Sum áður fyriboðað verður aðalfundur í Steinbrá fríggjadagin 23.januar klokkan 16 í Steinprenti á Skálatrøð í Havn. Steinbrá er stuðulsfelag hjá Steinprenti - øll eru vælkomin at gerast limir í Steinbrá. Til ber at tekna seg sum lim hjá kassameistaranum, sum umsitur limalistan. Teldupostadressan er hjalmarsdottir.didriksen@gmail.com Steinbrá hevur konto í Norðoya Sparikassa 9865-1042496. Tá ársgjaldið er goldið, er kvittanin títt persónliga limaprógv. Vit viðmæla limunum at stovna fasta flyting. Tað er lættast fyri allar partar. Limagjaldið er 500 krónur um árið fyri einstaklingar og 2000 krónur fyri stovnar, feløg og fyritøkur. Hjartaliga vælkomin á aðalfund.