At liva av list ella ikki...

At fáa stuðul og tileggjan er sjálvsagt av stórum týdningi og eingin ivi er um, at Beinir Bergsson, yrkjari, sum herfyri fekk Gávugóðs Thorvalds Poulsens av Steinum er glaður bæði fyri pengarnar, men ikki minst fyri tann heiðurin, sum henda tignarliga veiting ber við sær. Thorvald Poulsen var gartnari við ansi fyri tí vakra og fyri listini og tí setti hann á stovn ein grunn, sum á hvørjum ári letur eina upphædd til eitt ungt seriøst listafólk. Eftirhondini eru tey ikki fá í tali, sum hava fingið:

2022: Maria Guldbrandsø Tórgarð, filmslistakvinna, 35.000 kr.

2021: Alda Mohr Eyðunsdóttir, listakvinna, 35.000 kr.

2020: Anna Malan Jógvansdóttir, rithøvundi, 35.000 kr.

2019: Lea Kampmann, tónleikari, 35.000 kr.

2018: Anný Djurhuus Øssursdóttir, listakvinna, 50.000 kr.
2017: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum, 50.000 kr.
2016: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum, 50.000 kr.
2015: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum, 50.000 kr.
2014: Heiðrun Petersen, fiólleikari, 50.000 kr.
2013: Bárður Reinert Poulsen, tónleikari og Janus á Húsagarði, teknari og rithøvundur 25.000 kr. í part.
2012: Anton Petersen, filmsleikstjóri, 60.000 kr
2011: Dáva Juul Magnussen, tónlistamað, 60.000 kr
2010: Herborg Silja Strøm, listarkvinnu, 60.000 kr
2009: Kjartan Hansen, fólkatónleikari og nemur sær útbúgving innan sjónleik, 60.000 kr
2008: Marianna Mørkøre, listarkvinna, 60.000 kr
2007: Sámal Blak, myndahøggari og málari, 60.000 kr
2006: Jóhanna Reginsdóttir av Steinum, sniðgevi, 60.000 kr
2005: Bárður Oskarsson, teknari og rithøvundur, 60.000 kr
2004: Marjun Kjelnæs, rithøvundur, Jógvan Sverrason Biskopstø, sniðgevi og teknari og Eivør Pálsdóttir, sangari og tónleikari, 25.000 kr. í part.
2003: Tróndur Bogason, tónasmiður, 60.000 kr
2002: Andrass Olsen, tónleikari, 60.000 kr, Teitur Árnason, filmsleikstjóri, 25.000 kr og Petur Elias Askham Guttesen, rithøvundi, 25.000 kr
2001: Rannvá Konoy, listakvinna 60.000 kr

Í sambandi við, at Beinir Bergsson fekk Gávuðgóðsið var hátíðarhald 8.februar í Nýggjustovu í Hoydølum við røðum og upplestri. Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini helt eina áhugaverda røðu:

Thorvald Poulsen vildi, at ung listafólk við hegni til útbúgving skuldu fáa stuðul. At knýta útbúgving at listaligum virksemi er ikki sjálvsagt í einum samfelag, har amatørisman hevur fylt nógv, havt stóran týdning og enn er ráðandi á fleiri økjum. Kortini síggja vit í t.d. Løgtingstíðindum longu í 1920’unum og 30’unum, at løgtingið – áðrenn vit fingu grunnar og annað slíkt – játtar ungum listafólkum serligan stuðul til útbúgving, t.d. Mikines, sum eftir umsókn og samskifti við løgtingsmenn fekk játtað nakrar hundrað krónur síðst í 1920’unum og seinni onnur við honum.

Amatørurin kann siga, “eg geri hetta til stuttleika, mest fyri at fáa tíðina at ganga, hetta ríkar mítt lív, eg fái tað betri” ella líknandi. Tá vit lata listafólki virðisløn í Føroyum, hoyra vit tí, at tey við hvørt svara, “oy jesus takk, eg gera hetta bara til stuttleika, meinti einki soleiðis”, næstan sum var tað eitt óhapp ella í hvussu er alt ov nógv at lata teimum virðisløn, og vit sum lurta ella hyggja ella møguliga hava sitið í nevnd fáa varhugan av, at kanska virðislønin eisini er eitt sindur til stuttleika, mest sum eitt fittligt trivnaðartiltak av onkrum slag.

Yrkislistafólk hinvegin mugu á annan hátt legitimera sítt virksemi, síni avrik. Yrkislistfólk mugu – verða tey spurd – røkka út um tað persónliga og siga, hví list er neyðug og hevur virði í einum størri samanhangi. Yrkislist - professionell list – siga vit ofta er list, sum fólk liva av, tað eru pengarnir, lønin fyri listaliga arbeiðið, sum ger av, um talan er um yrkislist ella ei. Tað er einfalt og funktionelt at halda seg til, men mest sum ov einfalt.

Mítt starv hevur m.a. við sær, at eg fái fráboðanir um hátíðarhald, seminar ella ráðstevnur í sambandi rundar dagar í bókmentum serliga, so eg taki tvey dømi um hetta. Franz Kafka, sum fyllir runt í ár, føddur í 1883 – og tann kenda seinasta myndin av honum við starandi eygum, tikin í 1923, fyllir hundrað - arbeiddi í einum tryggingarfelag og livdi av tí. Edith Södergran, sum doyði í 1923, og sum tað tí ivaleyst fara at verða nógv seminar um ár, hevði ógvuliga avmarkað samband við listalig umhvørvi og livdi ongantíð av sínum yrkingum (tað var sum hon einsamøll kollvelti yrking í Norðurlondum).

Nógv onnur listafólk liva ikki av sínari list - og ikki av so nógvum øðrum heldur – men eru yrkislistafólk, tí tey ikki skapa til stuttleika ella fyri at fáa tíðina at ganga, fáa frið í sálina, men tí tey av álvara velja listina sum yrki fyrst og fremst - og tað sæst aftur í handverkinum, sum eitt tilvit ella í strembanini og í teirra listaligu avrikum. Svenski yrkjarin Johan Jönson sigur í einari samrøðu í svenska Dagens Nyheter nú farna leygardag, 4. februar: “Mitt liv blir inte bättre av att jag skriver, jag blir inte mer harmonisk eller lyckligare, snarare tvärtom. Mina sår och idiosynkrasier ristas bara ännu djupare i hjärnan och köttet”.

At skapa list, í hesum føri skriva yrkingar, er fyri tann, sum ger tað av álvara og sum eitt yrki, ikki terapi, ikki til stuttleika ella fyri at finna frið. Tað minnir um útsøgnina hjá okkara egna Janusi Djurhuus, sum segði, at hann yrkti ímóti sínum vilja.

Thorvald Poulsen, sum var á leið á aldur við Mikines, hoyrdi til fyrsta ættarliðið av føroyingum, sum hugsaði um list sum eitt yrki. Vit eru øll amatørar við hvørt ella kanska ein stóran part av tíðini, vit eru uppií, eru kanska við til at stoypa ein garð og sleppa í ball aftaná, sjálvt um vit ikki rættiliga duga at stoypa, vit gera mat til onnur at eta, hóast vit ikki eru kokkar, vit seyma, skriva yrkingar til onkran vit eru góð við o.s.fr., og tað er stuttligt at vera amatørur, men vit – og kanska serliga vit, sum á ymsan hátt varða av listini – mugu vita hvat er hvat.

Í nevndini fyri grunn Thorvalds Poulsen av Steinum siti eg sjálvur vegna rektaran á Fróðskaparsetri Føroya, Jacob Eli Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, og Marita Dalsgaard forkvinna í LISA. Ein innanhýsis nevnd í LISA letur okkum eitt tilmæli hvørt ár, og vit halda okkum til ásetingarnar í testamentinum hjá Thorvaldi um “ungt listafólk við hegni til útbúgving”, tá vit taka avgerð. Tað plagar at ganga væl, og tað fer tað eisini í ár.

Bergur Djurhuus Hansen, Fróðskaparsetur Føroya.