Jákup Lützen hevur fingið styrk frá Léonie Sonning grunninum

Føroyski bratsjleikarin, Jákup Lützen hevur fingið styrk frá tí hámetta Léonie Sonning grunninum. Í gjár kunngjørdi sonningmusic.org móttakararnar av tí árliga Léonie Sonnings Musikstipendiat og millum teir tíggju móttakararnar er Jákup Lützen. Léonie Sonnings Musikstipendiat verða latin norðurlendskum tónleikaúrmlælingum á hvørjum ári. Stipendiatini kunnu ikki søkjast, Musikfonden avger hvør fær. Jákup Lützen er í solistaflokkinum á Kongaliga Danska Musikkonservatioriinum hjá Lars Anders Tomter. Hann turneraði við Gustav Mahler Jugendorchester í 2013 og árið eftir vann hann sær orkesturpláss í Copenhagen Phil. Tónaskaldið Sunleif Rasmussen fekk sama styrk í 1992,  hann er í løtuni í ferð við at skriva eina bratsjsonatu til Jákup Lützen.

http://www.sonningmusic.org/