Uttanfyri vindeygað litar lága heystsólin bløðini, sum glógva, so at mann næstan ikki leggur til merkis hvussu móð tey eru av at hanga har á trænum. Heystið er so vakurt og samstundis sorgblítt, tí øll vita vit av, at myrkrið er á veg.
Hetta vikuskiftið hava mong heppin fólk verið til konsert í Norðurlandahúsinum og har upplivað eina Eivør, sum við topptrimmaðum tónleikarum, ljós- ljóð- og pallfólki hevur lagt fram sína nýggjastu útgávu, Tungl. Eg elski útgávukonsertir. Tær eru so spennandi og tað verður lagt so nógv fyri, at nýggja barnið verður presenterað á ein so góðan og meiningsfullan hátt sum til ber. So nógv arbeiði og fólk, ið gera sær stóran ómak. Tað er ein øgiligur spenningur og ein kensla av, at alt er broyskið, viðkvæmt og feskt. Men á pallinum er Eivør veldiga røddin og karismatiska stevnismyndin á odda fyri hesum vakra fari, sum í hálvan annan tíma siglir okkum trygt, myrkt og tungt gjøgnum náttina. Tónleikarar eru Mattias Kapnas, Mikael Blak og Per Ingvaldur Højgaard, ið allir eru royndir, dugnaligir og super væl samanspældir. Onkuntíð ljómaði bass- og elektronisk ljóð so bastant, at lunnar brustu og jørðin skalv og tá var tað gott at eiga sær oyrnaproppar í taskuni. Ljóðið var eitt sindur skiftandi alt eftir hvar tú sat ella stóð, men yvirhøvur var ljóðið flott og magnað uttan at tað yvirtók savnandi aðalleiklutin hjá Eivør. Theodor Kapnas skipaði hegnisliga ljóð og Egil Barclay Høgenni Hansen setti tað flotta ljósið saman.
Eivør hevur í nógv ár havt fyrimyndarligt samstarv við onnur listafólk og tónleikarar eitt nú við yrkjaran Marjuna S.Kjelnes og við mannin, Trónd Bogason, ið eigur sín stóra part av Tungl. Visuelt er Eivør farin undir eitt sera áhugavert og fruktagott samstarv við listakvinnuna Maibritt Marjunardóttir, hvørs verk hava verið at sæð í onkrum videolagi av nýggju útgávuni. Hetta gav mær eina vón at síggja allan pallin í Norðurlandahúsinum yvirtiknan av eini yvirvaksnari versión av verkinum, Anhedonia. Av tí, at tað er bundið við svørtum strimlum úr VHS-bondum, hevur hetta verkið ein sera áhugaverdan materialitet, sum listakvinnan hevur gagnnýtt og bundið til okkurt slag av organiskum tilfari, ið á eini rúminstallatión í Listasavninum tóktist hanga og vaksa upp eftir veggunum eins og soppavøkstur. – Men ókey, tað hevði kanska tikið ov langa tíð at bundið eitt so stórt verk og kanska hevði tað fyllt nakað nógv í tourbussinum. Í staðin er scenografiin hjá Eivør einfaldari og meira figurativ við dekorativt teknaðum slottstornum sum í eini halloweenprýðing, har frontkvinnan sjálv verður ein myrkursins trøllkona, sum gandar fram fossar av fagrastu tónum.
Tungl eitur nýggja plátan, sum var presenterað á útgávukonsertini umframt at vit eisini fingu onkrar Eivør-klassikarar m.a. eina trýræddaða, countrykenda versión av eiggiliga lagnum Rain. Tungl er kolasvørt eins og vakri uppsúkklaði kjólin, sum Eivør var í á palli og plátuhúsa, er litaður svartur og tað klæðir bæði kjólanum og Eivør at kava niður í myrkur og mánalýsi. Tann djúpa røddin hjá henni er líka praktfull sum tann høga og at hoyra báðar røddirnar samstundis skapar eitt veldugt rúm, sum víðkast enn meira av stóra ljóðinum á útgávuni.
Byrjanarlagið Og mánin græt er okkara portur inn í myrku plátuna, sum er sett saman av somu elementum, sum útgávurnar hjá Eivør plaga. Úttrykkið er myrkari og meira elektroniskt, men talan er um væl gjørdan samtíðartónleik, ið um somu tíð sýnist gamal og nýggjur við fornum søgum og elektroniskum ljóðum. Stevið er til tíðir kvæðakent meðan syntezisertrummuljóðið minnir um synthpop úr farnu øld. Inn í millum stinga seg fram sniðfundigar figuratiónir av tónarekkjum úr kompleksa fundamentinum. Drekafljóð snýr seg um at vinna áræðið aftur og tað sama evnið verður viðgjørt í Hinumegin, meðan Verjugarðar snýr seg um kærleikssamband, sum líður undir tøgnini hjá tí eina partinum í parlagnum. Intensa niðurlagið “Nú kvirran krýpur gjøgnum sprekkar..” vísir hvussu væl røddin hjá Eivør klingar í dýpdini, tað er satt at siga so lekkurt, at eg fái gásarhold av at lurta og tað sama er galdandi fyri ta døkku spøkilsisballaduna um fortíðarinnar dreygar, sum vilja amast uppií og køva okkum nútíðina. Byrjanin í Healer “Breathe in, breathe out” kann vera ein heilsan til Breathing hjá meistarligu Kate Bush og er ein dramatisk og flott áminning og uggan um at halda fram við at anda, tí tað fer at verða betri. Eon er næstan sum ein spoken word yrking, borin fram í einum stórfingnum ljóðlandslagi, myndað av strúkarum og klaverendurtøkum. Kom við er meira poppkent kærleikslag meðan Fangað snýr seg um at skrykkja seg leysa. Huglagið er uppøst og uppreistrarsinnað, minnir eitt sindur um Upp úr øskuni. Everyone but me er ein veldug og ómetaliga vøkur, filmskend og stórfingin ballada um at kenna seg uttanfyri. Framførslan av hesum sanginum var framúrskarandi í Norðurlandahúsinum við veldugu fulttónandi røddini sum skolaði niður yvir áhoyrararnar – tónleikurin minnir meg bæði um Angelo Badalamenti og um Falling Free hjá Eivør. Jú, myrkrið kemur við glitrandi mánalýsi og skal vera vælkomið.
Kinna Poulsen