Tað tykist kanska eitt sindur øvugt at byrja eitt ummæli við einum ummælisfrámæli, men ummæli eru ikki altíð eftirfarandi. Tað mátti eg í hvussu er sanna, tá eg hóskvøldið trein úr velduga leikhúsinum, Skuespilhuset út í heystarmyrkrið í Keypmannahavn. Tí ummælini av leikinum Teatermaskinen hava verið rættiliga misjøvn. Tó at tey flestu rósa bæði leikstjóra og leikarum, verður sjálvur leikurin mettur at ganga fyri seg ov høgt uppi í fílabeinstorninum til at vanlig fólk kunnu skilja hann og tað haldi eg altso er at gera fólk býttari enn tey eru.
Skotsmálið hjá summum ummælarum um intellektuella og elitera meta-leiklist bendir á nakað sum er distanserað. Tað, eg upplivdi, var beint tvørturímóti passionerað og hvat so, um mann ikki veit presist úr hvørjum leiki ella samanhangi, framførdu leikbrotini stava? Tey daga undan sum perlur á snóri og hava ein serstakan poetiskan samanhang, kanska ber til at siga, at Teatermaskinan framleiðir sín egna samanhang. Leikurin er ein framúrskarandi tour de force gjøgnum leiklistasøguna úr sjónarhorninum hjá kenda svenska leikstjóranum, Staffan Valdemar Holm. Teatermaskinen er eitt slag av farvælsýning hjá honum og konuni, scenografinum Bente Lykke Møller aftaná skjótt fjøruti ár í leiklistini – tey stovnaðu saman í 1988 Nyt Skandinavisk Forsøgsteater og hava eitt stórt og ríkt samstarv aftanfyri seg í danskari, svenskari og altjóða leiklist.
Í leikinum verður ein roynd gjørd at finna fram til sjálvan kjarnan á leiklistini og til at hjálpa sær við hesum hevur leikstjórin biðið nakrar av sínum yndissjónleikarum. Tað er ikki hvør sum helst, men kendir, royndir og ómetaliga dugnaligir sjónleikarar; Jens Albinus, Nicolas Bro, Stina Ekblad, Olaf Johannessen, Tina Gylling Mortensen og Karen-Lise Mynster. Tey spæla øll framúrskarandi væl. Við atliti til avrik leikstjórans sæst, at hann síni mongu ár innan leiklistina hevur samstarvað við fleiri teirra áður; eitt nú spældi Olaf Johannesen høvuðsleiklutin í leikinum hjá Bertholt Brecht, Puntila, sum Staffan Valdemar Holm leikstórnaði í 2015. Og nú leikstjórin hevur fingið fríar teymar frá kongaliga teatrinum til tess at skapa sína egnu fráfaringarsýning, hevur hann valt at taka støði í tí mest grundleggjandi partinum av sjónleiki, sum hann eftir øllum at døma heldur vera aktørarnar; leikararnir. Stóri týdningurin hjá leikarunum verður eyka undirstrikaður av minimalu scenografiini á velduga pallinum, sum er við til at lyfta leikararnar upp á monumentalt stig.
Uttan nakra skipan ella kronologi verða vit tveitt út í leiklistasøguna við støði í einum einstøkum leikara, Stina Ekblad, sum demonstrerar hvussu ein sjónleikari við sínum hábærsliga kropsburði og ljómandi rødd kann taka ein heilan risastóran pall og alt rúmið við. Vit byrja við ístíðini og hava apur ikki spælt sjónleik altíð, men hvat er sjónleikur? Vit mugu eyðvitað byrja við byrjanini heldur Karen-Lise Mynster og tað er sjálvandi við gomlu grikkunum. Og soleiðis heldur ein tráður fram í leikinum við skiftandi áskoðanum um hvat sjónleikur er og skal vera. Ástøði, pallumstøður, Stanislavski og psykologisk realisma, Peter Brooke og tóma rúmið og alt møguligt annað, sum hevur við leiklist at gera, verður nevnt og vent bæði av leikarum og av ymiskum teaturfólkum á skíggjanum, sum stundum glíður niður úr loftinum eitt sindur sum tá boð komu úr erva í Muppet Show um Pigs in spaaace. Hesi ymsu fróðarfólkini ella talking heads tosa í miklum álvara um hvat leiklist er og fer ella ikki fer at verða í framtíðini. Mitt í rokanum hitta vit ein radikalan teaterpedagog, sum er herligt leiktur av stuttligu Tinu Gylling Mortensen. Hesin parturin av frásøgnini tykist sum heild humoristiskur og lættur. Vit hava bara herognúið, tað er tað og tað verður ongantíð flottari demonstrerað enn við leiklistini, sum er hin tráðurin í framførslum, framúrskarandi leikbrot, ið fáa okkum at halda ondini ella at tára t.d. tá tann einastandandi sjónleikarin Nicolas Bro ber fram kenda Hamletmonologin um at vera ella ikki. Seinni tári eg av látri, tá Olaf Johannesen spælir tænarin James í 90 ára føðingardegnum í kenda bretska skemtileikinum, Diner for one. Hann verður enduruppførdur uttan borð, stólar ella nakrar rekvisittir yvirhøvur í (skít)fullum líki við Stinu Ekblad sum teirri fornemmu Miss Sophie og Karen-Lise Mynster sum stúrandi tikaraskinni í støðugum vanda allar tær mongu ferðirnar, Olaf Johannesen gleivar, hoppar og dettur yvir um hana við uppafturgangandi kenning av at skula skála fyri allar vinmennirnar, Sir Toby, Admiral von Schneider, Mr. Pommeroy, and Mr. Winterbottom.
Tað er heilt øgiliga stuttligt og sostatt er tað fólksliga ongantíð langt burturi í leikinum, ið er undirhaldandi á sera ymiskan hátt. Leikurin gevur okkum eina insidaralýsing av hvat sjónleikur kann brúkast til frá reinari frásøgulist sum hjá Euripides, har Jens Albinus spælir boðberin, ið við orðum og rørslum málar fram skilið, tá tær villu bacchantinnurnar leypa á og skræða alt og øll sundur og so ógvuliga knappliga eru vit í einum heilt øðrum heimi, ið tykist ómetaliga langt burturi frá allari dionysiskari kenning og ovursjónum. Nú er tað ein myrk og realistisk lýsing av einum pápa, sum noktar at avlevera lyklarnar til bilin. Eg kenni ikki leikin, men fái at vita, at hetta er ein leikur hjá Lars Norén. Senan er so veruleikakend og vemmilig, at myrkrið sýgur niður yvir okkum alt meðan Olaf Johannesen rakar beint á hendan dysfunktionella alkoholikaran, sum avnoktar alt.
Og tað er Olaf. Sama um hann grulvar, dreivar, drálar, spákar, vinglar, skinklar, strammar seg upp, rennur, dettur, hoppar á tveimum beinum ella øllum fýra um allan tann risastóra pallin oman millum áskoðararnar og U-uh-ah-ah nú er hann ein apa. Sjálvt millum stjørnur lýsir Olaf Johannesen fullkomiliga sannførandi um hann er stuttligur, óhugnaligur ella tá hann greiðir frá á skánskum í leiklutinum sum gamal svenskur leikstjóri, men eisini tá hann trínur út úr hesum sama leikluti og avdúkar seg sum tann føroyski sjónleikarin, hann í roynd og veru er. Eg havi skrivað tað áður og endurtaki fegin, at vit mugu skipa fyri og laga tað til soleiðis at Olaf Johannesen kemur heim at spæla á einum føroyskum leikpalli. Hann framførdi á sinni einrøðuleikin Tann komiska tragedian, sum var leikstjórnaður av Maritu S.Dalsgaard, men nú tað langt síðani. Kanska kundi tað hesa ferð verið ein leikur hjá Lars Norén? Nei eg veit ikki, men slíkar sjónleikaragávur sum tær hjá Olafi Johannesen eru ógvuliga sjáldsamar og lívið er ikki ævigt. Sum Teaturmaskinan endar við at staðfesta við orðunum hjá Shakespeare, so eru vit úr sama tilfari sum dreymir okkara og svøvnurin er ongantíð langt burturi. Leikurin Teatermaskinen, ið kann viðmælast øllum, verður framførdur fram til 4.nov.