Annika Hoydal 80

Í dag, 19.november fyllir tónaskaldið, sangarinnan, leiklistarkvinnan, mentanarmiðlarin - la grande dame Annika Hoydal 80 ár. At liva í átta áratíggju er als ikki øllum beskorið – ei heldur at útinna so nógv sum Annika Hoydal hevur gjørt og framvegis ger. Tí hon hevur ikki á nakran hátt lagt seg oman á laurberjakransarnar at slappa av, men hevur havt fleiri framførslur á m.a. Norðurbryggjuni og í OY í hesum árinum.

Anniku Hoydal kenna tey flestu og vita av, at hon er uppvaksin í Hoydølum og í Suðuramerika og tók sínar fyrstu fet á føroyskum palli longu í 1965, tá hon debuteraði sum sjónleikari í kabaretthøpi. Nøkur ár seinni varð hon – sum fyrsta føroyska kvinnan nakrantíð – útbúgvin sjónleikari á Statens Teaterskole í Keypmannahavn í 1973. Hennara yrkisleið er bæði drúgv og fjølbroytt og hevur ført hana víða til Skotland, Spania og kring Norðurlond, men mest av øllum hevur hon framført í Danmark og í Føroyum, her hon er ein livandi legenda. Stuttligu, braneggjaðu, men eisini vakru sangirnar saman við Harkaliðnum, praktfullu barnapláturnar og fínu tónleikaligu tulkingarnar av yrkingum hjá Róa Patursson og Williami Heinesen fyri ikki at tala um bróðurin Gunnar Hoydal, sum hevur skrivað nógvar av tekstunum í hennara sangum. Hesir sangir hava fyri langari tíð síðani nátt klassikarastatus – mann kann illa ímynda sær eitt gott borðhald uttan Alduna sum felagssang.  

Annika Hoydal hevur fingið stóra viðurkenning – millum annað var hon í 2015 heiðrað við Mentanarvirðisløn Landsins fyri sítt týðandi íkast til føroyska mentan – kortini er hon ongantíð hildin uppat at skapa. Tvørturímóti hevur hon seinastu árini givið út fleiri týðandi verk, og tilsamans hevur hon givið út umleið 15 tónleikaúgávur saman við ymiskum tónleikarum. Í 2024 kom nýggja útgávan Leysir Endar, sum varð tikin upp live í Hoydølum. Torleik Mortensen stóð fyri framleiðsluni – hann hevur eisini framleitt sangin Sorgin, ið kom út í ár.

Annika Hoydal býr og arbeiðir í Keypmannahavn, og kemur lukkutíð javnan til Føroyar fyri at framføra, samstarva og luttaka í ymsum leikverkum og filmsverkætlanum. Anniku Hoydal verður ynskt hjartaliga tillukku við 80 ára degnum við inniligari tøkk fyri tað ríka listaliga avrik, hon hevur lagt eftir seg. Vit gleða okkum til tað næsta...

Kinna Poulsen