Henda at síggja til sjálvsagda orðing kemur fyri í einum steinprenti hjá Svend-Allan Sørensen. Í leikinum, Sonurin, sum verður leiktur á Tjóðpallinum í løtuni, kemur hon ofta fyri. Tað er so myrkt, ja myrkari enn myrkt, svart sum mold. Og myrkur er hann sanniliga, leikurin Jon Fosse; kolasvartur bæði í sinn og skinn. Einfalda og neyva orðaskiftið er sum telgt úr torvi og við endurtøkum, ið eru stuttligar in absurdum sum tær mala í klingur á ovala pallinum. Vit eru stødd í stovuni hjá einum gomlum hjúnum í onkrari fjarskotnari bygd. Hann er í gráum klæðum við gránaðum hári, hon er gráhærd og í gráum – sjálvt binditoyið hjá henni er grátt. Sofasettið, gardinurnar og borðið er alt gráhvítt og so slitið og fúnað sum var tað longu fortíð. Tað sama er galdandi fyri prátið, ið er bygt upp av klisjéum. Hin gamli skoðar út í myrkrið og staðfestir hvussu myrkt tað er og hon játtar og soleiðis koyrir tað dag og dagliga inntil okkurt brýtur endurtøkuna, tí nú hendir okkurt, sum tey ikki høvdu væntað. Tá bussurin fyri einaferðs skyld vendir og koyrir inn í teirra grannalag, er ikki bert tann vátligi grannin við, men eisini sonurin, sum kemur heim at vitja.
Støðan kenst øvug av líknilsinum um burturvilsta sonin, ið sum kunnugt var stórliga fagnaður, tá hann kemur heimaftur. Tey bæði gomlu royna at vera blíð – serliga mamman er glað at síggja sín drong – men tað er kortini heilt týðiligt, at tey gomlu eru óttafull og helst vildi sloppið undan hesin verða avbrotin í teirra føstu vanum. Sonurin er ungur, lúnutur og yvirhøvur sera duldarfullur. Tey skilja hann ikki og hava ikki álit á honum. Eitt er hansara ævinliga gittaraspæl, men hann vil heldur ikki hava drekkamunn og tað er nú løgið við sovorðnum fólkum, sum ikki vilja eta og helst vilja spæla tónleik og kann mann liva av tí?
Leikurin er ómetaliga einfaldur, men sera djúpur og beinrakin. Øll, sum hava havt foreldur, ommur og abbar, ja familjurelatiónir yvirhøvur (jú, tað hava tey flestu!) - hava upplivað hvussu løgnar samrøðurnar kunnu gerast, tá vit ikki tosa um tað, sum er at tosa um. Myrkrið kenna vit øll. Bæði tað, sum er uttan fyri vindeygað og inni í okkum sjálvum, tá vit eru óttafull og einsamøll. Leikurin er á so mangan hátt realistiskur, tó at hann er stiliseraður og einfaldaður. Uppímillum eru løtur, tá leikararnir frysta fastir í eini ljósglæmu og minna okkum á, at talan ikki er um eitt petti av veruleika, men um eitt leiklistaverk – effektin hóskar sera væl til leikritið. Tilveruútlitini hjá gamla parinum í avfólkaða bygdalagnum tykjast døpur, tí har er bara myrkrið eftir. Kortini er hetta ikki ein sentimental søga. Tað er sera lætt at skilja, at Jon Fosse hevur fingið bókmentavirðisløn Nobels fyri fagrar bókmentir. Við fáum og einføldum orðum setir hann orð á tilverunnar grundtreytir og sjálvt um hansara heimur er fullur av norðurlendskum myrkri, er so nógv av humor eisini og tað eru leikararnir ikki seinir at fanga og brúka.
Leiklistastríðið stendur við og hevur í eini fimm ár avmarkað Tjóðpall Føroya á ymiskan hátt og eitt nú úrslitað í einum lutfalsliga fábroyttum sjónleikaraúrvali, har ikki minst Hans Tórgarð hevur staðið fattur sum ein annar Atlas – og jú, mentanarvirðislønin kundi av sonnum verið latin honum fyri hansara týdningarmikla arbeiði innan leiklistina bæði sum leikari og týðari. Men tað man slíta at bera allan sjónleikarahimmalin á herðunum eins og tað slítur óneyðuga nógv uppá sjónleikarar, at vera heimleys. Á veg út úr Tjóðpallinum eftir lokna sýning, sá eg plakatina frá fantastisku uppsetingini av leikinum Per Gynt og fór síðan at hugsa um listastríð og hvussu strævin tey eru við sínum positioneringum og persónligheitum. Orsøkin til listastríð kunnu vera kompleks, men í Føroyum snýr tað seg ikki minst um eina yrkisliga menning, ið ikki verður handfarin rætt av ovastu leiðslu á økinum, kanska tí mann her hevur haltað afturúr fakliga. Upprunaliga býr eingin illvilji í hesum – tað snýr seg um eina gongd ella menning, har partarnir í einum listaøki eru úti av sync so to speak. Tá vantrivnaður, happing o.a. uppstendur í barnagørðum, skúlum, er tað ikki aktørarnir/børnini, sum kunnu ábyrgdast, men tey longur uppi í skipanini, ið seta karmarnar. Íðan, støðan er sum hon er og skjótt er leiðaraleikluturin hjá núverandi stjóra, Jenny Petersen liðugt spældur – ein leiklutur, sum hevur givið okkum nógvar veldugar leiklistaupplivingar. Túsund takk fyri tær allar! Tað týdningarmesta er nú, at positioneringarnar ikki sleppa at halda fram at definera framtíðar sjónleik í Føroyum, at Leiklistaráðið tekur ábyrgd og hugsar leiklistakligar førleikar og fakligheit fram um persónligan sertokka ella í mun til positionering, altso á hvørjari síðu leiklistafólk hava verið í listastríðnum. Hetta má alt vera gloymt og fyrigivið. Vit hava sera dugnalig leiklistafólk í Føroyum, men ikki so nógv, at vit óskalað kunnu býta tilfeingið sundur í tveir partar. Tað er til stóran skaða.
Eg haldi ikki, at nakar sjónleikari í allari verðini kundi leikt pápaleiklutin í leikinum betur enn Hans Tórgarð. Við smáum eygnabragdum, andlits og handarørslum og vónleysum endurtøkum likamligger hann ein vanafastan mann, hvørs vanar hava myndað eina farslóð, sum hann ikki megnar at flyta seg úr. Hinir sjónleikarirnir spæla somuleiðis væl; Kristina Sundar Hansen við sera týðiligum mimikki, sum er nokk so stuttligur eitt nú, tá hon fylgir við drekkarínum og ein tungt blásandi Hjálmar Dam, ið gerst eitt óvæntað gálgaskemtiligt comical relief eins og Elias Magnussen hevur góða orku sum síðhærdi sonurin, ið við sínum violetta turriklæði tykist grundleggjandi fremmandur í barndómsheiminum. Sonurin er á so mangan hátt viðkomandi leikur. Far og hygg – hann varar ikki meira enn góðan tíma og tann tímin gongur sera skjótt!
LEIKRIT
Jon Fosse
TÝÐING
Marna Jacobsen
LEIKSTJÓRN
Kim Dambæk
PALLMYND OG BÚNASNIÐGEVI
Anne Mette Bo Drivsholm
LJÓSSNIÐGEVI
Turpin Napoleon Djurhuus
TÓNASMIÐIR
Benjamin Petersen
Knut Vaage
PALLSMÍÐ
Símun Pauli Hansen
Birgir Djurhuus
BÚNAR
Katrin Bonde
REKVISITTIR
Katrin Bonde
Barbara Hilduberg
HÁR OG SMYRSL
Julia Jacobsen
LJÓS OG LJÓÐ UNDIR SÝNING
Tórálvur G. Tórgarð
Kinna Poulsen