14 filmsverkætlanir fingið stuðul

Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur tikið avgerð um at veita 14 verkætlanum stuðul við einari samlaði stuðulsupphædd á 1,5 mió. kr. Hesa ferð komu 36 umsóknir inn, og søkt varð um 5,4 mió. kr. tilsamans. Endamálið við stuðulsjáttanini er at framleiða og menna føroyskan film við denti á fiktiónsfilm, heimildarfilm, animatiónsfilm og listafilm. Einstaklingar, bólkar og feløg kunnu søkja um stuðul til ymsar tættir innan filmsgerð. Nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar eftir ásetingunum í løgtingslóg nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m., sum er broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2014, løgtingslóg nr. 34 frá 30. apríl 2015 og kunngerð nr. 3 frá 6. januar 2025. Til at meta um umsóknir og gera tilmæli til nevndina, hevur grunnurin sett tveir filmsráðgevar, eftir tilmæli frá faknevndini fyri film. Avgerðin hjá nevndini um hvør fær stuðul til film, er bygd á tilmæli frá ráðgevunum. Samlaða filmsjáttanin fyri 2026 eru 6,6 mió. kr. Stuðul til film verður veittur fýra ferðir árliga. Til stuðulsumfarið Film III. 2026 er avgjørt at veita hesum 14 filmsverkætlanunum stuðul:

Verkætlanarheiti Slag av filmi Umsøkjari Upphædd kr.

Anny Heimildarfilmur Bad Weather Projects v/Duritu Sumberg Poulsen 70.000

Sodomitturin Spælifilmur Durita Sumberg Poulsen 80.000

UFO - er nakar har úti? Heimildarfilmur Hugmynd v/Drós í Ólavsstovu 50.000

Dýpir av tíð Heimildarfilmur Gunnleygur Clementsen 19.000

Menniskja Heimildarfilmur RVH Productions v/Rúnu V. Højgaard 250.000

Into the Heart Spælifilmur Outlier Projects v/Jón Hammer 50.000

Av himni Stuttfilmur Outlier Projects v/Jón Hammer 99.000

Oceancraft Heimildarfilmur Outlier Projects v/Jón Hammer 150.000

Det vi ikke når i dag Spælifilmur Outlier Projects v/Jón Hammer 70.000

Ung í føroyskum dansi Heimildarfilmur UFO v/Rakul Ró Steintórsdóttir 80.000

Ekko af et Kollaps - 93 Heimildarfilmur Tambo Film ApS v/Rikke Tambo Andersen 80.000

Semd Heimildarfilmur Frælsisfilmar ÍV/F v/Jan Lamhauge 190.000

Lovaða Land Heimildarfilmur Cinema Polaris v/Anton Petersen 99.000

Hatta tosa vit ikki um Heimildarfilmur DokFo v/Lucas Frayssinet 200.000