingin orsøk hjá listafólkinum at skapa ella hjá ummælarum at meta um. Sum ummælari kanst tú jú meta um avvarðandi verk og blanda annað uppí, sum hevur týdning. Tá listastríð valdar, má støða takast til avvarðandi stovn, til leiðsluna av hesum stovni og hvørt listaliga hugsanin er nóg visioner, um listaliga tilfeingið; tað, sum finst av aktørum og tilfari verður nýtt á skilabestan hátt. Tað er sjáldnari at vit meta um móttakaran, men í veruleikanum hevur móttakarin rættiliga stóran týdning fyri fatanina av t.d. verkinum Dráttir. Undirritaði móttakari/ummælari skal taka í egnan barm og viðganga, at flestu reglurnar vóru brúktar um føroysk viðurskifti, lat meg nýta høvi til eisini at viðmæla vøkru framsýningina uppiá í Norðurbryggjuni; Daamani við gomlum fotomyndum hjá Arkaluk Bianco úr Eysturgrønlandi. Talan er um gerandisligar, inniligar og fullkomiliga óeksotiskar myndir, sum Mette Sandbye hevur skrivað eina fína grein um í kataloginum við fleiri áhugaverdum hugleiðingum og myndum – katalogið fæst ókeypis á Norðurbryggjuni.

Kinna Poulsen

alda mohr eyðunardóttir

 

alda mohr eyðunardóttir - helene nymann

Helene nymann

alda mohr eyðunardóttir