Nógv av teimum gomlu ævintýrunum eru í grundini nokk so døpur – hetta semjast eg og sonurin um, tá vit spáka frá Tjóðpallinum heim til hús sunnukvøldið aftan á leikin um Øskufíu. Ofta er tað onkur ógvislig, ja fatal hending, sum setir gongd á søguna. Søguna um Øskufíu kenna vit – tað er gentan, sum missir mammu sína til deyðan og pápa sín til eina nýggja konu, ið noyðir Øskufíu at halda hús hjá sær og stjúksystrunum ella tað plagar hon at gera – í hesari nýggju uppsetingini heldur gentan seg ikki hava uppiborið betri. Øskufía er eyðvitað fastur táttur av jólahugnanum hjá Disney við denti á tað vakra, litríka og elskuliga. Hjá Disney hómast ikki stórur áhugi fyri møguleikunum í myrkrinum. Disneyfigurarnir eru so elskuligir so vandaleysir, at teir líksasum ógilda allan óhugna. Uppsetingin hjá Tjóðpalli Føroya av Øskufíu sýnist á ein hátt øvug av Disney, bæði tí hon torir myrkrið, men eisini tí hon er modernað, spælandi og orkumikil.
Tað er franski rithøvundurin og leikstjórin Joël Pommerat, sum hevur skrivað hesa dagførdu Øskufíu-søguna um eina samansettu familju við tínum og mínum børnum, við fáfongd og vaksnum tørvum og eini sorg, sum ongan ugga finnur og sum eingin gandur kann taka burtur. Napoleon Smith hevur týtt leikin úr fronskum til gott føroyskt talumal. Øskufía er ein familjuleikur – sagt verður, at hann hóskar til børn frá umleið tíggju ára aldur. Har eru bæði eg og sonurin í eldra endanum, men vit fingu bæði væl burtur úr leikinum, sum er stuttligur og væl leiktur.
Óluva Heidiardóttir Tvørfoss, sum eg ikki havi upplivað á palli áður, er herlig og sannførandi sum tann sjálvupptikna, snobbuta og dominerandi stjúkmóðirin, ið stýrir sínum húsarhaldi við jarnharðari hond. Teir báðir Hjálmar Dam og Harald Thompson Rosenstrøm eru øgiliga stuttligir sum tær báðar óreinu og býttisligu stjúksystrarnar, sum í heilum arga Øskufíu og gera henni lívið súrt. Kristina Sundar Hansen spælir frásagnarfólkið, ið fær ta tign og rúmd sum tílík eiga at hava í ævintýrum og myndar frásagnarfólkið við eini stuttligari blanding millum eina fitta gamla konu og eina manipulerandi personasju, sum støðugt blandar seg uppí – eitt sindur sum álvaguðmamman í Shrek. Tann æviga formidabla Kristina Sørensen Ougaard spælir Fíu við kroppsligari nærveru, fimi og barnsligum treiskni, meðan forelskaði kloddin av einum pápa er humoristiskt leiktur av Erling Eysturoy, ið eins og hinir persónarnir hevur ein karikeraðan dám. Teir báðir, sum spæla systrarnar, hava dupultan leiklut og spæla ávikavíst álvafljóð og kongasonur – Hjálmar Dam stórtrívist í skemtiliga leiklutinum sum yvirnáttúrlig vera, sprenfull av góðum vilja og ætlanum, men tíverri so púra fyriuttan teir snildu førleikar, sum tílíkar luftigar verur plaga at meistra. Uttan at eg dugi at siga hví, so haldi eg, at leikurin tykist sera franskur og altso rættiliga óamerikanskur – eitt nú kemur sigarettroyking fyri, men huglagið er eisini nokk so franskt, absurd og subversivt.
Estetiskt tykist leikurin samheilur við sínum myrka, harðføra innihaldi og einum avgjørdum vilja til at fyrihalda seg til veruleikan heldur enn til óalítandi gand og hugflog. Pallurin sýnist størri enn vit hava upplivað hann áður, hann er svartur við hvítum strikum á. Scenografiin er supereinføld og eitt sindur Dogville-kend um nakar minnist tann filmin – tað er sum ein teknað skitsa. Hetta sama er galdandi fyri búnarnar, sum fyri tað mesta eru einfaldir og teknaðir við hvítum á svart klæði – hetta riggar til leiklistaligu støðuna, har mann spælir og letur sum um. Tað er ikki frítt, at Freud kemur áskoðaranum til hugs og tann góða gamla móðurbindingin vísir seg eisini at vera ein áleikandi trupulleiki. Myrkrið í ævintýrum er jú ofta orsakað av einari menning, sum er uppsteðgað, tí hon er vorðin órógvað. Bæði Fía og kongasonurin eru steðgað upp í teirra búning. Hon er fratør, tí hon heldur seg hava svikið mammu sína við ikki at minnast hana allatíðina, meðan hann ikki vil tosa við nakran, tí hann bíðar eftir at mamman skal ringja – tað er ikki fyrr enn tey bæði viðurkenna, at mammurnar eru deyðar og farnar, at tey koma víðari. Øskufía er tískil ein leikur sum við skemti og dýpd varpar ljós á sambandið millum børn og foreldur – huglagið er til tíðir eitt sindur álvarsligt og vaksið, men eisini stuttligt og fjákut. Tað er stutt síðan nýggjur stjóri varð settur á Tjóðpallinum – Harald Thompson Rosenstrøm byrjaði 1.apríl í ár. Tá lá føroyska leiklistaøkið í kloyvdum andaleypi orsakað av einum stríði, sum vardi ov leingi. Enn er ov stutt fráliðið til, at tað ber til at taka saman um støðuna og nýggju leiðsluna av Tjóðpallinum. Fyribils er tað stuttligt at síggja nýggja stjóran royna seg á føroyskum palli og at staðfesta, at har er lív í gamla Meiarínum.
Kinna Poulsen
HANDRIT
Joël Pommerat
TÝÐING
Napoleon Smith
LEIKSTJÓRI
Marfa Gorvits
PALL- OG BÚNASNIÐGEVI
Aleksandr Mokhov
LJÓSSNIÐGEVI
Súni Joensen
LJÓÐSNIÐGEVI
Baldur Meitil
LEIKARAR
Óluva Heidiardóttir Tvørfoss
Kristina Sundar Hansen
Kristina Sørensen Ougaard
Hjálmar Dam
Erling Eysturoy
Harald Thompson Rosenstrøm
BÚNAMAKARI
Anna Kristin Bæk
HJÁLP VIÐ BÚNUM, PALLI OG REKVISITTUM
Elisabeth á Mýrini
PALLSMÍÐ
Janus Brix Kamban
David Geyti
Símun Pauli Hansen
Birgir Djurhuus
Asger Schmidt
HÁR OG SMYRSL
Julia Jacobsen
KOREOGRAFUR
Búi Rouch
VIDEO
Heiðrikur á Heygum
GRAFISKUR SNIÐGEVI
Kirstin Helgadóttir
TØKNINGAR
Alex Sivertsen
Christian Steingrund
Jóhannes Martin Hansen
SAMSKIPARI
Barbara Hentze í Stórustovu
STJÓRI
Harald Thompson Rosenstrøm
TAKK
Gunnhild Mørkøre, skómakari
Beinir Bergsson
Havnar Sjónleikarafelag
Fótbúni
Súsanna Tórgarð
Brúðarlín
Reyði Krossur