Væleydnað sjónvarpsrøð um at vera ella ikki at (vilja) vera tjóð

Hóskvøldið var triði og í hesum umfari seinasti partur av røðini O, móðurlandið sendur í sjónvarpinum og eg má siga, at eg gleði meg til at síggja restina av røðini, sum Suni Merkistein og Jógvan Eli Dam hava lagt til rættis fyri Kringvarp Føroya.

Sendirøðin hevur longu íbirt kjak, lesarabrøv og viðmerkingar. Tað er í sær sjálvum frálíkt og kanska eisini væntandi, tí evnið um støðuna hjá Føroyum í danska ríkinum er óavklárað og politiskt eymt – einhvør tílík viðgerð verður av sær sjálvum til eina politiska lakkmusroynd - hugburðurin til sendirøðina avdúkar um mann er fyri ella ímóti føroyskum fullveldi/sambandi við Danmark.

Kjakið vakti mítt forvitni at síggja sendingarnar, sum eg av praktiskum áðum ikki hevði sæð. Havi nú hugt at øllum trimum pørtum og skilti serliga at byrja við hví tjóðveldisfólk tykjast nøgd, meðan javnaðarfólk og serliga samríkjasinnað eru meira afturhaldin ella beinleiðis fratør um sendingarnar.

Tjóðskaparligi grundtónin er eyðsýndur t.d. tá tað í fyrsta parti, To be or not to be verður staðfest, at: ”Hitt livandi ljósið, ið kyndi undir tjóðskaparkensluna, ið flutti okkum so langt fram á leið tykist onkursvegna niðurbrunnið og útkólnað í gjóstrinum av tímiligari vælferð” – Har er almikið patos í myndamálinum við religiøst klingandi associatiónum, men lygn er tað ikki, at viljin til nationalt sjálvbjargni tykist meira ella minni horvin í okkara samfelagi, sum í dag er ríkari enn nakrantíð. Og júst henda sannroynd er eisini grundin til, at eg haldi sendingarnar vera góðar. Tí tær eru progressivar ella vendar í móti verandi støðu og provokerandi og tað skulu tær eisini vera – okkum tørvar ikki fleiri lýsingar av status quo ella av søguliga tjóðskaparstríðnum. Tað er vælgerandi við eini tílíkari sending, sum kann fáa okkum eitt petti upp úr sofuni. - Og mann kann jú sissa tey konservativu við at vísa á søguna, sum verður søgd – tí út frá hesari, so hendir neyvan meira enn akkurát tað, at vit ressast og skeldast eitt sindur uttan at nakað sum helst hendir meira enn tað.

Í sjónvarpsrøðini verður tjóðskapartíðin og víðari menningin av Føroyum lýst við denti á viðurskiftini við Danmark og á danska stýrið. Nógvir stuttligir og áhugaverdir gamlir filmsstubbar verða vístir frá drottningavitjanum o.ø, men tú ivast ongantíð í, at hetta er ein nýggj sending og tað er gott. Tað hevur týdning hvørjar fatanir, vit í okkara samtíð hava til støðuna. - Í hesum sum í som ongum øðrum er listin okkara grundarlag, føroysk tjóðskaparmál snúgva seg fyrst og fremst um málið, kvæðini, skaldskap av mannamunni og síðani tjóðskaparyrkingarnar. Sendingarnar byrja allar við listini við vøkru myndunum, sum franski listamaðurin Barthélemy Lauvergne gjørdi á rannsóknarferð í útnorði við korvettini La Recherche í 1839, og við yrkingini hjá H.A.Djurhuus, Hetta landið er mítt, sum Eivør Pálsdóttir tulkaði yndisliga á útgávuni Ung um aldamótið í 1999. Bæði myndir og yrking tykjast vald við beráddum huga og staðfesta mikla tjóðskaparkenslu og hugna samstundis sum okkurt skurrar.”Hetta landið er mítt/hetta landið er títt/ sum tað liggur í havi so fagurt og frítt”. - Tað hoyrist á teirri nærum barnsliga klingandi endurtøkuni hjá Hans Andriasi, at yrkt verður ímóti veruleikanum og eini varhuga av, at landið hvørki er mítt ella títt, ei heldur frítt í merkingini frælst altso, men jú pent er tað - um tað sjáldan sær heilt so friðsælt út sum á myndunum hjá Lauvergne.

Í sendirøðini verður tjóðskaparmálið lýst søguliga eins og ymiskar grundir til verandi støðu verða viðgjørdar av ymsum frøðingum. Ein mannfrøðingur tosar um hvussu vit gjøgnum eyguni á ferðafólkum síggja okkara heimland við nýggjum meira positivum eygum, ein sálarfrøðingur lýsir ta føroysku typuna sum konservativa og heldur, at vóru tað danir, sum búðu í Føroyum, hevði landið fyri langari tíð síðan tikið fullveldi. Lýsingarnar hjá bæði frøðingum og teimum ymsu heimildarfólkunum annars eru lættar at skilja eisini hjá leikfólkum uttan servitan um tað ymiska.

So eru vit á Vaglinum á ólavsøku, tá øll eru so eviga tjóðskaparlig, men altso mest í vertskapi og kanska mest hasa einu ferðina um árið. Møguliga fer onkur í næstum at harmast um, at ein føroyingur luttekur í Eurovision undir donskum flaggi. Men út yvir tílík symbolpolitisk herðindi hevur meirilutin at síggja til einki fortreð av at sigla við einum slagi av tjóðskaparligum hentleikaflaggi uttan um sínámillum ábyrgdir, sum eru vanligar hjá tjóðum kring allan heim. Bókmentafrøðingurin samanber ríkisrættarligu støðuna við Ísland og Grønland og staðfestir hvussu lítið í grundini er hent í Føroyum, søgufrøðingurin endurgevur ein danskan søgufrøðing, sum heldur, at í Føroyum eru øll sjálvstýrisfólk, spurningurin er bara um tað skal vera við ella uttan danskar pengar og so eru vit í hesum ótýdliga, sum ger sendingarnar ótespiligar fyri summi.

Serliga ófjálgur er annar partur í sendirøðini. Vit kenna flest øll til ræðuliga atburðin hjá donsku kolonimaktini í Grønlandi, men hetta gerst serliga óbehagiligt at skoða, tá tað verður sett upp móti framferðini hjá einum av føroysku fólkatingsumboðunum sum óhóskandi apologet fyri Danmark. Tað var tá hann herfyri rættleiddi grønlendska fólkatingsumboðið fyri at brúka hugtakið ”fólkamorð” um donsku framferðina í Grønlandi. Tað gjørdi hann kanska í uppbyggiligari góðari meining fyri at styrkja samstarvið í ríkisfelagsskapinum og kanska fyri at koma sínari partakonu, statsministaranum til hjálpar, men tað kann ongantíð vera okkara uppgáva, ei heldur okkara pláss soleiðis at skerja grønlendska fólkatingsumboðið og hennara eyðsædda rætt til gera vart við seg. Tílík føroysk tjóðskaparlig nullpunkt, sum geva einum hug at grava seg niður, eru tað fleiri av í sendirøðini, t.d. tá føroyingar atkvøða fyri, at Danmark skal varðveita Vesturindia osfr.

Lýsingin av ábyrgdarleysa atburðinum í fýrsunum er heldur ikki stuttlig, tó at hon er æviga viðkomandi, tiverri. Eri tó eitt sindur troytt av, at ábyrgdin altíð verður strekt út um tær ovaru stættirnar og allan vegin niður yvir teir lægstu inntøkubólkarnar, soleiðis at øll – eisini tey, sum yvirhøvur einki fingu burturúr ovurhitaða búskapinum í fýrsunum fáa ábyrgd og skuld. Í triðju sendingini verða vit øll somul sostatt løgd undir at standa fyri fíggjarligu dekadansuni og ábyrgdarloysinum í 80´unum. - Soleiðis er mytan um fýrsini blivin, at vit øll mugu boyggja høvur í kollektivari skomm yvir okkara óvanliga, ja ócalvinistiska marglætisatburð hetta tíggjárið. Tað er typiskt føroyskt at vera fordømandi og skammast um sonevndan ólevnað, sum aðrastaðni er ein natúrligur partur av at vera til. Eg kendi fleiri einligar mammur hesi árini, sum máttu venda hvørjari krónu og ógvuliga sjáldan høvdu ráð at fara út í tað, sum ein yrkjari í sendirøðini lýsir sum eitt stórt føroyskt veitsluhald. Øll vóru bara ikki boðin við í hasa veitsluna. Í Hoydølum lósu vit í miðfýrsunum edrúiligar og skilagóðar frágreiðingar um ovurhitaðan búskap – ja, tað var í roynd og veru evnið, sum undirritað kom upp í til próvtøku í samfelagsfrøði í 1988, fýra ár áðrenn Føroyar fór á húsagang. Tað vóru als ikki allir føroyingar, sum vóru við uppá, stóðu fyri ella vunnu pengar av ábyrgdarleysa atburðinum. Eisini hesa ferð var tað ein ótespilig alliansa millum vinnuna og politiska stýrið, sum fyrilitarleyst fór eftir fíggjarligum vinningi. Tað var ússaligt og jú, eri greið yvir, at vit hava fólkaræðið í Føroyum og tað er kanska tað strævnasta við hesum sendingunum, at líka mikið hvussu nógv vit kunnu semjast um, at danin er fanin og hvussu ofta danska kongshúsið er sent higar at slætta sjógv, so verður ábyrgdin verandi okkara.

Tað er alt annað enn hugaligt ferð eftir ferð at muga staðfesta, at høvuðsorsøkin til vantandi menning ella vilja til at taka fulla ábyrgd botnar í okkum sjálvum og internum ósemjum um alt hugsandi og óhugsandi. -Saman at halda var ei okkum givið og vit vilja heldur hava útlendingar at ráða enn vit vilja lova grannanum framat. Sum søgufrøðingurin staðfestir, so vilja vit øll sjálvstýri, men vilja tað ikki kortini. Tað paradoksið kann mann útleggja sum mann vil meðan vit halda fram við at vera í einari óavkláraðari støðu, sum okkum eftir øllum at døma hóvar best, har vit sleppa okkum undan ymsum skyldum sum aðrir av heimsins borgarum mugu taka sær av, samstundis sum vit hava allar møguligar fíggjarligar fyrimunir. - Tað verður spennandi, men neyvan bara stuttligt at síggja tær komandi tríggjar sendingarnar við vónandi fleiri skilakonum umframt skilamonnum til staðar.