Við varhuga um myrkrið og vilja til ljós

Zacharias Heinesen í Gallarí Havnará

Eg kenni meg so sera hepna, at mær untist at síggja framsýningina, sum Zacharias Heinesen hevur í Gallarí Havnará í hesum døgum. Beint áðrenn gallaríið stongdi leygardagin smoygdi eg mær innar og hitti sjálvan maestro í framsýningini og fekk eina rundvísing og eitt prát, sum eg seint skal gloyma um litir og myndevni, tekstur og kompositión og um tað gyllta ljósið, sum serliga tey seinastu árini hevur fevnt myndirnar hjá Zachariasi Heinesen. Á framsýningini hanga 30 myndir og tað er í sjálvum sær eitt megnaravrik. Um hugsað verður um, at Zacharias Heinesen er føddur í 1936, ja, so er talan um eitt satt roysnisverk. Men sjálvt um Zacharias Heinesen fer at fylla 88 heilt skjótt, er hann ikki nakar gamal maður - tað haldi eg slett ikki hann dugir at vera og tá hann við glógvandi eygum fer í gongd við at tosa um listaverkini, hómast eingin aldur. Hetta er greidliga ein maður í harmoni við sítt evni, sum veit hvat hann tosar um. Máligleðin er intakt og eingin mynd sýnist vera av handahógvi merkt. Tað er sum um, at hann byrjar av nýggjum hvørja ferð hann málar ein málning. Teir tykjast so ómetaliga frískligir og autentiskir málningarnir har teir hanga og glógva og glitra við óteljandi litbrigdum. Eg rósi listamanninum fyri ta svalligu kolorismuna - “Eg elski litir” sigur hann og brosar lukkuliga meðan hann við aðrari hondini nertir varisliga við óslætta yvirflatan á einum málningi við nógvum marglittum kvadratiskum skapum. Eg kenni hansara myndaheim og veit, at myndevnisliga støðið á júst hesum málninginum er útsýnið úr stovuni hjá listamanninum uppi á Varða í Havn. Tað hevur hann málað óteljandi ferð í síni listaligu starvsleið, ið higartil hevur varað meira enn hálvfjers ár - hann byrjaði í Listaskúla í Íslandi í 1957 (og helt fram á Kunstakademinum í Kbh), men debuteraði longu á Ólavsøkuframsýningini í 1951 og hevur eisini áðrenn tað hjálpt pápa sínum, Williami Heinesen við listprýðingum í Havn - t.d. í auluni í Finsen.

Myndin við útsýninum úr stovuvindeyganum hjá Zachariasi er í veruleikanum sera abstrakt, tí myndevnið er sett upp sum eitt mynstur av litum og skapum. Ein onnur at síggja til fullkomiliga nonfigurativur málningur eitur “Strúkijarnið” og Zacharias ímyndar sær onkuntíð í framtíðini, tá myndin fer at verða seld á Bruun Rasmussen Auktioner undir heitinum “Strygejernet” – ja, Guð viti hvat tey fáa burtur úr tí skemtar hann vælhýrdur og vísir mær hvussu tey trý- og fýrkantaðu skapini í veruleikanum mynda býarpartin við har sum Strúkijarnið er og brádliga meðan hann prátar síggi eg effinett ta gomlu gøtuna við hennara húsum og skotum í myndini. Tað øvugta; at ein navngivin bygd ella fjørður tykist mær púra abstrakt hendir oftari á framsýningini, ið bæði fevnir um klassiskar Zacharias Heinesen myndir og um meira dekorativar/abstraktar myndir og so stendur eisini ein herlig standmynd í vindeyganum av nøkrum greinum, sum listamaðurin hevur funnið í sínum urtagarði og sum er átøk einum dinsosaurusi úr fyrndini og minnir um sirkusfigurarnir hjá Alexander Calder. - Tey, sum hava vitjað William Heinesens hús vita hvussu vakurt og spennandi har er - og tað er ikki minst orsakað av prýðingum hjá Zachariasi. Framman fyri eini meira klassiskari ZH-mynd av Mykinesbygd nevni eg gyllta ljósið í myndunum seinnu árini, har listamaðurin í stóran mun er farin at dyrka mótsetningslitparið gult og violett. Myndin av bygdini fær eina gyllta glæmu, sum uppá meg virkar bæði sorgblíð og lívsfegin við varhuga um myrkrið men sterkum vilja til ljós - myndin er dynamisk, men javnvigar. Tað er sum í onkrum sálmi hjá Kingo, ið aftaná at mála fram alt møguligt myrkur og fortapilsi leiðir okkum fram til tað góða og gevur mær enn eitt høvi at brúka eitt yndissitat hjá Williami Heinesen um hvussu ljósið vinnur á myrkrinum. “Solen skinner paa vaagens vestlige side. En vidunderlig morgen! De smaa støvede og skimlede pakhusruder fører en haabløs kamp for at holde solskinnet ude. Men det er dem for overmægtigt. Det har godhedens sejrrige vælde i sig, det tøer dem op med samt deres grønne mug og teologiske edderkoppespind, ligesom den gode handling tilintetgør smaa menneskers rænker og nederdrægtigheder (s.199 De fortabte Spillemænd).

Kinna Poulsen

Strúkijarnið