Skýferð

ingi joensen

Myndir av skýggjum hava næstan sína egnu listasøgu. Hesin luftigi arkitekturur í erva, sum støðugt umbroytist í liti og vond so hvørt sum veðrið broytist og sólin vikast. Vit, sum góðtaka, men hava ilt við at fata, at vit eru stødd á eini malandi kúlu, varnast viðhvørt skýggjaflókar og føla ferð í hárinum, men tá er tað helst bara tann stóra vindmaskinan, sum blæsur aftur við tilverunnar gittarsolo. Í 1870´unum fóru impressionistarnir út úr atelierinum í ”en plein air” at mála og dyrkaðu ikki minst óstøðug skýrák og ljós, men romantisku listafólkini høvdu longu tá eygleitt skýggini í áratíggju og málað tey inn í føgur landsløg so neyvt, at veðurfrøðingar í dag duga at síggja neyvt um talan er um skýggini hava skap sum yperne, intortus, vertebratus, undulatus, radiatus, lacunosus og duplicatus og um tey eru gjøgnumskygd ella translucidus, perlucidus ella opacus. So nógv sum føroysk list er miðsavnað um landslagið, er veðrið sjálvsagt eisini skrásett við allahanda skýggjum. Í Listasavninum eru nógvar tílíkar myndir, m.a. ein fotomynd hjá Inga Joensen, sum myndar sjey gæs undir einum skýggi. Til eina framsýning í Víngarðinum hevur Ingi Joensen gjørt eitt nýtt svarthvítt avbrigdi av gásamyndini, sum er frálíkt, einfalt og stuttligt, men við hópin av tulkingarmøguleikum. Eg veit ikki hvat skýggið á fotomyndini eitur, men myndin av gæsnum er greidliga tikin ein góðveðursdag við bláum himmali og einum einstøkum kritahvítum skýggi. Eg komi í tankar um yrkingina/ barnasangin hjá Alexanduri Kristiansen/Halfdan Rasmussen um hitt lítla skýggið, sum ikki kláraði at halda sær, men fór at dryppa og eftir sum tankarnir mala kanska skjótari enn klótan, komi eg eisini í tankar um, at eg einaferð sang tann sangin á G!Festivalinum, tá vit, sum ein humoristur orðaði tað, spældu fyri gøtubørnum - kann hetta veruliga vera tjúgu ár síðani? https://spoti.fi/3loHrsS Jú, skýggj eru partur av sangum, yrkingum og myndum, gomlum sum nýggjum. Anker Mortensen skrivaði einaferð ein poetiskan prosatekst um tá skýggið hvørvur. Hjá Fríðu Matras Brekku er tað hinvegin eins og skýggið tekur yvir og verður tað, sum øll myndin snýr seg um. Á sama hátt eru tað skýggini, sum tala í yrkingini, Dreymur hjá Christiani Matras og tað er kanska eyðkent, at hendan talan gongur fyri seg í tøgn. Eins væl og skýggj kunnu brúkast í yrkingum, eru tey eisini fín í poppi - á ein hátt kann mann siga, at poppur ER skýggj; glitrandi lættur, óítøkiligur, óstøðugur altíð farandi. Leygarkvøldið fer føroyska poppundrið Reiley at royna seg í donsku eurovisionkappingini við Breaking my heart – ein sorgblíður sangur um hjartasorg, har staðfest verður, at skýggini eru ljósareyð: Pink skies/ Just like when we were fine. Í videolagnum stendur Reiley framman fyri eini bakgrund/scenografi við m.a. ljósareyðum skýggjum og tey hevur Heiðrikur á Heygum málað. Skýggj kunnu sostatt sipa bæði til kærleika og til veður, men tey kunnu eisini umboða trúgv og filosofi. Í áðurnevnda tekstinum hjá Anker Mortensen orðar hann eitt slag av myndlistafrøðiligari ætlanaryvirlýsing, t.e. okkurt slag av visuellum poetikki, sum møguliga eisini sæst í onkrum av verkunum, sum eru partur av framsýningini í Listasavninum Myndir í trúnni.

Nú er skjótt vikuskifti og tá er kanska upplagt at fara sær eina skýferð í Listasavnið, Víngarðin og Steinprent, har t.d. myndirnar hjá Fríðu Matras Brekku eru at síggja.

Upplatingartíðir

LISTASAVN FØROYA Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.
Týsdag og mikudag er stongt.

VÍNGARÐURIN Hósdag 11:30 - 14:00. Fríggjadag 11:30 - 14:00 og 16:00 - 01:00. Leygardag 18:00 - 01:00.

STEINPRENT Mánadag-fríggjadag 9-17. Leygardag 11-16.

Sum tá ið sinnið flytur seg, sum tá ið tankin loysnar og hvørvur er skýggj, ið dettur í á og rennur oman í havið, og ein dropi søkkur niður á botn og verður ein perla í gággu. Ljósið í rúminum í høvdinum. Og so tað at tveita andlitið niður í bøin og myndin stillisliga byrjar at tosa. Ferðin og tankar, ið flyta seg frá einum tanka yvir í ein annan tanka, frá einum plássi yvir á penapláss, frá fløkju til ró. At nærkast tí andaliga sum allatíðina er har. Stjørnur sum lýsa hóast eygu blunda. Vindurin sum boyggir gras í rúminum í høvdinum, tá ið tað lotar. eisini havið. Tað ljósið, ið býr í list og í rúmum í hjørtum. Og aftanfyri eygnalok. Tá ið skýggj er frammanfyri eygað og skýggj er aftanfyri eygað, er eygað mitt í millum. Tá ið skýggj hvørvur er eygað sól.

Anker Mortensen

Niels Kruse eiðis bygd í mánalýsi 1941

Elinborg lützen klaksvík 1972

Christian matras

Fríða Matras Brekku

anker mortensen sum ígjøgnum sortar skýggja 2000

1.Sum ígjøgnum sortar skýggja

kemur fram hin gylta sól,

so at bølmyrkur má flýggja,

lýsir í um tind og hól,

so úr grøv upp Jesus stóð

og úr djúpum deyðans sjó,

vann á døprum deyðaváða

árla í páskamorgunroða.

 

2. Tøkk, o, sigurskappi sterki,

tøkk, o, himinhetja góð,

at tú framdi avreksverkið,

heljarlokur sundur sló,

tøkk, at tú til lívs breyt veg,

deyðan feldi undir teg;

slík er tunga ei at finna,

sum ta gleði kann at inna.

 

3. Djúpt eg kenni mær í barmi,

at tað ugga ber til mín,

lættir mær av tungum harmi,

tá eg minnist gravstað tín,

hugsi um tað, at tú lá

har í deyðans dimmu vrá,

men reis upp við dýrd og megi,

kann tað vera størri gleði!

 

4. Liggi eg á syndavegum,

liggi eg á armóðsstrá,

liggi eg á sjúkalegum,

liggi eg í eymd og háð,

liggi eg sum lasafar,

ongan góðan eigi mær,

skal eg so til moldar fara,

vónin mín tó við skal vara.

5. Deyði, synd, alt ørvameingi,

sum hin versti skjóta kann,

stukku av í tínum fangi,

har sum hvíld í grøv tú fann,

har tú søkti tey í kav,

men gav mær ein trygdarstav,

at eg tær má heiður gera

og skal sigurspálmar bera.

 

6. Tú til lívs meg upp skal vekja,

tað er tín uppreisnar náð;

lat tey leiðið um meg tekja,

lat meg verða maðka bráð,

lat mær gloypa eld og sjógv,

eg í trúgv tó og í rógv

doyggi, tí úr deyðans londum

bjargist eg av tínum hondum.

 

7. Góði Jesus, veit mær náði

og lat halga anda tín

vera hjá mær, so eg ráði

slíkan allan lívshátt mín,

at eg meir ei nakra tíð

deyðadjúpið falli í,

sum tú sjálvur úr meg ripti,

tá tú deyðan niður syfti.

 

Kingo 1689. J. Dahl 1924

fríða matras brekku