Randi Samsonsen í Víngarðinum - vernissage

Fríggjadagin 29.november 2024 læt framsýning hjá Randi Samsonsen upp í Víngarðinum. Framsýningin er opin fríggjadag og leygardag og eftir avtalu við undirritaðu. Eg segði nøkur orð um listakvinnuna, sum ljóðaði nøkulunda soleiðis: Tað er líka mikið um vit eru í New York ella í Havn. Listin hjá Randi Samsonsen ger okkurt serligt við fólk. Tey fáa hug at nærkast henni, nerta við hana, nálgast, fnisa og roksa og bera seg at á ein hátt, sum ikki hevur verið vanligur, tá talan er um list. List er álvarsligt mál, her skal ikki flennast – soleiðis hava vit hugsað, men okkurt er broytt. Tekstillistin hjá Randi Samsonsen er øðrvísi og tekur formlig atlit til menniskjalikamið. Antropomorfu skapini minna um likamslutir ella innvølir, men hetta er eisini list, sum kann fatast taktilt við øllum okkara sansandi kroppi. Fleiri verk eru bleyt og mjúk, summi hava ein hvassari yvirflata. Tøkniliga er talan jú um hondarbeiðslutir, um heimavirki, ið tó at tað verður umsitið á øðrvísi hátt, framvegis knýta hugasambond til brúkslutir, sum vit áður hava bundið, seymað og heklað. Eg fái illa hugt eftir nøkrum heklaðum uttan at koma í tankar um grýtulappar. Síðsta fríggjadag vóru vit í Listasavninum og feiraðu eitt tíðarrit, sum Institut for kunsthistorie á universitetinum í Keypmannahavn hevur givið út. Í ritinum havi eg skrivað eina grein um Randi Samsonsen, sum eg eftirhondini havi samstarvað við í fleiri ár um nógvar framsýningar bæði her í Víngarðinum, í Steinprenti, í Miklagarði, í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn og í Scandinavia House í New York. Seinastu árini er Randi farin upp í stødd í síni list. Hon hevur gjørt fleiri monumentalar verkætlanir. Í grundini er alt framsýningarhølið her í Víngarðinum nógv minni í vavi enn kollektiva standmyndin hjá Randi Samsonsen, Things Matter, sum var framsýnd á Trapholt herfyri. Og allíkavæl, so haldi eg, at monumentalu royndirnar hjá listakvinnuni smitta av yvir á hesi smáu verkini, sum av sonnum inntaka rúmið við autoriteti. Randi hevur veruliga flutt seg listaliga seinastu árini.

Her á framsýningini eru fleiri sløg av verkum, sum øll hanga á vegginum við størri og minni rúmligheit sum okkurt slag av bleytum relieffum; summi eru seymað, sett saman í geometriserað abstrakt mynstur meðan onnur eru einstøk heklað objekt, sum fara skríðandi eftir vegginum. Verkini hjá Randi eru týdningarmikil partur av nýmaterialistisku uppgerðini við siðbundna list, sum í hesum árum er í ferð við at umdefinera ta føroysku samtíðarlistina. Hennara seymaðu og hekklaðu standmyndir og relieff eru so formliga øðrvísi, at tey koma óvart á, so at vit hava hug at brosa, Hyggja vit eina løtu aftrat, varnast vit eisini vakurleikan í kenslubornu skapunum og fjølbroyttu yvirflatunum, ið skyggja og aðrastaðni eru óblankar, summastaðni lodnar.

Framsýningarheitið er eisini eitt sindur ullint, tí hvat merkir hetta? Time is Holding us Anywhere – byrjanin er staðfestandi meðan endaorðið letur upp endaloysið. Men á ein hátt kann mann jú siga, at øll list snýr seg um tíð. Ta tíð, sum verkið tók at gera, ta tíð, sum verkið tekur at skoða, men sjálvandi feisini um ta samtíð, sum er tíðin hjá verkinum. Meginparturin av verkunum eru hekklað, ið er eitt slag av hondarbeiði, sum tekur tíð og ikki kann framleiðast á maskinu. Ójøvnu, buglutu verkini eru sundurbýtt og fragmenterað . Tey eru staðsett við frástøðu frá hvørjum øðrum og tykjast leitandi sum satelittar í rúmdini – til reiðar at knýta samband. Randi hevur greitt mær frá, at hesi verkini eru ein roynd at mynda sambond og samanhang í eini tíð, merkt av upploysing og nýggjum markloysi.

Kinna Poulsen