Hanus Kamban 80

Hann hevur ikki sett sítt ljós ella sínar førleikar undir skeppuna, rithøvundurin, sum í dag fyllir fýrs. Tað sæst heilt ítøkiliga um vit telja tær mongu skrivaðu síðurnar, sum eru komnar frá honum og sum eftir øllum at døma halda fram at koma, tí í dag á sínum 80 ára degi gevur Hanus Kamban út nýtt stuttsøgusavn við heitinum, Tað lovaða landið.

Tað er ikki langt síðan, vit seinast lósu eina av hansara greinum í Dimmlætting – hetta var ein hvøss atfinning og ávaring móti Vladimir Putin og hansara antihumanu “farsótt úr eystri”. Og júst humanisma og sosialisma kunnu sigast at mynda ideologiska jørðildið, sum ikki bara skaldskapurin men eisini persónurin Hanus Kamban er grundaður á. At tala Róm ímóti er partur av politiskt tilvitaða, samfelagskritiska DNA´num, hjá Hanusi Kamban og ættarliðnum av útisetum, ið búleikaðust í Keypmannahavn í seksti- og sjeytiárum

Hanus Kamban var føddur í Saltangará í 1942, vaks upp í Skúvoy og flutti til Havnar í 1956, har hann tók studentsprógv í Hoydølum í 1960. Eftir hetta starvaðist hann sum lærari og arbeiðsmaður í nøkur ár, áðrenn hann fór undir lestur uttanlands. Hann las eitt skifti enskt og týskt og er útbúgvin sjúkrahjálpari. Seinnu mongu árini hevur hann fingist við skriving burturav. Sum áðurnevnda grein um Putin helst eisini bendir á, røkkur sjónarringurin hjá Hanusi Kamban víðari enn til tað heimliga umhvørvið. Hann er kosmopolittur við stórum áhuga fyri ikki minst europeiskari søgu og mentan. Samlaða verkið hjá Hanusi Kamban er sera fjølbroytt og fevnir um ymisk teksta- og stílsløg í stuttsøgum yrkingum, ritroyndum, ævisøgum, sangum, greinum, ummælum, eini kantatu osfr. - Hanus Kamban sparir seg ikki, men tekur fegin lut, tá boð eru eftir honum – hann hevur fleiri ferð sagt frá ymiskum í útvarpinum t.d. í Meg minnist og í Dansivali og í 2020 hevði hann eina áhugaverda røð av sendingum við hugleiðingum og tónleiki. Tá eg fyri nøkrum árum síðani arbeiddi við einari av hansara stuttsøgum saman við einum skúlaflokki á Glasi, møtti hann fúsur upp og svaraði øllum spurningum, sum tey ungu høvdu um søguna, Exit Farao og um hansara rithøvundalív – ikki minst um vísindaskaldskapin, science fiction, sum fleiri av teimum ungu vóru áhugað í. Tey vóru serliga imponerað av, at hann hevur týtt Tað nýggja Atlantis, stuttsøguna hjá Ursula K.Le Guin til føroyskt og enntá verið í brævasambandi við víðagitna amerikanska kultskaldið. Hanus Kamban er sosialur av lyndi - tað endurspeglast í evnunum, hann skrivar um, sum ofta eru miðsavnað um menniskju og einum djúpum og inniligum áhuga fyri hvat menniskjaleiki er fyri nakað, men tað sosiala speglast kanska eisini í drúgvu tíðini, sum hann hevur brúkt uppá at lýsa og miðla aðrar høvundar, t.d. Áarstovubrøðurnar. Útgávuvirksemið hjá Hanusi Kamban fevnir um meira enn fimti ár - yvirlitið á netinum er ikki dagført og tá tilfarið er so rúgvusmikið sum tað er, er vandi fyri at villur koma fyri um mann roynir at gera eitt yvirlit. Men so vítt sum eg dugi at síggja byrjaði útgávuvirksemið við týðingum – fyrsta bókin kom í 1969, tað var Drekin og aðrar søgur (Greene, Wells, Bradbury, Maugham). Í 1974 kom Kaleidoskop og aðrar søgur (Bradbury). Í 1978 komu Vælferðarvísur hjá Kára P, har Hanus Kamban átti uppií tekstunum, hann hevur eitt nú skrivað Hvørvisjónina og aðrar. Í 1979 kom enn ein bók við týðingum, Dreymur um eitt undarligt land, av sjey søgum hjá Graham Greene. Í 1989 kom týðing av Othello (Shakespeare) 1991 - Tey deyðu (Joyce) 1994 - Glas lækni (Söderberg) 2002 - Tað nýggja Atlantis (týddar science-fiction stuttsøgur). Í 1979 kom bókin Kveikt og kannað (yrkingar/greinir og týðingar eftir Rikard Long) 1980 - Dóttir av Proteus (stuttsøgur) 1982 - Við tendraðum lyktum (stuttsøgur) 1985 - Tíðartinnur (greinasavn) 1986 - Hotel heyst (stuttsøgur) 1994 - Hjalmar Söderberg (stutt ævisøga) 1994 - J.H.O. Djurhuus - ein bókmentalig ævisøga -  2000 - Tann bráðvakra hugsjónin (greinasavn) 2000 - Heystveingir (sjónleikur) 2001 - Heimahøllin (kantata saman við tónaskaldinum Kára Bæk) 2001 - Pílagrímar (stuttsøgur) 2003 - Jósef Stalin (um lív og politik Stalins) 2007 - Hjarta uttan fylgisneyta: Herman Bang 150 ár (essay) 2008 - Café Europa (yrkingasavn) 2010 - Gullgentan (stuttsøgur) – 2019 Hans Andrias Djurhuus Ein bókmentalig ævisøga.

Hanus Kamban er virðisløntir fleiri ferð og hevur fingið M.A.Jacobsens Mentanarvirðisløn í 1980 og 1986, Mentanarvirðisløn Landsins fekk hann í 2003 og síðan 2007 hevur hann fingið lívslongu heiðursveitingina frá Statens Kunstfond. Hansara stuttsøgusøvn hava verið í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2002 Pílagrímar og 2012 Gullgentan.

Alt sítt drúgva skaldalív hevur Hanus Kamban onga serliga trongd havt til at hvíla á laurberunum ella til at sessast í fílabeinstorninum í friði og náðum og hátíðarligum einsemi. Ístaðin hevur hann verið og er framvegis livandi og virkandi partur av okkara samfelag. Ein persónur, sum mann hittir á café, til listaframsýningar, sjónleikir og annað, sum gongur fyri seg. Um pennurin er hvassur er hann ikki tann, ið ger størstan hávað burtur úr sær; hann er kurteisligur og siðiligur, tykist næstan innifjarur, men tað ber altíð til at fáa eitt gott prát við hann og konuna, Kirsten - takk fyri tað, tit og hjartaliga til lukku, Hanus á 80 ára degnum.

Kinna Poulsen - Listaportal