Eitt stig víðari út í tað óítøkiliga - Viðtal við listakvinnuna Julie Sass
/Danska listakvinnan, Julie Sass hevði í fjør arbeiðsuppihald í Steinprenti, sum úrslitaði í fleiri áhugaverdum listaverkum. Eg skrivaði tá hesa greinina í Dimmalætting. Dagarnar, hon var í Havn, varð arbeitt á verkstaðnum frá árla á morgni til seint á kvølditil tess at náa at fáa allar myndirnar lidnar, sum hon var byrjað uppá. -Tá eg mitt í vikuni hyggi inn á gólvið, hava verkstaðsfólkini júst ásannað, at tey kanska ikki fara at verða heilt liðug við tann allarsíðsta steinin. – Hetta er altso heilt øgiliga kompliserað, greiðir Jan Andersson eitt sindur umberandi frá, meðan hann klórar sær í nakkanum.
Tað er sanniliga ikki á hvørjum degi, at tann royndi og dugnaligi litografurin niðri á Skálatrøð gremur seg um torførar mannagongdir, so eg gerist forvitin og má innar í verkstaðið at kanna málið. Inni á verkstaðnum hitti eg eina fegna og takksama listakvinnu. Julie Sass er ovurhonds nøgd við uppihaldið á verkstaðnum, og heldur seg hava upplivað, lært og avrikað eina rúgvu bæði listarliga, men eisini millum fólk og í vøkru føroysku náttúruni - hon hevur eitt nú verið túr við gongufelagnum. Julie Sass er eitt av fleiri áhugaverdum donskum listafólkum, sum eru við í stóru verkætlanini og ferðaframsýningini Grafisk Sambond, ið verður at síggja í Norðurlandahúsinum frá 24.oktober, har Julie fer at sýna fram saman við Zven Balslev, Svend-Allan Sørensen, John Kørner, Claus Carstensen, Andreas Schulenburg, Jonas Hvid Søndergaard, Peter Carlsen, Bjørn Nørgaard, Kathrine Ærtebjerg, Fie Norsker og Nils Erik Gjerdevik. Julie Sass er útbúgvin á Kongaliga Danska Kunstakademinum í Keypmannahavn og á NYU í New York. Hon hevur framsýnt bæði einsamøll og saman við øðrum í Kunsthal Charlottenborg, Brandts, Rønnebæksholm, Den Frie, AREA-lugar de proyectos, Puerto Rico, Vikingsberg Konstmuseum, Dalhousie Art Gallery i Halifax, Smack Mellon i Dumbo, Brooklyn, Jessica Murray Projects, New York og á listamessuni Untitled í Miami. Hon hevur eisini verið kurator, og hevur skipað fyri fleiri framsýningum. Sum heild er Julie Sass áhugað í altjóða list, ikki minst í tí nógva, sum gongur fyri seg í amerikanska listaumhørvinum.
Nonfigurativar myndir
Formliga kunnu myndirnar hjá Julie Sass bólkast sum nonfigurativar, tær ímynda ikki nakað ávíst, men hetta sigur kanska ikki so øgiliga nógv. Um vit hyggja at teimum báðum stóru steinprentunum, sum Julie Sass gjørdi framsýningina Grafisk Sambond kunnu vit staðfesta, at tær tykjast gátuførar og afturlætnar. Samstundis er tað sum um tær onkursvegna sjónliggera sjálva prosessina, sum hevur skapt tær. Vit síggja eitt partvíst gjøgnumskygt skap, ein form sum er bygdur upp av nøkrum óregluligum fýrkantum og trapetsum, ið samanumtikið minnir um eina trídimensionala konstruktión, sum er spent út á eina flatu til granskingar. Skapið er líkasum sett upp á ein dekorativan fót við monumentalum árini, samstundis sum skeivleikarnir í tí stóra miðskapinum geva okkum varhugan av onkrum ómetaliga skroypiligum og fínum. Orsakað av teimum mongu mótsetningunum í myndunum, sum bæði innihalda gjøgnumskygd svarthvít skap og óskygd skap í litum, tykjast myndirnar hjá Julie Sass um somu tíð sannførdar, óloystar, leitandi og vitandi.
Abstraktión
Framman fyri tveimum stórum, ólidnum prentum, spyrji eg Julie hvat hetta gongur út uppá.
JS: Ja, altso fyrst og fremst snýr hetta seg heilt ítøkiliga um fótafarið av einum sermerktum skapi, sum er seymað saman av tveimum sløgum av silki. Hetta havi eg brúkt sum útgangsstøði til steinprentið eins og eitt slag av grundformi, ið eg arbeiði víðari uppá. Mann kann siga, at eg við støði í onkrum ítøkiligum royni at flyta abstraktiónina upp á eitt hægri stig í mínari roynd at skapa nakað nýtt. Abstrakt myndlist er jú grundað á nógva og torskilda heimsspeki, nakað av tí einfaldasta í hesum sambandi er sannroyndin, at listafólkið uttan at vilja tað, í sínum nonfigurativa verki kann koma til at raka við eitt skap, sum longu er til í ítøkiligu verðini. Tað ger, at upplivingin hjá áskoðaranum kemur til at verða definerað og altso eisini avmarkað av assosiatiónum. Hesum royni eg onkursvegna at sleppa undan.
Kompositión
KP: Bygnaðurin tykist hava stóran týdning og myndirnar eru merktar av eini serligari javnvág, kanst tú greiða frá hesum?
JS: Ja, eg royni at skapa eitt øðrvísi myndarúm og hugsi í grundini um málarí sum eitt slag av konstruktión. Mínar myndir eru bygdar heldur enn málaðar og kompositiónin hevur sjálvsagt stóran týdning hesum viðvíkjandi. Í myndunum, sum eg havi gjørt í Steinprenti, sæst eitt spæl við tyngd og javnvág. Um tú hyggur gjølla, sært tú, at fóturin ella sokkilin hjá tí stóra skapinum í grundini er ov lítil til at megna at bera alt skapið, men samstundis hómast ein ávísur lættleiki í forminum, sum m.a. kemst av, at formurin er partvíst gjøgnumskygdur og harvið lættur.
Prosessin
Hetta er aðru ferð, at Julie Sass arbeiðir á verkstaðnum á Skálatrøð, síðstu ferð var í 2013. Hon greiðir frá, at hon hesa ferð var betri fyrireikað av tí, at hon nú í størri mun kendi steinprentstøkni, hon hevði skitsur við og tankar og ætlanir um tey komandi verkini. Men, heldur hon eldhugað fram: ”Tað mest fantastiska hendi, at eg fekk íblástur av sjálvari teirri grafisku prosessini og kundi brúka hana beinleiðis í verkunum”.
KP: Hvussu meinar tú?
JS: Tað er okkurt við litografisku mannagongdini, sum hugtekur meg og sum hevur hugtikið meg síðan eg upplivdi hana á fyrsta sinni. Á ein ella annan hátt tykist henda mannagondin sampakka við míni listarligu endamál og hugsanir. Tá eg sá Fríðu (t.e. Fríða Matras Brekku) standa og slípa steinarnar, gjørdist eg hugtikin av tí mynstrinum, sum sjálv slípingin við slípievninum (carborundum) hevur við sær á steininum. Eg avgjørdi at slípa ein form burtur og at varðveita sporini av sjálvari burturslípingini sum grund í prentinum. Hetta er ikki so einfalt at gera, og eg eri bangin fyri, at Jan (t.e. Jan Andersson) hevur havt eitt sindur av stríði av hesum, men tað hevur verið serstakliga spennandi og eg haldi, at úrslitini hava nakað av hasum sum eg royni at leita eftir.
Tað óítøkiliga
KP: Hatta er áhugavert, tú skapar altso eina mynd við at skráseta sjálva avtøkuna ella hvørvingina hjá einari aðrari mynd, sum bert er eftir eins og ein tanki, eitt fótafar, sum er við at hvørva heilt.
JS: Ja, tað er okkurt tílíkt, og tað brúki eg sum grund fyri at skapa nýggj rúm, tí eg arbeiði víðari við steinprentinum. Tá tú sigur hatta við onkrum, sum er eftir bert sum eitt fótafar, komi eg í tankar um ein tekst, sum eg havi lisið, sum tú hevur skrivað um Rannvá Kunoy, og sum byrjar við einari heilt fantastiskari yrking hjá Ann Jäderlund: Det som är i vattnet. Men inte/ är vattnet. Som vattnet inte/ känner. Men som är vattnet inifrån. Som ingen känner. Men är allting inifrån. Som intet finns. Vars krop inte/ finns. Inte doft hörsel. Syn/ eller tal. Och inte är/ forgängligt.” Tað er hetta sama óítøkiliga, sum eg royni at fáa fatur á og at skapa okkurt, sum eingin hevur sæð áður.