Sum kunnugt er henda myrka tíðin hásesong fyri listaupplivingar – ikki minst er nógv at uppliva innan bókmentir, tí nógvar áhugaverdar bøkur koma út. Eg var í gongd við at orða eitt ummæli um eina so sjáldsama vakra bók, men havi lagt hetta til síðis eina løtu fyri at skriva eitt skundmikið viðmæli av framsýningini Jarðir við verkum eftir Maibritt Marjunardóttir og Fríðu Berg í Gallarí Havnará. Framsýningin er góð og letur skjótt aftur. Maibritt Marjunardóttir hevur í longri tíð verið eitt navn, mann hevur lagt til merkis á skiftandi bólkaframsýningum í Listasavninum og aðrastaðni, har hon hevur havt einstøk verk við. Hon er bæði listafólk og sniðgevi, útbúgvin Bachelor of Arts innan tekstildesign á Designskolen Kolding og cand.design frá Det Kongelige Akademi í Keypmannahavn. Hennara verk er partur av nýmaterialistiska rákinum í føroysku samtíðarlistini. Tað snýr seg um listaverk hvørs týdningur í stóran mun kyknar í sjálvum tilfarinum og handverkinum og tað merkir í hesum føri, at støði verður tikið í tóvirki, sum kortini verður umsitið konseptuelt, installatoriskt og skulpturelt. Hennara rúminstallatión Anhedonia frá 2024, ið varð skapt til frálíku framsýningina, Træðrir, sum Kirstin Helgadóttir kurateraði í Listasavni Føroya, riggar næstan betri í einum trongum hølum í Gallarí Havnará, har tað klaustrofobiska árinið ordiliga fær foldað seg út, so mann næstan fær spontan herðindi av allahanda fobium og angist inni í teirri skróandi, kolasvørtu installatiónini. Fleiri av standmyndunum hjá Maibritt Marjunardóttir minna um trídimensionaliserað krutl ella doodles, formað av koparrørum, ið eru vundin við svørtum ullintum tilfari. Tað minnir í støðum eitt sindur um eina framsýning hjá Christopher Wool, sum eg sá í New York í fjør, men kanska er tað meira á la Barbara í Gongini enn Wool og kortini einfaldari, rátt og egið við serstøkum materialiteti. Tey organisku, ójøvnu og snaraðu skapini eru næstan svartari enn svørt og hava eina heilt serliga myrka nærveru í rúminum, sum næstan er ræðandi. Eitt slag av venomum organismum, sum hótta við at leggja alt undir seg við myrkri so tøttum, at tað kann lita sólina svarta í allar ævir. Maibritt Marjunardóttir hevði væl klárað eina serframsýning einsamøll, men riggar eisini væl sum partur av eini duett við Fríðu Berg, ið veruliga spennir seg út á framsýningini við sannførandi verkum. Í tíðindaskrivi verða hesi eisini innskrivað í nýmaterialismuna, men sjálvt um akryl/akvarelverkini hjá Fríðu Berg bera brá av kollasju, er hetta mest av øllum abstrakt málarí, sum eg haldi vera eitt tað torførasta listaslagið av øllum. Tað verður so ógvuliga lætt til vandaleyst pynt við lekrum litum og smørtum effektum uttan nakra dýpd yvirhøvur. Soleiðis er ikki við málningunum hjá Fríðu Berg, ið eru bygdir upp lag oman á lag við skapum, sum um somu tíð tykjast sterk og skroypilig. Fríða Berg er útbúgvin møbulsnikkari og arkitektur á Det kongelige Akademi í Keypmannahavn. Sum listafólk er hon serliga áhugaverd, tá hon leggur alla arkitektoniska uppbyggiligheit og stringens til síðis og torir at vera í einum darrandi óavkláraðum, leitandi kenslubornum rúmi við skapum og litum, sum eru í ferð við at orða okkurt á nýggjum. Framsýningin er disponerað á gløggan og kenslubornan hátt við ansi fyri hvussu verkini samskifta – ta uppgávuna lyfti listamaðurin Jón Sonni Jensen. Framsýningin letur aftur sunnudagin 16.november - tað er eitt sindur ov stutt framsýningarperioda eftir mínum tykki. Tí tá listafólk hava gjørt sær so góðan ómak og tað riggar so væl, mugu fólk flest hava ein møguleika at síggja framsýningina. Tað er jú soleiðis, at góð list forpliktar! Har er opið í Gallarí Havnará hvønn dag frá klokkan 16-18.
Kinna Poulsen