Framsýningin er avlýst - listin livir

196363667_521464098902594_3237856740790780593_n.jpg

Í gjár var sól í Havn. Stemningurin í býnum var uppeftirgangandi og fyri mítt viðkomandi var tað ein av hesum herligu listaframsýningar-uppheingingardøgunum, sum eru uppbyggiligir á so mangan hátt. Útgangsstøðið var eins og tað plagar at vera, ein ávís mongd av listaverkum, sum eitt dugnaligt og intelligent listafólk hevur lagt alt sítt besta niðurí. So hugsar mann eina løtu um hvat skal hanga hvar og so í gongd við tað praktiska; at heingja upp, gera plakat, rigga til. Í gjár var tað verk hjá Tóroddi Poulsen, tað snúi seg um. Listamaðurin er komin til Havnar at sýna fram og lesa upp. Fimm tímar seinni hongdu vit tað síðsta upp, talfestu myndirnar og fotograferaðu verkini til verklistan. Spent vóru vit og hildu úrslitið vera gott. Júst í teirri løtu ringdi telefonin og vit fingu at vita, at Mentanarnáttin 2021 er avlýst ella “útsett”. Vit í Perlutúninum, sum vóru á veg á flog, komu niður á jørðina aftur í ein vissan fart. Huff also corona og framsýningar, sum ikki lata upp… Vónbrot! Eg hevði eisni glett meg til listaframsýningina í Norðurlandahúsinum og onnur mentanaratiltøk, havi skrivað eina heila grein um tað í Dimmalætting. Fullkomiliga óaktuelt tilfar tíverri. Í dag er mjørki í Havn. Veruleikakendur stemningur - tað kundi verið mánadagur sjálvt um tað er fríggjadagur. - Men var alt arbeiðið til fánýtis? Eg haldi ikki. Tað var inspirerandi og nøkur fá, heppin fólk sóu framsýningina. Kanska fara vit at miðla hana onkursvegna - meira um hetta seinni - og okkurt av tí besta verður í øllum førum við á eini komandi summarframsýning í Steinprenti, har Tóroddur beint í løtuni er í ferð við at gera nøkur ómetaliga góð prent. Nógv er at fegnast um og sjálvandi kunnu vit ikki hava Mentanarnátt við møguligari superspjaðing, tað ber ikki til. Vit mugu vera tolin og gleðast um, at meðan vit bíða, verður listin til. Gott vikuskifti hóast alt og góðan og skjótan bata til tey smittaðu <3

194392957_484793466128567_2935595225102296736_n.jpg
IMG_3288.jpg

Júst her byrjar dreymurin - soleiðis ljóðar ein regla í nýggjasta yrkingasavninum hjá Tóroddi Poulsen, og sama regla er heitið á eini framsýning í Perluni við verkum eftir Tórodd Poulsen, sum skuldi lata upp á Mentanarnáttini. Tó at Tóroddur Poulsen hevur búð í Danmark ein mansaldur og hartil lutvíst er slektaður av Toftum, er hann Havnamaður við stórum H – tað er her hann er uppvaksin. Tóroddur er fjøllistamaður og arbeiðir við yrkingum, tónleiki, grafikki, installatiónum og málarí og hevur gjørt tað støðugt, síðan hann debuteraði í 1984 við yrkingasavninum Botnfall. Innihaldsliga savnar listin hjá Tóroddi Poulsen seg nú sum tá um nøkur ávís spor, sum munna út í skapan og fatan, umhvørvi og sansing, dreymar, endurminningar, lív og deyða. Dreymurin er (minst) líka álítandi sum minnið, villur eru hjartaliga vælkomnar og hartil eisini endurtøkur. Ofta endurtekur hann síni myndevni soleiðis, at hesi gerast surrealistisk og hugtakandi mynstur av t.d. súkklarum, spannum, víngløsum og bilum. Onkuntíð hómast samfelagsviðmerkingar í bæði yrkingum og myndum – Yrkingasavnið Heimvitisferðin er t.d. ein satirisk og surrealistisk lýsing av Havnini, eins og myndirnar hjá honum ofta sipa til ymiskt sum fyriferst í føroyska samfelagnum; teir nógvu ymislittu bilarnir, sum fjølgast í myndunum hjá Tóroddi, komu t.d. nøkulunda samstundis sum snórurin til Eysturoyartunnilin varð kliptur. Her er spurningurin ikki um hvat bilarnir koyra uppá uppá liturin, hesir koyra sambært Tóroddi bara uppá litir og eru harvið umhvørvistryggir. Herfyri gav Sprotin út ta 45. bókina hjá Tóroddi Poulsen - tað er yrkingasavnið Fyribilsni, hvørs heiti er eyðkent fyri listamannin, sum við eini lítlari broyting loysir upprunaorðið frá rutinuni, so tað verður opið og ovfarið. Heldur enn at brúka náttúruna sum myndamál, eru náttúra og mál, myndaliðir og setningar javnsettir partar í einum samlaðum verki, ið fevnir um skapan og upploysn eins og kavin bráðnar, meðan mjørkin upploysist. Í fjør debuteraði Tóroddur Poulsen á donskum við savninum Valseværk, ið varð hálovað av donskum ummælarum, m.a. Erik Skyum-Nielsen í Information, sum m.a. skrivar: “Samtlige digte i Valseværk sidder lige i skabet.”.

187588604_3993241924091912_7891802137296202658_n.jpg
195814000_895982834283594_3525269449417181816_n.jpg