Monumentalt sorgblídni
/Eg hvakk við, tá eg mitt í listaframsýningini í Charlottenborg helt meg hóma mítt egna elskaða tungumál onkrastaðni í stóru donsku listahøllini. Eg snaraði tríggjar ferðir runt um meg sjálva at vita um okkurt kent andlit var at síggja, men nei, bara fremmandafólk; føroyska røddin vísti seg at stava frá einum listaverki.
Í okkara multimedialu og á ein hátt eisini antiautoriteru nútíð er tað kanska ikki lætt at ímynda sær tann týdning og resonans, sum Charlottenborg hevur í føroyskari listasøgu, men vit skulu ikki longur aftur enn til 1937, tá velduga føroyska høvuðsverkið Aftur av Jarðarferð hjá Mikines hekk har í øllum sínum sjógrøna veldi. Tað var á Várframsýningini á Charlottenborg í somu heilagu hølum sum nú verkini hjá 28 ungum listafólkum, ið við framsýningini Afgang 2025 taka endaligt prógv á Kongaliga Danska Kunstakademinum.
Nú eg var niðri í arbeiðsørindum, nýtti eg høvi at síggja eitt sindur av tí nógva, sum kann upplivast av list í og uttan fyri Keypmannahavn og av tí, at tíðin hesa ferð var avmarkað, loyvi eg mær í hesi umrøðu at leggja dent á trý innsløg, ið møguliga eru meira lík enn fyrst hildið; Hansina Iversen í Galleri Lars Borella, Jóhan Martin Christiansen í Alice Folker Gallery og Alda Mohr Eyðunardóttir í Kunsthal Charlottenborg.
The Transient
Hansina Iversen hevur inntil 7.juni eina framsýning í Galleri Lars Borella í Charlottenlund, sum við framsýningarheitinum The Transient leggur dent á tað stokkuta, óstøðuga – á tað, sum er, men longu er í umbroyting. Tó, at nýggju málningarnir hjá Hansinu Iversen eru nonfigurativir, hava teir eitt at kalla impressionistiskt brá við skelvandi ljósbrigdum. Ljósið speglast í bjørtu litunum, men lýsir eisini í hvítu bakgrundini, sum glitrar út í rúmið eins og tað gløðir aftanfyri litirnar so intenst, at vit næstan snerkja upp móti ljóshavinum. At hesi verk hava eina ítøkiliga fysiska ávirkan á áskoðaran, kemst ikki bert av litunum, teirri hugtakandi kolorismuni, men er eisini tengt at mátanum málningarnir eru gjørdir. Tað, sum vit síggja á málningaflatanum, eru tekningar og spor av rørslum hjá listakvinnuni, meðan verkini verða skapt – verkini eru vøkur, men vit mugu ansa eftir ikki at minka um hesi verk við bert at síggja teirra vakurleika. Hetta eru nonfigurativ samtíðarlistaverk, ið eins og svampar hava sogið tíðina í seg. Sum ein franskur ummælari einaferð viðmerkti, so er ljósið í verkunum hjá Hansinu Iversen so øgiligt, at ein púrasta av sær sjálvum verður noyddur at hugsa um myrkrið.
Ræðandi tryggleiki
– Tað døkka eigur nógva rúmd í okkara tíð. BEING SAFE IS SCARY stendur við stórum svørtum spjaldrastavum á einari plakat, sum eg gangi framvið á veg inn á Charlottenborg – ja, tað passar nokk so væl, hugsi eg eitt sindur speiskliga við tankan um alla stúranina av fólkum, sum hava tað gott og liva í einum góðum, friðsælum og demokratiskum samfelag. Tað er sum stúran í sjálvum sær er vorðið eitt lívsendamál. Fólk, sum arbeiða dag og dagliga fyri fasta løn ganga og stúra um sína útkomu, um pensiónina og komandi sjúkur, um Trump, inflatión og um stoffir, um tunlar, fátækradømi og kríggj og so eru tað tey, sum stúra um, at vit onnur ikki stúra nóg mikið. Tey vita kanska ikki av, at øll ikki tola at hugsa alt ov inniliga um alt tað ræðuliga, vit ikki fáa broytt. Inni á Kunsthal Charlottenborg vísir beinrakta orðingin um, at tað er ræðandi at vera tryggur, seg at vera heitið á eini framsýning hjá Banu Cennetoğlu, sum í list síni kannar hvussu miðlar ávirka okkum. Tað ljóðar sera áhugavert, men eg fari kortini inn til vinstru til hina framsýningina, Afgang 2025 og tað er tá eg hoyri og fari at leita eftir hvaðani føroyska røddin stavar.
Dráttir
Verkið hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir eitur Dráttir og er sett upp í einum myrkum horni har tað foldar seg út á báðum síðum av einari plexiglasplátu eins og eitt ljóð- og filmsverk svarthvítum myndum av eini fullmánanátt í einum fjallalandslagi, sum eg orsakað av føroyska ljóðsporinum síggi sum eitt føroyskt landslag. Eg haldi, at tað er nokk so torført at lýsa hetta verk, ið er einfalt og komplekst í senn, men eg hevði hoyrt graml um, at hetta nýggja verkið hjá Aldu hevði við abort at gera og má viðganga, at tað fekk meg ikki upp at flákra. Tað er ikki tí eg ikki haldi abortspurningin hava sera stóran týdning, tí tað hevur hetta mál av sonnum, ið kortini hevur havt øvugta effekt, tá tað verður brúkt í útlendskum miðlum til tess at minka okkum við at leggja dent á hvussu primitivir og heimføðisligir føroyingar eru. Men Dráttir er eitt rættiliga sofistikerað og hartil poetiskt verk, sum við støði í abort sum fyribrigdi kannar hugsanir, valdsviðurskifti og siðvenjur, sum hava við fruktbari, gitnað og mánaðarsyklus at gera. Tað tekur eina løtu at skilja hvat gongur fyri seg, tú mást føla teg fram ella lurta og hyggja - verkið er soleiðis uppsett, at tann áskoðarin, ið ikki skilir føroyskt, má trína innum verkið fyri at síggja “baksíðuna” á plexiglasplátuni, har føroyska talan er týdd til enskt. Eg upplivdi, meðan eg stóð í verkinum og lurtaði og hugdi, hvussu vitjandi gingu framvið verkinum, tá tey uppdagaðu ta málsligu forðingina. Samstundis sum hetta verkið tykist tilfarsliga skroypiligt, merkt av trilvandi opinleika, empati og kanska rundum holum av sorg og tómleika, tykist tað samstundis sera monumentalt hugsað; um áskoðarin ikki vil lata seg upp og royna at skilja hvat gongur fyri seg, ja so má hon um tað! Eitt so monumentalt verk hevði uppiborið at verið sýnt einsamalt og ikki saman við einum øðrum verki í sama høli.
Grace
Fram til 12.juni hongur framsýningin hjá Jóhan Martini Christiansen, GRACE í tí fyrsta stóra hølinum í Alice Folker Gallery. Tað er áhugavert at uppliva hesi verk, sum eg í fleiri førum kenni frá øðrum verkætlanum, í einari nýggjari monumentalari heild. Framsýningin er sett saman av nýggjum og eldri ljósareyðum, ljósagrønum og hvítum gipsrelieffum. Uppheingingin gagnnýtir avlanga formatið á vakra, ljósa framsýningarrúminum og verður til eina sera vakra avkláraða heild, ið er klárt disponerað í eini langari horisontalari røð. Grace er eitt rættiliga stórt fyribrigdi, ið sambært orðabókini kann fevna um ymisk sløg av tign, bøn og hásinni. Í áhugaverda framsýningartekstinum staðfestir listamaðurin, at henda framsýningin snýr seg um takksemi fyri fyri lívsins náði og ein góðan pápa, sum tók listaáhugan hjá soninum í nóg stórum álvara til at finna honum eitt atelier longu tá hann var trettan og sum altíð hevur stuðlað hann treytaleyst: “Eg veit ikki hvussu eg kann geva honum nakað aftur av øllum hesum, men hetta er mítt portrett av honum. Mín máti at siga takk..”. Eisini her millum ljósu gipsavstoypingarnar hjá Jóhan Martini Christiansen hómast okkurt slag av sorgblídni um, at alt sum er fer.
Kinna Poulsen