Einaferð tíðini høvdu tey fyri í útvarpinum at gita mentanarvirðislønir og eg var onkuntíð í studio og gitti tó, at eg ikki á nakran hátt skari framúr innan hesa disciplin. Eg giti skeivt hvørja einastu ferð og havi eitt nú í fleiri ár verið sannførd um, at ávikavíst Carl Jóhan Jensen, Eivør Pálsdóttir og Hans Pauli Olsen fóru at vinna henda stóra heiður. Tað fara tey kanska eisini onkran penan dag um livst. Eitt er vist, at mítt æviga feilgitarí einki tekur frá veruligu virðislønarmóttakarunum, men er í roynd og veru grundað á ríkidømið, sum er okkara alra; øll hesu mongu fínu listafólkini, vit eiga innan øll listasløg. Og tí er tað ein fragd, tá nøvnini verða avdúkað og mann hugsar: ája, sjálvandi skal hon ella hann heiðrast. Tað er somuleiðis ein gleði á hvørjum ári at tendra og uppliva sjónvarpssendingina, tá hátíðarhaldið verður varpað út - hesa ferð úr Messuni í Sørvági og sum vanligt var nógv lagt fyri til tess at fáa løtuna góða við lokalum ískoyti. Í fjør gekk táverandi landsstýrismaður og mól á Eiði meðan hann rósti vøkru bygdini og í ár gekk núverandi mentamálaráðharrin, Bárður á Lakjuni og rósti Sørvágs bygd. Tað er sjálvandi áhugavert at hoyra um ymsu støðini, men ansast má eftir, at hesi filmsbrot ikki gerast ov drúgv og panegyrisk. Tá fer tað at minna ov nógv um ferðafólkareklamur og tá eru vit komin eitt nokk so fitt petti frá listini. Listaligar framførslur eru hinvegin góðar og kundu fyri mær fyllt enn meir og við enn størri listaligum fjølbroytni eisini við dansi, performance, poesi osfr.
Tað var sum kunnugt Gunnvá Zachariasen, leiklistakvinna, sum í ár fekk væl uppiborna Mentanarvirðisløn landsins sum tøkk og viðurkenning fyri stóra stóra íkast í leiklistina. Vit hava upplivað Gunnvá í einari ørgrynnu av leikum t.d. Upphav, Romeo og Juliu, Stovugenturnar og annað mangt. “Fyri sítt ótroyttiliga og dygdargóða arbeiði sum yrkissjónleikari og fyri at lyfta føroysku leiklistina upp á hægstu tindar fær Gunnvá Zachariasen Mentanarvirðisløn landsins 2026”. Tað hitaði eisini hjartað á einum gomlum kórsangara, at Kári Bæk, tónaskald, tónleikari og kórleiðari fekk Heiðursgávu landsins - hann hevur eitt nú skapt kórtónleik við varandi virði: “Kári Bæk hevur við sínum drúgva og fjølbroytta virksemi sett djúp spor í føroyska tónleikasøgu. Við høgum listarligum málsetningum, stórum eldhuga og áhaldandi arbeiði hevur hann gingið á odda í menningini av føroyskum kórsangi og klassiskum tónleiki. Fyri framúrskarandi arbeiðið tónleikinum og kórsanginum at frama fær Kári Bæk Heiðursgávu landsins 2026...” Virðislønina til ungt listafólk fekk dugnaligi Eli Tausen á Lava, tónaskald "Fyri sítt nýskapandi íkast til føroyskan tónleik sum tónaskald, framleiðari, klaverleikari og elektroniskur tónleikari fær Eli Tausen á Lava Virðisløn til ungt listafólk 2026 “. Til tess at fáa sømdargávu skal listafólkið hava útint listarligt avrik, ið verður mett at hava týdning fyri samtíð og framtíð. Tað hevur Sigrun Gunnarsdóttir, myndlistakvinna, hon fekk eisini Mentanarvirðisløn landsins í 2020. Hiðani av Listaportalinum verður ynskt øllum virðislønarmóttakarum hjartaliga til lukku.
Góða siðvenjan av lata Mentanarvirðisløn Landsins byrjaði í 1998. Tá var Signar á Brúnni mentamálaráðharri og Regin Dahl var virðislønarmóttakari og virðislønin var tá sum nú 150.000 krónur. Tann “stóra” mentanarvirðislønin er harvið ikki hækkað ella á nakran hátt prístalsregulerað eina einastu ferð í skjótt tríati ár, tað mugu vit gera, skal virðislønin framhaldandi hava ta tign og virðing, sum okkara listafólk hava uppiborið.
Mentanarvirðisløn landsins verður givin sambært lóg:
§ 8.
Landsstýrismaðurin veitir eftir tilmæli frá nevndini heiðursgávu, nevnd Mentanarvirðisløn Landsins, at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.
Stk. 2. Bert listarlig eyðkenni kunnu galda sum metingarstøði fyri arbeiðið hjá nevndini. Til tess at kunna fáa Mentanarvirðisløn Landsins skal virðislønarevnið hava skapað listaverk á høgum støði.
Heiðursgáva landsins verður latin sambært grein í Kunngerð um stuðul til mentan og list:
§ 9. Landsstýrismaðurin veitir eftir tilmæli frá nevndini heiðursgávu, nevnd Heiðursgáva Landsins.
Stk. 2. Til tess at fáa Heiðursgávu Landsins skal virðislønarevnið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
Stk. 3. Aðrar heiðursgávur kunnu eftir landsstýrismansins egnu avgerð latast listafólki, mentafólki ella felagsskapi.
Hesar heiðurslønirnar verða givnar uttan umsókn, sum ein viðurkenning av føroyskum listafólki.
Móttakarar
Mentanarvirðisløn landsins 150.000 krónur
2026 – Gunnvá Zachariasen
2025 – Bárður Oskarsson
2024 – Hanni Bjartalíð
2023 – Teitur Lassen
2022 – Hansina Iversen
2021 – Olaf Johannessen
2020 – Sigrun Gunnarsdóttir
2019 – Hanus G. Johansen
2018 – Bárður Jákupsson
2017 – Barbara í Gongini
2016 - Rúni Brattaberg
2015 - Annika Hoydal
2014 - Tórbjørn Olsen
2013 - Tróndur Patursson
2012 - Tóroddur Poulsen
2011 - Jóanes Nielsen
2010 - Sunleif Rasmussen
2009 - Kári Leivsson (Kári P.)
2008 - Ebba Hentze
2006 - Zacharias Heinesen
2005 - Tita Vinther
2004 - Ongin virðisløn latin
2003 - Hanus Kamban
2002 - Gunnar Hoydal
2001 - Eyðun Johannessen
2000 - Ingálvur av Reyni
1999 - Jens Pauli Heinesen
1998 - Regin Dahl
Heiðursgáva landsins 75.000 krónur
2026 – Kári Bæk
2025 – Kinna Poulsen
2024 – Randi Ward
2023 – Eilif Samuelsen
2022 – Guðrið Poulsen
2021 – Guðrun & Guðrun
2020 – Ósbjørn Jacobsen
2019 – Simme Arge Jacobsen
2018 – Astrid Andreasen
2017 – Frits Johannesen
2016 – Steinprent
2015 – Jákup Pauli Gregoriussen
2014 - Tey av Kamarinum
2013 - Árni Dahl
2012 - Marianne Clausen
2011 - Kristian Blak
2010 - Jonhard Mikkelsen
2009 - Laura Joensen
2008 - Martin Tórgarð
2007 - eingin heiðursgáva latin
2006 - Jógvan Isaksen
2005 - Emil Juul Thomsen
2004 - eingin heiðursgáva latin
2003 - Ólavur Hátún
2002 - Axel Tórgarð
2001 - Fuglafjarðar Sjónleikarafelag
Virðislønin til ungt listafólk 50.000 kr.
2026 – Eli Tausen á Lava
2025 – Lea Kampmann
2024 – Beinir Bergsson
2022 - Alda Mohr Eyðunardóttir
2021 – Eingin virðisløn latin
2020 – Eingin virðisløn latin
2019 – Eingin virðisløn latin
2018 – Búi Rouch, dansari
2017 – Konni Kass
2016 - Anna Malan Jógvansdóttir
2015 - Andrias Høgenni
2014 - Mathias Kapnas
2013 - Trygvi Danielsen
2012 - Silja Strøm
2011 - Sakaris Stórá
Aðrar heiðurslønir frá Mentamálaráðnum
Sømdargáva landsins
Sømdargáva landsins er ein árlig upphædd á 20.000 kr., sum verður latin restina av lívinum. Tey, sum nú fáa Sømdargávu landsins:
Alexandur Kristiansen
Bárður Jákupsson
Guðrið Poulsen
Hanus Kamban
Katrin Ottarsdóttir
Oddvør Johansen
Ole Wich
Rói Patursson
Tróndur Patursson
Zacharias Heinesen
Sigrun Gunnarsdóttir
Málrøktarvirðisløn Landsins / Ársins móðurmálsvirðisløn
2010: Jóhan Hendrik Winther Poulsen
2012: Høgni Djurhuus
2015: Hans Mortensen
2017: Suni Merkistein
Serstøk virðisløn
Serstaka virðislønin er 50.000 kr. Hon kann eftir landsstýrismansins egnu avgerð latast listafólki, mentafólki ella felagsskapi, sum hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
2023: Birita Mohr, sjónleikarinnu
2022: Eingin virðisløn latin
2021: Martin Joensen
2020: Birita Poulsen, sopran
2019: Forlagið Leirkerið við brøðrunum Zacharias Zachariasen og Flóvin Tyril
2006: Jón Hilmar Magnússon
2001: Ebba Hentze
Virðislønarnevnd
Nevndin situr í trý ár. Landsstýrismaðurin setir nevndina. Tríggir limir eru valdir av LISA, tveir eru valdir av landsstýrismanninum. Fyrstu ferð virðislønin var vald vóru fýra limir valdir av LISA: Nevndarlimir í 1998: Malan Marnersdóttir, Malan Johannesen, Kári Sverrisson, Bárður Jákupsson og Jeanette Ellefsen Blaasvær, ið var forfólk.
Nevndin fyri tíðarskeiðið 2020-2022
Alda Joensen
Poul Geert Hansen
Katrina í Geil
Kim Simonsen
Robert Thomassen
Nýggja nevndin 2026-2028
Alda Joensen, forfólk
Kristjan Árnason, næstforfólk
Hansina Iversen
Rannvá Margretha Matras-Olsen
Jóhan Martin Christiansen
*Tøl og upplýsingar koma frá heimasíðuni hjá mmr, kvf og umvegis wikipedia og in.fo